Tíðindi

Hvat vilja næmingar læra um kropp og kynslív?

24.04.2026
Nógv ungfólk halda, at innihaldið í seksualundirvísingini í skúlanum samsvarar ikki við tað, sum tey vilja hava meiri vitan um. Tað vísir norsk kanning.

– Hvar leita ungfólk eftir upplýsingum um kynslív og seksualitet? Tað spyr Rikke Tokle, granskari, um. 

– Sambært teimum, sum vit hava tosað við, fáa tey meiri at vita frá vinum enn foreldrum, og nógv halda, at tey fáa betri svar á netinum enn í skúlanum, sigur hon.

Hon hevur saman við Kari Stefansen, granskingarfelaga, skrivað frágreiðingina «Det handler om å passe inn»: kjønns- og seksualitetsmangfold i ungdomskulturen. Tað er norski Barnabati, sum hevur biðið um frágreiðingina. Kanningin, sum frágreiðingin tekur støði í, byggir á samrøður við 153 ungfólk um kyn og seksualitet.

Kynslív snýr seg um meiri enn anatomi

Flest ungfólk, sum granskararnir tosaðu við, halda, at tey lærdu ov lítið um evnið í skúlanum. Ein segði:

«Tað er vanliga akkurát sum: «Soleiðis setir tú eina hít á (…) men tað er so nógv annað, sum hendir í kynslívinum, sum vit ikki tosa um.»

Slíkar søgur ganga aftur í samrøðunum.

Nógv av teimum ungu hildu, at tey lærdu nógv um anatomistisku og fysiologisku viðurskiftini við kroppi og kyni, men lítið um kenslur og samskifti rundan um kynslív.

Summi fingu væl burtur úr undirvísingini

Ein teirra, sum hevur tikið lut í kanningini, sigur soleiðis: «Eg havi lært anatomi í skúlanum. Tað er tað.»

Onnur søgdu frá, at tey hava fingið nógv burtur úr seksualsundirvísingini í skúlanum. Summi tóku fram einstakar lærarar ella uttanhýsis fakfólk, sum komu í skúlan og høvdu undirvísingarupplegg.

– Vit mugu tosa um sosialt trýst, status og hug

Granskararnir siga, at lærarar kunnu gera nógvar tillagingar at fáa undirvísingina meiri viðkomandi. Undirvísingin í seksualiteti eigur at vera meiri enn lívfrøði og løgfrøði, heldur Kari Stefansen. 

– Vit eiga at tosa um sosialt trýst, status, hug og annað við ungfólkini. Haraftrat eiga vit at taka við, at kroppar kunnu vera ymiskir, hava ymiska útsjónd, og tað sama við kynssamleika og seksuellum praksissi, sigur hon.

Ungur seksualitetur fløktur

Tokle heldur, at vit eiga at taka ynskið hjá ungfólki at fáa meiri vitan um seksualitet í størri álvara.

– Tað er umráðandi, at ungfólk føla, at undirvísingin snýr seg um tey og teirra lív, og at tey fáa ein týðandi amboðskassa, sigur granskarin.

– Ungur seksualitetur er ógviliga fløktur sosialt og eisini kensluliga. Kenslur og samskifti eiga at vera týðandi evni í undirvísingini, heldur hon.

– Hevði viljað, at eg hevði lært, at tað er í lagi at vera øðrvísi

Nógv sóknast at læra meiri um sosialu og kensluligu síðurnar við kynslívi. Haraftrat uppliva nógv ungfólk, at hinskyndur seksualitetur fær alt uppmerksemi í undirvísingini, og at lærarar í høvuðsheitum bara hava fyrilit fyri siðbundnum kynsleiklutum. Dreingir og gentur verða ofta býtt sundur í bólkar og undirvíst innan fyri karmarnar av siðbundnum fatanum av seksualiteti og kyni.

Onnur fyribrigdi galdandi fyri kynssamleika

  • Ung, sum ikki kenna seg aftur í kyninum, tey upprunaliga eru, brúka ymisk fyribrigdi um seg sjálv, so sum trans ella ikki-biner, ella tey tosa um, at tey hava uppliva kynsdysfori.
  • Kynsdysfori er óbehag ella sálarlig strongd, sum kann koma í, tá ið kynssamleikin ikki samsvarar við kynið, tú ert skrásett sum, tá ið tú ert fødd/ur.
  • Í frágreiðingini koma fyribrigdini kynsresonansur og kynsdisresonansur fyri sum alternativur máti at lýsa upplivingarnar hjá ungum av kyninum. Kynsresonansur lýsir eina uppliving av kropsligari, sosialari og samleika harmoni, meðan kynsdisresonansur lýsir spenningar ella brot millum kropp, norm og sjálvsfatan.

