Tíðindi
Lærarin er lykilin til ein góðan fólkaskúla
At hava nokk av góðum og væl útbúnum lærarum merkir, at tað í fólkaskúlunum kring landið ber til at skipa undirvísing, har lærarar t.d. kunnu undirvísa smærri bólkum av næmingum. Møguleikarnir hjá læraranum at røkka hvørjum einstøkum næmingi eru munandi betri í einum lítlum bólki, og av tí sama verða lærufortreytirnar hjá næmingunum eisini betri.
Tað er ikki vist, at ein tílík skipan skal bera til allar tímarnar, men í øllum førum ein fittan part av tíðini. Tí tað gagnar hvørki lærara ella næmingum at hava ov stórar flokkar. Tíðin hjá læraranum til hvønn einstakan næming er alt ov lítil. Gongda leiðin er heldur, at fleiri lærarar verða settir í starv, soleiðis at tað ber til at undirvísa í smærri bólkum.
Og tað er brúk fyri lærarum. Ikki nøkrum øðrum. Fólkaskúlalærarin er tann einasti, sum er útbúgvin til at undirvísa í fólkaskúlanum. Tað er ásett í fólkaskúlalógini, og hon eigur sjálvandi at verða fylgd. Tí skuldi tað eisini sagt seg sjálvt, at tað er lærarum, tað er brúk fyri í fólkaskúlanum. Tað er jú bara hann, sum er útbúgvin til tað.
Um vit t.d. vilja smíða eini nýggj hús, er nokk skilabest at fáa ein húsasmið at smíða húsini. Hann er jú útbúgvin til tað. Og tá ið vit hava tannapínu, fara vit til tannlæknan, sum er útbúgvin til at hjálpa okkum.
Tað sama er galdandi við fólkaskúlanum. Lærarin er útbúgvin til tað arbeiðið.
Og Námsvísindadeildin á Setrinum tekur sær av at útbúgva lærarar til fólkaskúlan í Føroyum. Har verða lærarar útbúnir til at undirvísa í teimum ymisku lærugreinunum. Læraralesandi velja sær nakrar lærugreinir, sum tey ætla sær at undirvísa í. Tey ogna sær fakligar førleikar og holla vitan í ávísu lærugreinunum.
Aftur at vitanini og førleikunum í sjálvari lærugreinini læra tey lesandi eisini, hvussu undirvísing skal leggjast til rættis, soleiðis at næmingarnir fáa sum mest burturúr. Tað krevur gott innlit og góða vitan at leggja næmingalagaða undirvísing til rættis. Hetta er umráðandi vitan, sum læraralesandi nema sær í læraraútbúgvingini.
Og so er tað trivnaðurin hjá næmingunum, sum sjálvandi er ógviliga týdningarmikil. Lærarar leggja nógva orku í, at næmingarnir trívast í skúlanum. Trívast næmingarnir, so læra teir, og læra næmingarnir, so trívast teir. Tí leggja lærarar stóran dent á at tryggja sær, at næmingarnir finna seg væl til rættis og kenna seg væl í skúladegnum. Tað verður t.d. gjørt við práti og samrøðum við einstakar næmingar, flokkin, aðrar lærarar og foreldur. Hesin parturin av lærarastarvinum fyllir nógv, tí arbeiðið verður ongantíð liðugt.
Tí er lærarin eisini útbúgvin at taka sær av trivnaðinum hjá næmingunum. Tað er ikki altíð lætt, men lærarar hava nomið sær vitan og førleikar at taka sær av slíkum arbeiði, so lærarar duga tað, tí teir eru útbúnir til tað.
So um vit vilja tryggja okkum, at skúlagongdin hjá næmingunum skal hepnast so væl sum gjørligt, er ein góð loysn at seta fleiri lærarar í starv. Lærarin er útbúgvin til at undirvísa í fólkaskúlanum, og tí er hann lykilin til at tryggja næmingum í fólkaskúlanum eina góða skúlagongd.
Sjónarmið, sum stendur í Skúlablað nr 2, 2026.
Onnur tíðindi
-
08.05.2026Tá skúlin verður til ein bý
-
07.05.2026Kanning munadygt leiðsluamboð
-
06.05.2026Lærarafelagið aðalfund leygardagin
-
06.05.2026Royndarverkætlan økt rørsluvirkni í skúlatíð í Suðuroy
-
04.05.2026Rørsla týðandi partur í skúladegnum
-
04.05.2026Veronika Petersen skúlastjóri á Fossánesi