Tíðindi
Barnið tekur orðið
Ein førleikakanning undir heitinum, Barnið tekur orðið, er nýtt føroyskt amboð at kanna mál og ljóð hjá børnum undir skúlaaldri. Ein fakligur amboðskassi við eitt nú kubbum og kortum við myndum fær barnið at spæla seg ígjøgnum kanningina.
Ólavur Højgaard, ið rekur fyritøkuna Tala & Hoyrn, hevur ment eina førleikakanning við heitinum, Barnið tekur orðið, sum er eitt amboð at kanna málsligu og ljóðfrøðiligu førleikarnar hjá børnunum niðan fyri skúlaaldur.
Talan er um ein amboðskassa, sum m.a. inniheldur myndakubbar og myndakort, so barnið kann fara spælandi ígjøgnum kanningina saman við t.d. talilærarum, námsfrøðingum ella foreldrum. Endamálið er at staðfesta málsliga og ljóðfrøðiliga støðið hjá barninum, sum eisini kann hava samanhang við hoyrnina hjá barninum. Harumframt inniheldur amboðskassin góð ráð um, hvussu barnið kann mennast víðari m.a. við at nýta ymisku lutirnar í amboðskassanum.
Ólavur Højgaard starvaðist í nærum 40 ár sum tali- og hoyrilærari í Skúlanum á Trøðni og Sernámsdeplinum. Hann hevur seinnu árini rikið fyritøkuna Tala & Hoyrn, sum veitir serkøna ráðgeving á økinum.
- Eg havi í mínum starvi hitt nógv foreldur, sum hava verið ørkymlað um mál, úttalu og ljóð hjá barni teirra. Og tí havi eg nú savnað ein stóran part av tí tilfari, sum eg havi brúkt í mínum starvi, í einum amboðskassa, ið ber heitið, Barnið tekur orðið. Vit skulu nevniliga hjálpa barninum at taka orðið so tíðliga í lívinum sum gjørligt undir tryggum umstøðum, sigur Ólavur Højgaard.
Ljóð og myndir
Barnið tekur orðið hevur sum aðalmál at skapa løtur, har barnið hugnar sær við myndakortum og myndakubbum, meðan barnið samstundir lærir ljóðini, orðini og setningsgerðina so við og við.
- Í samtalu og spæli tekur barnið orðið, og við góðari vegleiðing úr amboðskassanum geva hesar løturnar okkum innlit í ljóðfrøðiligu og málsligu støðuna hjá barninum, greiðir Ólavur Højgaard frá.
Hann vísir á, at Barnið tekur orðið kann vera eitt hent amboð hjá bæði fakfólki, foreldrum og øðrum avvarðandi, ið taka sær av børnum, sum hava avbjóðingar við máli, ljóði og hoyrn.
- Umframt at hesin amboðskassin kann staðfesta málsliga og ljóðfrøðiliga støðið hjá barninum, so er hetta eisini eitt amboð, sum gevur íblástur og hjálp til at fara í holt við eina málsliga menningartilgongd hjá barninum, áðrenn tað kemur í skúlaaldur, sigur Ólavur Højgaard.
Amboðskassin
Førleikakanningin eru í tveimum pørtum – skrásetingarkort og talikubbar, sum eru prýdd við myndum. Kortini verða brúkt til at meta um úttalu, orðanøgd og setningsgerð hjá barninum, og harumframt verða kortini brúkt til at kanna hoyrnina. Talikubbarnir verða brúktir til at kanna úttaluna nærri við neyvt útvaldum orðum.
- Tað er avgerandi fyri málsliga menning, at barnið hevur góðar lívsumstøður. Barnið skal vera við í tí, sum hendir rundan um tað, og tað skal duga at seta navn á tað, sum tað sær – t.d. kunna siga, hvat ein lutur verður brúktur til. Barnið skal fyri skúlaaldur vera ført fyri at siga frá upplivingum og skilja tað, ið hendir, staðfestir Ólavur Højgaard.
Í einari handbók, sum er partur av kanningini, er vegleiðandi yvirlit, sum vísir, hvat børn eiga at duga málsliga í ymiskum aldri.
Tíðindaskriv frá Tala & Hoyrn
Onnur tíðindi
-
08.05.2026Tá skúlin verður til ein bý
-
07.05.2026Kanning munadygt leiðsluamboð
-
06.05.2026Lærarafelagið aðalfund leygardagin
-
06.05.2026Royndarverkætlan økt rørsluvirkni í skúlatíð í Suðuroy
-
04.05.2026Rørsla týðandi partur í skúladegnum
-
04.05.2026Veronika Petersen skúlastjóri á Fossánesi