Tíðindi

Skíggjar í skúlanum: – Ræðandi, hvussu bláoygd nógv hava verið

01.04.2026
Tey, sum funnust at og vóru ivasom um, hvussu skilagott tað var, at næmingar fingu teldur og teldlar, vóru hildin at vera afturhaldssinnað og mótstøðufólk. Nú er hugburðurin broyttur.

Fyri umleið tíggju árum síðan tóku nógvir skúlar kring um í heiminum teldur og teldlar í nýtslu. Børn heilt niður í fyrsta flokk fingu egnan teldil ella egna teld, í stóran mun ístaðin fyri lærubøkur, skrivihefti, blýantar og viskileður. Hetta skuldi vera við til at kollvelta skúlan, motivera næmingarnar meiri, soleiðis at teir lærdu meiri og betri. Tað var ikki nógv pláss til iva og mæla ímóti, tá skúlin í framtíðini skuldi fáa skap. Í dag er hugburðurin ein annar: Negativu avleiðingarnar av ov stórari skíggjanýtslu tala fyri seg.

Í nógvum kommunum í Noregi brúka yngstu skúlabørnini ikki longur teldlar og teldur. Kari Nessa Nordtun, kenslumálaráðharri í Noregi, hevur sagt, at talgildingin av skúlanum er farin ov langt, og at vit aftur skulu finna javnvágina millum bók og skíggja.

Stemplaður at vera ímóti tøkni

Geir Haugsbakk, professari, var settur í bás at vera eitt av størstu mótstøðufólkunum móti tøkni, tá hann í 2014 setti orð á ivan, hann hevði um ókritisku talgildingina av skúlanum. Tað, sum hann segði, var nøkulunda tað sama sum sagt var ímóti prentaðu bókunum í 17.øld ella av litsjónvørpunum í 1970-unum. Nú hevur professarin í námsfrøði, sum nýliga er farin frá fyri aldur, skrivað og givið út bók við søguligum afturliti, sum lýsir, hvussu nýggja tøknin kom inn í skúlan í Noregi. Hann fer 40 ár aftur í tíðina, til fyrstu teldurnar í 1980-unum og fram til dagin í dag, har vit trilva millum møguleikarnar og vandarnar við eftirgjørdum intelligensi í undirvísingini.

Í bókini Entusiast og bakstrever lýsir hann grundgevingarnar, sum vóru frammi, tá teldlarnir og teldurnar komu í skúlan. Í Noregi var Bærum fyrsta kommunan, sum keypti teldur til næmingarnar; eftir stutta tíð gjørdu aðrar kommunur tað sama.

– Tað er ræðandi at síggja, hvussu bláoygd bæði politikarar og myndugleikar vóru. Semja var tvørtur um politiska áskoðan, at tað var skilagott at koyra teldur út í skúlarnar. Eingin hevði fyrilit fyri mótmælum frá lærarum og foreldrum – tað var nærum ein massahugtøling, sigur Geir Haugsbakk.

Fyrr var tað skúlin, sum stýrdi

Haugsbakk hevur fylgt gongdini við dátutøkni í skúlanum síðan 1980-ini.

– Tá í tíðini var væntað, at tað vóru skúlin og lærararnir, sum søgdu, hvørjar treytirnar vóru. Tað vóru kritiskar reflektiónir um møguleikarnar og negativu avleiðingarnar av nýggju tøknini. So hvørt gjørdist talgildingin eitt politiskt mál, og slagorðini vórðu skift út við fjølbroytt sjónarmið og metingar, sigur hann.

Ferð kom á, tá internetið kom í 1990-unum, sigur professarin. Útbúgvingarpolitikkurin er stýrdur av teimum, sum stýra tøknini og samfelagsmenningini. Lærarar verða meiri og meiri settir út á síðulinjuna. Tær stóru amerikonsku tøknifyritøkurnar ganga á odda við tøttum bondum til valdið í USA, tá sum nú, sambært Haugsbakk.

Tek-fyritøkurnar hava gingið á odda í eini menning, sum skuldi geva kappingarfyrimun í nýggja búskapinum. Talgildingin av skúlanum gjørdist ein týdningarmikil partur av hesum. Hesir tankarnir hava eisini fest røtur um okkara leiðir, sigur hann.

