Tíðindi
Lærarum tørvar hjálp at undirvísa í føroyskum dansi
Fyri hálvum øðrum ári síðan fekk kravda undirvísingarevnið í fólkaskúlanum kvæðamentan, kvøðing og føroyskur dansur námsætlan. Fremst í leiðbeiningini í námsætlanini stendur, at undirvísingarevnið er ikki beinleiðis tongt at ávísari lærugrein, men kann tó lættliga samantvinnast við undirvísing í fleiri lærugreinum. Hetta elvir sambært kvalitativari kanning, sum Dávid Nattestad hevur gjørt, til óvissu millum lærarar. Í ritgerðini Eingin skal hjá ungum alva bragdarhugin forða, sum Dávid Nattestad skrivaði undir læraraútbúgving síni á Námsvísindadeildini, setir hann ljóskastaran á týðandi spurningar, tá ið talan er um undirvísingina í føroyskum dansi í fólkaskúlanum í dag. Hann kannar, hvønn leiklut føroyskur dansur spælir í fólkaskúlanum, hvussu hugburður lærarans at undirvísa í kvæðum og føroyskum dansi er, og hvørja ávirkan nýggja námsætlanin hevur í kvæðamentan í fólkaskúlanum. Síðan hann er farin í fólkaskúlan at arbeiða sum útbúgvin lærari, er hann vorðin enn meiri sannførdur um, at skal føroyska dansinum verða lív lagað í fólkaskúlanum, hevur tað týdning at fáa hjálp uttanífrá. Tveir triðingar av lærunum, sum undirvísa í kvøðing og føroyskum dansi í fólkaskúlanum, siga, at teir onga hjálp fingu, tá ið teir fóru undir at undirvísa í kvæði og føroyskum dansi. Hetta er sera høgt tal, og tað stuðlar ta fatan, sum hevur verið frammi fyrr, nevniliga at nógvir lærarar standa námsfrøðiliga á berum, tá ið talan er um at undirvísa í hesum evninum.
- Í nógvum skúlum er snøgt sagt ikki nakar lærari, ið er vanur at dansa ella brennur fyri føroyskum dansi í skúlaskapi. Hvat er tá at gera við støðuna? Lítið. Tískil má hjálp koma aðrastaðni frá. Ein møguleiki er at senda boð eftir fólki, ið veruliga brenna fyri kvæðaundirvísing og duga serliga væl at gera hana spennandi
Í kanningini kemur fram, at fleiri lærarar høvdu fegnir tikið ímóti hjálp uttanífrá. Dávid Nattestad leggur upp til, at ungdómsfelagskapurin Ung í dansi, ið er dótturfelag Slái ring landsfelag føroyskum dansi at frama, kundi staðið fyri uppgávuni at vitja teir skúlar, ið hava hjálp fyri neyðini. Júst hvussu hetta megnararbeiðið skal skipast, kemur ikki greitt fram, tí slík skipan skal gjøgnum almenna geiran. Men lagt verður upp til, at tað eru teir ungu, tó garvaðu dansarnir, ið kundu standa skulu fyri hesi kvæðaundirvísing.
Tað er rættiliga misjavnt, hvussu nógv føroyskur dansur fyllir hjá lærarum, sum skulu undirvísa í evninum. Í kanningini hjá Dávid Nattestad kemur fram, at meirilutin av teimum spurdu, 61 %, siga, at tey ikki ganga til føroyskan dans uttan fyri skúlatíð og ikki eru limir í dansifelag. Hjá teimum flestu, sum svara, fyllir kvæðaundirvísing miðal nógv; 39 prosent siga, at teir undirvísa í evninum av og á, sama prosenttal siga, at tað fyllir nógv. Bara 22 prosent siga, at kvæðaundirvísing fyllir lítið. Hesi, sum siga, at kvæðaundirvísing fyllir lítið, grundgeva við, at teir ongan áhuga hava fyri føroyskum dansi, og at tað ikki hoyrir heima í lærugreinini, sum teir undirvísa í.
Onnur tíðindi
-
08.05.2026Tá skúlin verður til ein bý
-
07.05.2026Kanning munadygt leiðsluamboð
-
06.05.2026Lærarafelagið aðalfund leygardagin
-
06.05.2026Royndarverkætlan økt rørsluvirkni í skúlatíð í Suðuroy
-
04.05.2026Rørsla týðandi partur í skúladegnum
-
04.05.2026Veronika Petersen skúlastjóri á Fossánesi