Tíðindi

Hvat hevur barnaáskoðanin at siga fyri, hvussu tú møtir barninum?

01.04.2026
Í heyst verður høvi at hoyra Bo Heljskov Elven halda ein fyrilestur við heitinum: “Smáir einglar ella lortungar.” Bo Heljskov Elven og Rane Willerslev taka lut á evnisdegi á Hotel Føroyum, sum Sálarfróði skipar fyri.

Bo Hejlskov Elven er sálarfrøðingur, fyrilestrahaldari og hevur skrivað 20 bøkur, ið eru týddar til 15 mál. Hann verður mettur at vera fremsta fakfólk í Norðurlondum, tá talan er um arbeiðsháttin low arousal. Bo Hejlskov Elven gjørdi low arousal kent í Norðurlondum; hann menti eina praktiska, námsfrøðiliga tilgongd viðvíkjandi, hvussu fakfólk kunnu nýta hendan arbeiðsháttin til at handfara trupula atferð hjá børnum. Bo Hejlskov Elven hevur síðani 2004 førleikament námsfrøðingar, lærarar og aðrar fakbólkar í, hvussu vit í verki arbeiða við low arousal, umframt at hann hevur granskað og skrivað bøkur um evnið.  

Low arousal fyribyrgir samanbrestir

Low arousal er ein ikki-konfronterandi arbeiðsháttur at møta menniskjum. Høvuðsdenturin verður lagdur á, at tað er starvsfólkið, sum við greiðari og róligari atferð stuðlar barninum at finna nýggjar valmøguleikar, sum eru skilabetri í avbjóðandi støðum. Boðskapurin er heilt einfaldur – ró smittar. Eitt barn í sinnismuni hevur ikki tørv á at blíva konfronterað ella kontrollerað. Harafturímóti hevur barnið tørv á at verða møtt við greiðari, men róligari atferð, og á hendan hátt verða stuðlað í eini niðurtrapping av sinnismuni. Tá hesar snildir rigga, fyribyrgir starvsfólkið aggressiva atferð í barninum, og relatiónin teirra millum verður sterkari, heldur enn at barnið tekur frástøðu frá tí vaksna.

Gransking vísir, at low arousal er við til at dempa og fyribyrgja, at konfliktir taka seg upp. Samanbrestir í skúla og á dagstovnaøki standast ofta av teimum vaksnu, tí tey t.d. herða krøv, skelda, krevja eygnasamband ella vænta, at barnið kann siga nakað skilagott, meðan tað er í sinnismuni. Men eitt fakfólk, sum dugir at møta barninum við arbeiðsháttinum low arousal, megnar at køla konfliktina niður við at stuðla barninum í at sjálvregulera, samtíðis sum reglur og normar verða vird. Hetta fyribyrgir, at konfliktir koma í og stuðlar undir, at barnið mennist. 

Útbreiðslan av low arousal

Tá Bo Hejlskov Elven í 2004 fór undir at útbúgva sosialpedagogar í arbeiðsháttinum low arousal, væntaði hann, at tað fór at taka eini tvey til trý ár, til øll kendu henda arbeiðsháttin og vóru farin at nýta hann, og at hetta fór at vera ein lutfalsliga einføld uppgáva. Bo Hejlskov Elven var av teirri fatan, at flestu valdsnýtslur henda ikki, tí at starvsfólkfólk vilja, støðan gerst harðlig, men av tí, at starvsfólk ikki vita, hvat tey annars skulu gera, um støðan gerst spent. Bo Hejlskov Elven væntaði, at tá starvsfólk fáa amboð at handfara stríðsstøður, fara hesar støður at hvørva. Hetta varð tó ikki úrslitið. Bo Hejlskov Elven fann út av, at inni á stovnum og í skúlum hava starvsfólk ofta ymsa barnaáskoðan, og hetta førir til ymsar meiningar um, hvussu starvsfólk meta, at barnið, næmingurin ella borgarin eigur at verða møttur, tá atburðurin víkir frá tí vanliga. Summi starvsfólk mettu, at fakfólkið átti at nýta revsing og konsekvens sum námsfrøðiligt amboð, meðan onnur sóu fjálgu relatiónina sum stýritól. Niðurstøðan hjá Bo Hejlskov Elven var, at tað var ein heilt ávís barnaáskoðan, sum var ráðandi fyri, um low arousal eydnaðist og samanbrestir so gott sum hvurvu. Og tá starvsfólkahópurin í felag hevði hesa somu barnaáskoðan, umframt hevði fingið venjing í low arousal, fóru børn og starvsfólk at trívast betur, og konfliktirnar gjørdust færri. 

Tað snýr seg um barnaáskoðan

Bo Hejlskov Elven leggur dent á, at low arousal ikki bara er ein arbeiðsháttur at handfara konfliktir. Low arousal byggir á eina heilt ávísa menniskja- og barnaáskoðan. Ein háttur at síggja atburð sum samskifti, ikki sum mótstøða. Einfalt sagt, so snýr tað sum um tvær barnaáskoðanir, ið skilir fakfólk, sum hava við børn at gera, sundur. Hesar barnaáskoðanir eru:

a)     børn handla skynsamt, um tey megna.

b)    børn handla skynsamt, um tey tíma.