Í lummanum á Big Tech

Frá 2014 og árini fram komu teldlar og teldur frá Apple og Google inn í so at siga allar skúlar í Noregi, borið fram av tí, sum Haugsbakk nevnir stórorðaðum slagorðum skapt av tøknifyritøkunum.

– Tað vóru tøknirisarnir, sum ásettu treytirnar. Ein negativ stereotypisk mynd var skapt av siðbundna skúlanum, meðan tøkniligi framtíðarskúlin var borin fram av lýsingarfyritøkum, sigur hann.

Big Tech fekk stórt vald í skúlastovuni. Haugsbakk heldur, at vit hava verið góðvarin, ikki minst tá talan er um, at vit vita, hvussu tøknifyritøkurnar arbeiða: Tær liva av upplýsingum til okkum brúkarar.

Vit góvu teimum børn okkara á einum silvurfati og vandu tey til at brúka skíggjarnar, sambært Haugsbakk.

– Vit hava verið lumpað av hesum fyritøkunum, og í skúlanum hava vit loyvt teimum at fáa fatur á ógviliga ungum brúkarum, sigur hann.

– Men samstundis eru vit prísgivin, so leingi sum tær menna tøknina?

– Ja, og tað er ein ræðandi tanki, at eitt so umráðandi undirstøðukervi er lagt upp í hendurnar á nøkrum fáum risastórum fyritøkum, sigur professarin.

Tey, sum stríða ímóti, vinna fram

Haugsbakk heldur, at hugburðurin við tíðini til teldur og teldlar í skúlanum er broyttur. Tey, sum eru ímóti, eru mælskari og sterkari – haríroknað foreldur, lærarar og onnur.

Nú er pappírsbókin á veg aftur í skúlan. Norski ráðharrin í skúlamálum hevur sagt, at skíggin skal hava pláss í skúlastovuni, men bara tá hann er við til at skapa góða læring.  

Er tað freistandi at siga «hvat segði eg»?

– Nei, tað vil eg treyðugt gera, men tað hevur týdning at læra av royndunum og mistøkunum, sum eru gjørd. Her vantar framvegis nógv, sigur hann.

Men samstundis sum vandarnir við skíggjanýtsla fyllir nógv í samfelagskjakinum, er tað vandi fyri, at rákið í skúlanum fer ov langt hinvegin ella hvussu?

– Tað er upplagt. Tað er neyðugt, at vit eru opin og hava eitt fjølbroytt kjak, sum er grundað á námsfrøðiligar metingar. Men tá hevur tað størst týdning, at vit í fyrsta umfari ríva okkum leys frá ávirkanini frá teimum stóru fyritøkunum og í størstan mun menna loysnir, sum skúlastjórar og lærarar hava fult tamarhald á, sigur Haugsbakk.

Bæði entusiastur og mótstøðufólk

Nú eru vit mitt í einum kjaki um, hvat fyri pláss kt-amboð eiga at hava í skúlanum. Aftur hoyra vit stórar visjónir um, hvussu tøknin fer at broyta útbúgvingina.

– Tað er eingin ivi um, at tøknioptimisturin framhaldandi ræður, men støðan er ein onnur; eg haldi, at tað virkar sum at annað og meiri er komið upp í kjakið, og at sjónarmið ímóti eftirgjørdum intelligensi eru oftari at hoyra, sigur Haugsbakk.

Tað er kortini ræðandi, at møguleikarnir at stýra kt-menningini verða avmarkaðir av einum nýggjum og ágangandi atburði, sum Trump og hansara fólk í fyrisitingini og tøknirisarnir standa fyri, leggur hann aftrat.

Entusiastur og mótstøðufólk hevur onkur kallað bókina, sum tekur saman um 40 ár í fakinum. Hvat er hann sjálvur?

– Eg eri helst bæði entusiastur og mótstøðufólk. Okkum tørvar báðar partar – vit mugu sameina hugtøkuna av nýggjari tøkni í undirvísingini við at hyggja at henni við kritiskum eygum, sigur Geir Haugsbakk.

Kelda: forskning.no