Tíðindi
Lesitrupulleikar ofta samansettir
Tann 22. og 23. september í fjør vóru eini 700 fakfólk savnað á ráðstevnuni Ord25 í Keypmannahavn. Ráðstevnan, sum Uddannelsesforbundet og Styrelsen for Undervisning og Kvalitet skipaðu fyri, hevði til endamáls at varpa ljós á nýggjastu vitanina innan orðblindi og aðrar lesitrupulleikar – bæði úr gransking og úr verki. Eini 700 fakfólk úr øllum útbúgvingarstigum tóku lut – frá fólkaskúla til hægri skúla og vaksnamannalæru. Føroyar vóru umboðaðar við 11 luttakarum, sum komu úr fólkaskúlanum, miðnámi og serøkinum; hesi arbeiða øll á orðblindaøkinum.
Hugh W. Catts, ph.d., professari á Florida State University, greiddi frá, at orðblindi ofta gongur aftur í ættini – uml. 50 % av børnum við foreldrum ella systkjum við orðblindi hava eisini orðblindi.
- Orðblindi er ikki tongt at eini einstakari ílegu, men er úrslit av einum fløktum samspæli millum hundraðtals ílegur. Tað hevur nevrologiskar røtur, og orðblind hava ofta trupult við at kenna bókstavir í miðjuni av orðum, læra nøvn og fremmand mál. Hann vísti eisini á týdningin, at orðblindi verður tíðliga eyðmerkt. Nýggjasta granskingin hjá honum kann lesast í Annals of Dyslexia.
Eva Theilgaard Brink, lektari á Københavns Professionshøjskole, legði fram um trupulleikar við skriftmálinum hjá næmingum við ADHD. Hon vísti á, at 66 % av næmingum við ADHD hava eisini skrivitrupulleikar, at skipað og strategisk undirvísing gevur betri úrslit, og at tað er týdningarmikið, at næmingar eru viðvirknir í málsætlanini, og at teir fáa hjálp til at flyta førleikar millum lærustøður.
Oddny Judith Solheim, ph.d., vísti á, at serundirvísing í miðdeildini ofta gevur munalítil úrslit, tí trupulleikarnir hjá næmingunum eru kompleksir. Næmingar hava ofta lítið sjálvsálit, og tað, sum verður sett í verk at basa trupulleikanum, fer ikki í dýpdina. Hon mælir til eina heildarliga tilgongd og høgar væntanir.
Tøkni sum stavikanning, grammatikkanalysa, orðauppskot, upplestursfunktiónir, diktering og vitlíki (t.d. ChatGPT og Copilot) gera tað lættari hjá næmingum við lesi- og skrivitrupulleikum at arbeiða sjálvstøðugt og at taka lut á jøvnum føti við aðrar næmingar.
Ord25 var merkt av íblástri, fakligari styrki og framtíðarsýni. Luttakararnir fingu høvi at luttaka í framløgum, netverkan og at síggja tilfar, har dentur varð lagdur á, hvussu vit best kunnu stuðla teimum, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar – bæði við fakligari vitan og við nýggjari tøkni.
Føroysku luttakararnir fóru heim aftur við nýggjari vitan og nógvum íblástri.
Les alla umrøðuna, sum Annika K. Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 1, 2026
Onnur tíðindi
-
08.05.2026Tá skúlin verður til ein bý
-
07.05.2026Kanning munadygt leiðsluamboð
-
06.05.2026Lærarafelagið aðalfund leygardagin
-
06.05.2026Royndarverkætlan økt rørsluvirkni í skúlatíð í Suðuroy
-
04.05.2026Rørsla týðandi partur í skúladegnum
-
04.05.2026Veronika Petersen skúlastjóri á Fossánesi