Tíðindi

Forskúli ein góð skúlabyrjan

28.04.2026
Forskúli er ikki tað sama sum at byrja í skúlanum eitt ár fyrr; hinvegin er nógv tíð til frítt spæl og spælandi læring. Næmingarnir verða slúsaðir inn í skúlan í stigum, og tað er heilt vist gott fyri teir. Tað sigur Nomi Jacobsen, skúlastjóri í Skála skúla.

At næmingar ganga í forskúla ger skúlabyrjanina lættari og smidligari fyri bæði næmingar og lærarar. Tað sigur Nomi Jacobsen, skúlastjóri í Skála skúla. 

Lærarar, sum hava arbeitt í skúlanum, áðrenn forskúlin kom, siga, at tað er munur á næmingunum tá og nú. Lærarin, sum verður flokslærari, vitjar javnan í forskúlanum, soleiðis at hann kemur at kenna børnini, og tey koma at kenna hann, áðrenn tey byrja í fyrsta flokki. Tað er gott fyri skúlabúningina og fakligu menningina, at næmingarnir ganga í forskúlanum seinasta árið. Vit hava bara góðar royndir, og eg havi bara gott at bera forskúlanum.

Sambært kunngerðini um forskúlan eru líka nógvir lærarar sum námsfrøðingar í forskúlanum. Forskúlin í Skála skúla byrjar somu tíð sum skúlin, tó kunnu børnini møta seinni, heilt til klokkan 10. Hann hevur høli fyri seg í skúlanum.

Nógvir fyrimunir eru við tí. So líðandi út á skúlaárið koma næmingarnir meiri og meiri inn í skúlan. Teir eru við til øll tiltøk í skúlanum og taka á jøvnum føti við hinar næmingarnar í skúlanum lut í grønu verkætlanini, og fast ein dag um vikuna eru teir úti í útiskúla. Forskúli er ikki at byrja í skúlanum eitt ár fyrr; hinvegin er nógv tíð til frítt spæl og spælandi læring. Næmingarnir verða slúsaðir inn í skúlan í stigum, og tað er heilt vist gott fyri teir.

Forskúlin í Skála skúla hevur fimtan ár á baki. Í ár eru 15 næmingar í forskúlanum. Sambært tølum frá Undirvísingarstýrinum eru teir 8 komandi ár.

Talið á forskúlabørnum komandi ár er 275 í 14 forskúlum.