Tíðindi

Knýt undirvísingina í alis- og evnafrøði til gerandisdagin

21.04.2026
Nýggj námsætlan er komin til alis- og evnafrøði. Tað eru Fía í Skorini, Johann Petersen og Poul Grunnveit, ið hava staðið fyri arbeiðinum. Í nýggju námsætlanini verður størri dentur lagdur á verkliga partin, at gera undirvísingina viðkomandi og størri frælsi til læraran at skipa undirvísingina.

Í Skúlablaðnum, sum júst er komið, er samrøða við Fíu í Skorini, Johann Petersen og Poul Grunnveit, ið hava gjørt nýggju námsætlanina í alis- og evnafrøði.

1. Hví er neyðugt at hava eina (nýggja) námsætlan?

Fía: Lærugreinin alis- og evnafrøði er týðandi partur av náttúruvísindaligu búgvingini. Tað hevur týdning fyri albúgvingina hjá næmingunum at fata og duga at virka í júst okkara samfelagi í Norðuratlantshavi. At teir fata, hvussu heimurin er skrúvaður saman, og at teir duga at luttaka við síni vitan um tað náttúruvísindaliga í gerandisdegnum. Tí eigur námsætlanin at vera løtt at skilja og brúka hjá lærarunum, umframt at hon rúmar tí menning, sum er í samfelagnum.

Poul: Gamla námsætlanin var nakað stirvin og legði ov lítlan dent á granskandi elementið. Innihaldið í lærugreinini má lagast til samfelagið, vit liva í.  At mann so velur fullkomiliga at bróta upp úr nýggjum, haldi eg, er lærugreinini at frama.

Johann: Einki stendur í stað, heldur ikki frálæran í alis- og evnafrøði. Hóast nógv av evnunum eru aldargomul, so eru undirvísingarhættir o.a. í stórari broyting. Eitt nú verður í útheiminum og rundan um okkum nógv tosað um “STEM” og “STEAM”, og hvønn týdning tað hevur og fer at hava í framtíðini.

2. Hvussu hevur lærugreinin tað í dag?

Fía: Lærugreinin hevur tað gott. Mestsum allir næmingar velja lærugeinina. Men her er vert at leggja aftrat, at ofta er tað, tí foreldrini halda, at tað hevur týdning. Tí meti eg, at lærugreinin væl kundi verið krav í fólkaskúlanum.  

Johann: Men eg haldi, at við alis- og evnafrøði er tað sum við nógvum øðrum lærugreinum í fólkaskúlanum ein vandi, at lærugreinin gerst ov bóklig og akademisk heldur enn praktisk og forvitnislig – javnvágin hevur stóran týdning.

Poul: Vit vita eisini, at lærugreinin er upptøkukrav til ávísar breytir á miðnámi, so tað spælir helst inn hjá summum. Annars haldi eg, at flestu næmingum dámar væl lærugreinina. Serliga verkliga partin – sjálvandi. Næmingunum dámar væl at eksperimentera, eygleiða og koma fram til møguligar loysnir.  

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 2, 2026

Mynd: Árni Øregaard