Barnaáskoðanin, tú hevur, hevur stóra ávirkan á, hvussu tú handlar sum fakfólk. Heldur tú, at:

a)     børn handla skynsamt, um tey megna, so roynir tú sum starvsfólk at stuðla undir, at barnið ikki missir kensluna av at hava valmøguleikar og sjálvsavgerðarætt. Hetta merkir ikki, at tú góðtekur ringan atburð, men tú heldur, at um barnið kennir seg skilt, hoyrt og møtt, so eru útlitini betri fyri at barnið mennist. Low arousal og m.a. ástøðið sjálvsavgerðarrættur eru í samsvari við ta barnaáskoðan, at børn handla skynsamt, um tey megna.

b)    Børn handla skynsamt, um tey tíma. Við hesi barnaáskoðan roynir tú sum starvsfólk at revsa ringan atburð. Tú heldur, at summi børn tilvitað hava ringan atburð, og at hesin atburður skal verða møttur við konsekvensi. Áherðsla verður í minni mun løgd í at skilja djypri grundgevingina fyri, hví barnið ger, sum tað ger. Hesin háttur stavar frá behaviorismuni, sum var førandi tankagongd innan sálarfrøði í 1950-unum, og framvegis er stórur partur av okkara samfelag í dag.

Sambært fakfólki sum Bo Hejlskov Elven og Richard M. Ryan er tað eingin ivi um, at tað er barnaáskoðanin a) børn handla skynsamt, um tey megna, sum hevur bestu menningarúrslitini fyri barnið við sær. Tað ber snøgt sagt ikki til at møta børnum í samsvari við low arousal ella ástøðini sjálvsavgerðarrætti uttan at áherðsla verður løgd á at møta barninum, har tað er, við forvitni at skilja atburðin, fram um bara at revsa atburðin.

Týdningurin av eini felags barnaáskoðan

Kjakið um barnaáskoðan er tó ikki nýtt. Tað er í øllum førum 2000 ára gamalt. Platon skrivar um kjakið millum Sokrates og Adeimantos, har teir hugleiddu, um menniskja var gott av natúr, ella um menniskja verður gott gjøgnum kontroll. Bo Hejlskov Elven skrivar:

“Eg helt, at tað snúði seg um, hvat vit gera. Men tað snýr seg í veruleikanum um, hvussu vit hugsa um tað, vit gera. Low arousal er í sær sjálvum bara ein háttur at handfara konfliktir. Men low arousal byggir á eina týdningarmikla barnaáskoðan. Og tað gevur ikki meining at brúka hendan arbeiðshátt, um ein ikki er samdur við hesum sjónarmiði.”

Sambært Bo Hejlskov Elven hevur tað neiligar avleiðingar við sær, tá starvsfólk í skúlum ella stovnum hava ymiskar barnaáskoðanir. Stovnar og skúlar eiga at hava eina felags barnaáskoðan, tí at hópin av gransking vísir, at barnaáskoðan ávirkar mentanina á stovnum og skúlum. Menniskjaáskoðan, ið byggir á løn og revsing ger, at vit hava lyndi til at detta aftur í gamlar vanar, og hetta kann lættliga føra til, at behavioristiskir tankar og gerðir koma at ráða í okkara arbeiði við børnum. Um okkara barnaáskoðan stuðlar undir revsing, so økjast sannlíkindini fyri, at vit handla óprofessionelt, tá vit eru strongd ella troytt. Vit eru tá eyka ávirkilig av óvitvísum tonkum og kenslum og kunnu lættliga handla óskynsamt av orsøkum, sum m.a. stava frá okkara barndómi, uttan at vit eru greið yvir hetta. 

Men ein verja ímóti, at behavioristiska ella óvitvísa tankagongdin tekur yvir er, at starvsfólk standa saman um somu barnaáskoðan, nevniliga tann, ið sigur, at børn handla skynsamt, um tey megna.

Bo Hejlskov Elven er av teirri fatan, at leiðslan í dag nógvastaðni í størri mun stuðlar arbeiðinum at skapa eina felags barnaáskoðan og eina felags tilgongd. Tað gevur vón, og tað gevur meining. Tá dugnaligi námsfrøðingurin ella lærarin hjálpir barninum at niðurtrappa úr sinnismuni, uttan at barnið merkir tvingsil, er ein røð av jaligum avleiðingum. Stríðsstøður fækka, og bæði børn og starvsfólk trívast betur.

Kanningar vísa, at lærarar og námsfrøðingar seinastu árini hava boðað frá einum vaksandi tali av stríðsstøðum á stovnum og skúlum. Talið av lærarum  og námsfrøðingum, sum boða frá harðskapi, er vaksandi. Men á stovnum og skúlum við felags barnaáskoðan, har low arousal er partur av arbeiðháttinum, síggjast í minni mun trupulleikar, sum eru lýstir her. Nógv bendir á, at ein felags barnaáskoðan og arbeiðshátturin low arousal hava ein avgerandi leiklut í at fyrbyrgja, at stríðsstøður taka seg upp.

Vilt tú hoyra fyrilestrarnar við Bo Hejlskov Elven og Rane Willerslev kanst tú skriva til salarfrodi@salarfrodi.fo

Les meira á salarfrodi.fo