Tíðindi

Breið semja um at raðfesta fólkaskúlan

13.04.2026
Breið semja var millum valevni úr øllum flokkum um at raðfesta fólkaskúlan; tað kom fram á valfundi, sum Lærarafelagið skipaði fyri fyri løgtingsvalið. Hetta eru góð tíðindi, tí fólkaskúlin er ein av grundsúlunum í okkara samfelag og mest týðandi mentanarberin; tað er tørvur á íløgum í fólkaskúlan, so at lærarin kann geva øllum næmingum neyðugu umstøðurnar at læra og búnast í. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Breið semja var millum valevni úr øllum flokkum um at raðfesta fólkaskúlan; tað kom fram á valfundi, sum Lærarafelagið skipaði fyri fyri løgtingsvalið. Hetta eru góð tíðindi, tí fólkaskúlin er ein av grundsúlunum í okkara samfelag og mest týðandi mentanarberin; tað er tørvur á íløgum í fólkaskúlan, so at lærarin kann geva øllum næmingum neyðugu umstøðurnar at læra og búnast í.

Á degnum hjá fólkaskúlanum eina viku undan løgtingstingsvalinum vóru valevni boðin aftur á skúlabonk at hoyra, hvat gongur fyri seg í skúlanum og eftir tað at vera við í pallborðsorðaskifti um fólkaskúlan. Valevnini løgdu fram, hvat valskráirnar hjá flokkunum søgdu um fólkaskúlan, og hvør teirra hugsan var um umstøðurnar og innihaldið í fólkaskúlanum. Tey, ið vóru møtt á fundinum, skiftu orð við valevnini um fólkaskúlan, settu teimum spurningar og komu við sínum viðmerkingum, so at valevnini fingu eina góða lýsing av fólkaskúlanum, ið tey vildu taka við í politisku raðfestingarnar næstu fýra árini.

Allir flokkar vilja raðfesta tvílæraraskipanina og eftirútbúgving av lærarum. Valevnini vóru so avgjørd í hesum, at vit rokna við, at tað verður ein breið politisk semja um, at eftirútbúgvingin verður styrkt, og at skipanin við tveimum lærarum í flokkinum verður munandi útbygd.

At fáa tveir lærarar í hvønn flokk fer at verða eitt skúlapolitiskt frambrot, ið lærarar hava spurt eftir í langa tíð. Tá tveir lærarar eru í flokkinum, eru umstøður at møta næminginum og skipa undirvísingina sum endamálsorðingin í fólkaskúlalógini ásetur; eitt nú, at pláss er fyri upplivingum, djúphugsan og at venja síni evni til sjálvstøðuga meting.

Semja var eisini millum valevni um, at landsroyndin eigur ikki at halda fram í verandi líki ella í øðrum lagi at verða tikin av; hesi hugsan taka nógvir lærarar undir við. PISA-kanningin og landsroyndin hava sett dagsskránna við royndum og førleikamálum í alt ov langa tíð, og tað kann tykjast, sum myndugleikarnir hava sæð næmingarnar sum roknistykki heldur enn børn og ung, ið skulu uppalast og dannast við umsorgan.

Talgildingin og vitlíki fylla nógv í gerandisdegnum hjá børnum og ungum; hetta sæst eisini aftur í skúlanum. Næstu fýra árini má fólkaskúlin fáa tamarhald á tøknini, og støða má takast til vitlíki í fólkaskúlanum. Kt-vørðurin gongur undan í fólkaskúlanum, tá tað kemur til talgildisbúgvingina, bæði hjá lærarum og næmingum, tí má kt-vørðurin útbúgvast til nýggja veruleikan og fáa meira arbeiðstíð.

Tað var eisini semja millum valevnini um fleiri aðrar batar í fólkaskúlanum, eitt nú at seta fleiri lærarar til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál, at flokslærarin skal hava betri umstøður, at handaligu og listarligu lærugreinarnar skulu hava størri pláss í skúladegnum, at tíggjundi flokkur eigur sítt pláss, og at lærarar skuldu hava trygga setan.

“Valdið aftur til læraran” vóru eini greið boð hjá nøkrum valevnum, sum vildu geva lærarum umstøður at leita aftur til endamálið við fólkaskúlanum. Fólkaskúlin er ikki ein kapping um at fáa sum mest í úrtøku, har førleikamál og royndir eru ráðandi, men ein berandi stovnur í samfelagnum, har lærarin eigur at fáa álit og umstøður at læra og búgva næmingarnar til samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.

Vit fegnast um, at tað var breið politisk semja millum valevnini um at raðfesta fólkaskúlan. Vit vóna og rokna við, at komandi samgonga fer at finna breiðar semjur, sum styrkja fólkaskúlan, tí fólkaskúlin er ein grundsúla og mest týðandi mentanarberin í okkara samfelag.

Oddagrein í Skúlablað nr 2, 2026.