Okkurt manglar í undirvísingini

Nógv søgdu, at okkurt manglar í undirvísingini, og at tey høvdu viljað lært meiri um óvanligan seksualitet. Tey sóknaðust eftir viðkomandi upplýsingum og søgum, sum normaliseraði øðrvísi kynslív. Fleiri av ungfólkunum, sum kenna seg øðrvísi, lýstu royndirnar við at føla seg útihýst í seksualitetsundirvísingini. Ein genta segði:

«Fyrst og fremst hevði eg viljað, at eg hevði lært, at tað er í lagi at vera øðrvísi, nakað sum er so einfalt.»

Internet og porno keldur til upplýsingar

Nógv ungfólk tóku netið og sosialar miðlar fram sum upplýsingarkeldur, serliga ungfólk, sum kenna seg øðrvísi og ikki identifisera seg við kynið, tey upprunaliga hava fingið. Ein genta segði, at hon føldi, at hon mátti gera «sína egnu kanning». Hon segði soleiðis:

«Vit hoyra, at tá tú hevur samlegu, kanst tú verða smittað/ur, men hvat kann henda, tá eg havi samlegu við eina gentu? (…) Tí fór eg at leita eftir upplýsingum, serliga á síðuni Skeiv Ungdom. Eg minnist, at eg las hvussu tú gert. Eg var lættað. Kundu tit ikki bara hava fortalt mær tað?»

Fleiri søgdu, at tey hugdu at porno fyri at fáa meiri at vita um kynslív. Tey flestu vóru greið yvir, at porno gevur eina órealistiska mynd av kynslívi, men at tað kortini hjálpir upp á misskiljingar og ótryggleika.

Munurin stórur

Ein drongur segði soleiðis: «Mann hyggur at pornostjørnum, sum hava tann perfekta kroppin, og so verður tú óskikkur upp á teg sjálvan.»

Tokle heldur, at seksualundirvísingin hevur eina týðandi uppgávu at gera myndina av kynslívi nógv meiri fjølbroytta enn myndin, sum tey ungu fáa av at brúka internetið, og somuleiðis at hjálpa teimum at menna eitt mál fyri kynslív.

– Í porno eru kroppur og handling í fokus, ikki kenslur, tryggleiki og samskifti. Kropparnir eru perfektir, kynslívið ofta rátt og fløkt. Munurin á hesum og veruleikanum er stórur hjá nógvum, sigur granskarin.

– Fara um mørk

– Høvuðsmyndin er, at seksualundirvísingin ikki rakar ungfólk heilt. Ikki tí at tey ikki vilja læra um nøring, fyribyrging og kynssjúkur, men tey vilja hava annað og meiri, sigur Kari Stefansen. 

Granskararnir halda, at tað hevur týdning at miðla, at kynslív kann vera nógv annað enn samlega. Av tí at kynslív er nakað, tú mást læra við at royna teg fram og gera mistøk, eigur ungdómur at læra, hvussu tú kennir og viðurkennir mørk.

Ikki nóg mikið at læra um samtykki

– Fyribrigdið etiskt kynslív kann vera gagnligt. Alt ov nógv ung føla, at tað verður farið um mørk. Vit halda, at ungfólk hava brúk fyri seksuellum grundførleikum. Tey mugu skilja egin mørk, mørkini hjá øðrum og læra seg at samskifta um hesi. Tað er tá hesir grundførleikarnir mangla, at tað verður trupult, sigur hon.

Frágreiðingin hjá Rikke Tokle og Kari Stefansen eitur: «Det handler om å passe inn»: kjønns- og seksualitetsmangfold i ungdomskulturen. NOVA Rapport 2/26, 2026.

Dátugrundarlagið er kvalitativar samrøður við einum sosiodemografiskum úrvali av ungfólki í aldrinum 17–19 ár. Til samans 153 ungfólk vóru við.

Kelda: forskning.no