Tíðindi

Tí eigur tú at tosa við børnini um tíðindi

10.04.2026
At snúgva tær undan at tosa um trupul evni er ikki skilagott, um tú vilt hava børnini at kenna seg trygg.

– Tá børn hoyra um kreppuna á TikTok ella í skúlagarðinum, ístaðin fyri frá tær, hava tey brúk fyri, at tú ella onnur vaksin, sum eru um børnini, greiða teimum frá, hvussu alt hongur saman. Børn fanga brot her og har, men teimum tørvar hjálp at skilja samanhangin.

Tað sigur Geir Christian Johannessen, granskari við Universitetið í Agder í Noregi. Hann granskar í, hvussu norska sendingin fyri børn á almenna norska kringvarpinum, Supernytt, miðlar tíðindi til ungu hyggjararnar. Málbólkurin hjá sendingini er børn í aldrinum 8 til 12 ár. Sendingarnar verða ofta brúkar í skúlaverkinum.

Set málið í samanhang

Stór, krevjandi mál fylla tíðindafloymin í hesum døgum. Tí er tað altíð viðkomandi at seta spurningin, hvussu tú sum vaksin tosar við børn tíni upp á ein góðan máta um fløkt, skakandi tíðindi.

– Vit mugu hjálpa børnunum at seta málini í rættan samanhang. Hvat er hent? Hví er tað hent? Er tað vandamikið fyri okkum? Uttan at fáa svar upp á hesar spurningrnar fer hugflogið í gongd – og tað kann vera við til at gera nógv meiri skakandi myndir enn veruleikin er, sigur Geir Christian Johannessen.

Samfelagið er so talgilt, at tað ikki ber til at verja børn frá tíðindunum. Tí er tað uppgávan hjá teimum vaksnu at greiða frá. Men hvussu?

Altjóða gransking hevur eyðmerkt ymsar strategiir, sum tíðindasendingar fyri børn brúka at miðla greitt og sissandi.

Grundað á hesar strategiirnar hevur Johannessen hesi ráð: 

  • Fá tær yvirlit yvir málið.
  • Byrja við tí, sum barnið longu veit.
  • Tosa um kenslur.
  • Lat vera við at fara í smálutir, tosa einfalt og beinleiðis.
  • Tak tað fram, sum er positivt.

Fá tær yvirlit

– Ofta er tað snilt at bíða við samrøðuni, til tú sjálv/ur hevur yvirlit yvir vavið av støðuni. Tá er tað einfaldari í seta málið í samanhang, sigur hann.

Tað kann vera gagnlig at kanna norsku sendingina SupernyttAftenposten Junior ella aðrar sendingar, sum arbeiða við at miðla til børn, leggur hann aftrat.

– Kanna eftir, hvat tú kanst læra av valunum, sum tey, sum hava gjørt tær sendingarnar, hava gjørt.

Byrja við tí, sum barnið longu veit

Tað er skilagott at byrja prátið við at tosa um tað, sum barnið veit ella hevur hoyrt, sigur granskarin.

– Tá fært tú at vita, hvat tey vita, og tí verður tað lættari at taka í tað, sum kanska er misskilt. Tú kanst eisini taka fram myndir ella videoklipp, sum kunnu hava gjørt stórt inntrykk, sigur hann.

Sannlíkindini eru stór, at okkurt longu er breitt út á sosialum miðlum, leggur hann aftrat.

Granska kenslurnar

– Spyr: «Hvat heldur tú um hetta? Bleivst tú bangin?» Royn at tosa út frá kenslunum, sigur Geir Christian Johannessen.

Tað hevur týdning at viðurkenna svarini, sum børnini koma við:

– Um tey halda, at okkurt er trupult, ørkymlandi ella ræðuligt, kanst tú siga, at tað er púra vanligt í slíkum støðum, sigur hann.

Lat vera við at fara í smálutir, tosa einfalt og beinleiðis

 – Tær tørvar ikki at fara í ógvisligar smálutir um alt møguligt, men kortini nóg mikið til, at børnini skilja, hvat tað snýr seg um, sigur granskarin.

Tá Supernytt í løtuni hevur tíðindi um rættarmálið við Marius Borg Høiby, sum er sonur krúnprinsessuna í Noregi, snýr tað seg um eitt nú valdstøku og ágang.

– Tað er serliga krevjandi evni at tosa við børn um. Á einføldum máli svarar Supernytt upp á spurningar, so sum «hvat er ein valdstøka?» Sendingin stýrir ikki burtur frá tí, sum er óbehagiligt, samstundis sum tað sleppur undan truplum orðum og orðingum, sigur hann.

Tak tað fram, sum er positivt

Fyri at minka um óttan kann tað vera gagnligt at finna út av, um tíðindini hjálpa onkrum, heldur granskarin.

Hvat gevur okkum vón ella onkran at síggja upp til? Hendir nakað positivt í hesi støðuni?

– Tú kanst til dømis taka fram, at tey, sum hava verið fyri onkrum keðiligum, nú verða hoyrd, og at hetta kann geva teimum vón um rættvísi, sigur hann.

Geir Christian Johannessen leggur dent á, at innihaldið í samrøðuni eigur at vera tillagað til aldurin á barninum. Tíðindasendingar fyri børn venda sær í høvuðsheitum til tey eru eru 7-8 ár og eldri.

Kelda: forskning.no