Tíðindi
Næsta stóra stigið er at fáa tímar
Nógv hevur verið tosað um arbeiðsumstøðurnar hjá skúlabókasøvnunum seinnu árini, og ymiskt er, hvussu atgongdin er til skúlabókasøvn kring landið. Hvussu er støðan hjá føroysku skúlabókasøvnunum í dag?
- Avbjóðingin er og hevur verið tann sama í nógv ár: at vit eru so fáir útbúnir bókavørðir. Tilsamans eru vit nakrir heilt fáir útbúnir bókavørðir, og teir tóku útbúgving fyri 20 árum síðani. Fyri tað mesta er talan um lærarar við áhuga, sum arbeiða á skúlabókasøvnunum kring landið. Okkum manglar bæði útbúgving til lærarar fyri at gerast bókavørðir og tímar á skúlunum til at røkja bókasøvnini. Nú er glið endiliga komið á útbúgvingina, og skeið fyri bókavørðir verða boðin út næsta heyst.
Thordis greiðir frá, at næsta stóra stríðið hjá Skúlabókavarðafelagnum er um tímarnar til bókasavnið. Sum er verða tímarnir til skúlabókasavnið játtaðir eftir næmingatalinum í skúlanum.
- Tímarnir til skúlabókasavnið verða játtaðir eftir næmingatalinum í skúlanum, og har er tað soleiðis, at teir fyrstu 20 næmingarnir telja ikki við í roknistykkinum. Hví so er, tað veit eg ikki, men tað er ikki serliga skilagott. Lærararnir telja heldur ikki við, og tað er heldur ikki rætt, sjálvandi skulu teir telja við, teir eru jú eisini ein partur av skúlanum.
Hvønn leiklut spælir skúlabókasavnið fyri lesingina hjá børnum?
- Skúlabókasavnið spælir ein stóran leiklut, tí tað er ein stór uppgáva hjá okkum at vísa børnum og ungum bøkur, ið passa til teirra aldur, áhugamál og tað, sum er uppi í tíðini. Vit royna at raka allar málbólkar, og børn í dag fylgja øgiliga væl við í, hvat kemur út. T.d. fylgja tey væl við í, hvat verður ummælt í Strok, og hvørjar bøkur verður givnar út umvegis Bókaklubban. Serliga gentur í hádeild spyrja eftir bókum á enskum, sum tær hava sæð á TikTok. Tað kanna vit sjálvandi, og so mugu vit meta um, um tað er hóskandi tilfar til skúlabókasavnið.
Tað er ikki bert útlán og at bíleggja bøkur eftir ynski, sum fyllir hjá skúlabókavørðunum.
- Tað er okkara fremsta uppgáva at vísa teimum á bókmentir, sum tey skulu kenna, og tí hevur tað týdning, at vit hava útbúgvið starvsfólk á skúlabókasavninum. Og tað eru ikki bert næmingarnir, ið skulu hava gott tilfar. Vit leggja okkum eisini eftir at kenna tað nýggjasta tilfarið til lærarar at fara í holt við.
Les alla greinina í Skúlablaði nr 2, 2026
Onnur tíðindi
-
08.05.2026Tá skúlin verður til ein bý
-
07.05.2026Kanning munadygt leiðsluamboð
-
06.05.2026Lærarafelagið aðalfund leygardagin
-
06.05.2026Royndarverkætlan økt rørsluvirkni í skúlatíð í Suðuroy
-
04.05.2026Rørsla týðandi partur í skúladegnum
-
04.05.2026Veronika Petersen skúlastjóri á Fossánesi