Tíðindi
Virkisfúsar leiðslur nøgdari starvsfólk
Tað kunnu vera nógv viðurskifti, sum gera seg galdandi, tá ið talan er um góðan trivnað á arbeiðsplássinum. Heri Joensen frá fyritøkuni Lóðri vísir á kanningar, ið eru gjørdar í Føroyum, sum staðfesta, at har viðurskiftini eru í lagi, og góð javnvág millum arbeiði og privatlív, er trivnaðurin á arbeiðsplássinum í hásæti.
- Hyggja vit nærri at, hvørji viðurskifti hava týdning, tá ið talan er um eitt nú strongd, so síggja vit eina røð av viðurskiftum, sum hava ávirkan. Raðfestir arbeiðsplássið, at arbeiðspláss mennist, og starvsfólk sleppa at mennast, at samskiftið er gott, at góðar loysnir verða funnar, tá trupulleikar stinga seg upp, at virðingin fyri starvsfólkunum er stór, at starvsfólkini fáa afturmelding, og mentanin á staðnum er jalig, ja, so kemur tað ikki fyri, at starvsfólk eru strongd.
Loysir leiðarin tvístøður og ósemjur, sum taka seg upp, kann tað hava stóra ávirkan á, hvussu strongdur ella ikki strongdur tú ert. Sama er galdandi, tá ið talan er um viðurkenning, afturmelding ella mentanina sum heild á staðnum.
- Fært tú konstruktivar afturmeldingar, sum stimbra hugin at arbeiða, møtir tú virðing, og fært tú viðurkenning, ávirkar tað støðuna og strongdarleguna hjá tær. Javnvágin millum arbeiði og privatlív hevur nógv at siga, somuleiðis møguleikarnir fyri menning og samskifti úteftir. Vísir ein kanning, at fleiri viðurskifti treingja til ábøtur, so er umráðandi at raðfesta, hvat hevur størst týdning at fáa broytt, tí tað ber ikki til at broyta alt í senn. Vit síggja dømi um arbeiðspláss, har mestsum alt er í lagi. Privati geirin megnar hetta eitt sindur betur, enn tann almenni geirin. Hví so er, er ein góður spurningur
Arbeiðspláss, sum gera nógv við at menna seg, hava lættari við at finna ein felags reyðan tráð. Á teimum arbeiðsplássunum verður støðugt arbeitt við at endurskoða og betra tað, sum verður gjørt, og neyðugar broytingar verða gjørdar skjótt og lættliga.
- Hesin felags leisturin, sum øll eru samd um at arbeiða eftir, ger, at fólk eru undir minni trýsti. Hesi arbeiðsplássini hava vanliga góða javnvág millum arbeiði og privatlív, samskifti er gott bæði inneftir og úteftir og so framvegis. Virkisfúsar leiðslur hava sera nógv at siga. Øvut – leiðslur, sum ikki eru virkisfúsar, leggja lítið í menning, samskifti og onnur viðurskifti, sum hava týdning fyri hvørt einstakt starvsfólk.
Lóður ger kanningar av ymiskum slagi; eitt nú hevur fyritøkan gjørt kanningar fyri almenn ráð, kommunur, fakfeløg, stovnar, fyritøkur, miðnámsskúlar og dagstovnar.
Les alla samrøðuna við Hera Joensen í Skúlablað nr 1, 2026.
Onnur tíðindi
-
08.05.2026Tá skúlin verður til ein bý
-
07.05.2026Kanning munadygt leiðsluamboð
-
06.05.2026Lærarafelagið aðalfund leygardagin
-
06.05.2026Royndarverkætlan økt rørsluvirkni í skúlatíð í Suðuroy
-
04.05.2026Rørsla týðandi partur í skúladegnum
-
04.05.2026Veronika Petersen skúlastjóri á Fossánesi