Tíðindi

Fleiri raðfestingar á fólkaskúlaøkinum

09.04.2026
Nýggja samgongan heldur fram at arbeiða við barnalógini. Av raðfestingum á fólkaskúlaøkinum eru eitt nú flokslæraraleikluturin, tvílæraraskipanin, føroyskt sum annaðmál og orðblindaøkið. Landsroyndirnar verða endurskoðaðar enn einaferð.

Fólkaflokkurin fer at umsita mentan og skúla. Hvør fer at umsita ymsu málsøkini verður kunngjørt seinni. Í samgonguskjalinum viðvíkjandi barna- og ungdómsmálum stendur soleiðis:

Vit vilja arbeiða fyri bestu umstøðum fyri menning og læring heilt frá vøggustovu til hægri lestur.

Vit arbeiða víðari við Barnalógini.

Aldursmark á 15 ár skal setast á sosialar miðlar. Snildfon skal úr skúlunum.

Dagstovnaøkið skal hava bestu karmar. Dagstovnalógin skal dagførast, og karmarnir nútímansgerast. Vit skulu útbúgva námsfrøðingar samsvarandi tørvin.

Fólkaskúlin er fremsti mál- og mentanarberi okkara, og við endamálsorðing síni leggur hann lunnar undir fólkaræðisliga hugsan, kristna siðvenju og føroyska mentan. Vit vilja hava ein góðan fólkaskúla, har øll trívast, mennast og læra.

Vit vilja, at skúlarnir skulu fáa størri frælsi til at skipa ein skapandi skúla, har tað kreativa, handaliga og verkliga skal hava størri rúmd. Flokslæraraleikluturin eigur at verða styrktur og  tvílæraraskipanin ment.

Orðblindaøkið má raðfestast og skipast betri í skúlaverkinum.

Stórir møguleikar eru í talgilding og vitlíki, men tað hevur eisini avbjóðingar við sær. Tí skulu vit hava eina ætlan hesum viðvíkjandi, serliga innan fyri námsætlanir og próvtøkuhættir.

Skúlabygnaðurin verður viðgjørdur sum heild, eitt nú viðvíkjandi 10. flokki.

Landsroyndirnar í 4. og 6. flokki skulu endurskoðast.

Tilboð skulu vera til tey, sum ikki trívast og aftra seg við at fara í skúla.

Undirvísingin í føroyskum sum annaðmál skal styrkjast í øllum fólkaskúlanum, og vit skulu raðfesta móttøkuflokkar, so øll fáa javnbjóðis møguleikar.

Øll hava rætt til menning, læring og skúlagongd, og tí skal sernámsfrøðiliga økið betrast. Støðið skal altíð takast í næminginum, og tí skal tænastan flytast nærri næminginum. Skipanin við Sernámi skal eftirmetast.

Ung við serligum tørvi skulu hava møguleika til at taka eina gymnasiala ella yrkisrættaða útbúgving.

Miðnámsútbúgvingarøkið skal styrkjast, so fjølbroyttu útbúgvingarmøguleikarnir verða varðveittir um alt landið. Hartil skal javnvág vera millum ymiskar breytir og lærugreinaøki, eins og millum bókligar og handaligar útbúgvingar.

Vit vilja, at upptøkukrøvini frá fólkaskúla til miðnám skulu endurskoðast.

Yrkisútbúgvingarskipanin og háskúlalógin skulu endurskoðast.

Bókligar avbjóðingar skulu ikki forða næmingum at taka eina handverksliga útbúgving.

Vit skulu hava fleiri vinnuligir útbúgvingar í Føroyum. Eisini skulu skúlaskeið hjá lærlingum helst takast í Føroyum.

Les alt samgonguskjalið her

Mynd: kvf.fo