Tíðindi
Akkerslærarar í føroyskum dansi muna væl
Hugurin hjá lærarum at undirvísa í kvæðum og føroyskum dansi má sigast at vera góður, tí umleið 75 prosent siga seg annaðhvørt dáma tað væl ella sera væl; bara 16 prosent siga, at teimum dámar tað minni væl og 10 prosent als ikki. Hetta kemur fram í kanning, sum Dávid Nattestad hevur gjørt í samband við bachelorritgerð sína á læraraútbúgvingini á Námsvísindadeildini. Tveir triðingar av lærunum siga, at teir onga hjálp fingu, tá ið teir fóru undir at undirvísa í kvæðum og føroyskum dansi. Hetta er sera høgt tal, og sambært Dávidi Nattestad stuðlar hetta ta fatan, sum hevur verið frammi fyrr, nevniliga, at nógvir lærarar standa námsfrøðiliga á berum, tá ið talan er um at undirvísa í hesum evninum. Hann heldur, at skal føroyska dansinum verða lív lagað í fólkaskúlanum, hevur tað týdning at fáa hjálp uttanífrá. Fleiri lærarar høvdu fegnir tikið ímóti hjálp uttanífrá, vísir Dávid Nattestad á í kanningini; hann leggur upp til, at ungdómsfelagskapurin Ung í dansi, ið er dótturfelag Sláið ring landsfelag føroyskum dansi at frama, kundi staðið fyri uppgávuni at vitja teir skúlar, ið hava hjálp fyri neyðini.
Elin Maria Ó. Olsen tekur undir við, at dansifeløg kvøða við næmingum. Vegleiðingin til námsætlanina leggur eisini upp til hetta.
- Tað er gott hugskot, sum Dávid Nattestad hevur, at Ung í dansi hjálpa føroyska dansinum í skúlunum; tey eru so ómetaliga dugnalig, og tað er so gott hjá næmingunum at spegla sær í ungum og frískum kvøðarum, men eg vænti, at tað verður trupult hjá teimum at røkka runt alt landið. Tí gevur tað meining at brúka lokalu dansifeløgini, eisini fyri at varðveita lokalu siðirnar innan kvøðing.
Summir skúlar hava akkerslærarar, sum samskipa føroyska dansin og kvæðaundirvísingina í skúlanum, sum tað eisini verður viðmælt í læraravegleiðingini til námsætlanina. Hetta hevur sera stóran týdning, heldur Elin Maria Ó. Olsen.
- Ein akkerslærari fær nakrar tímar í virksemisætlanini, sum viðkomandi brúkar at samskipa føroyska dansin og undirvísingina í kvæði í skúlanum; viðkomandi kann eisini hjálpa at leggja lag á hjá óroyndum lærarum. Sjálvsagt er hetta rættiliga tongt av, at skúlin hevur kvæðaáhugaðar lærarar. Kvæðahugnin, sum er fyri lærarar, hevur eitt nú til endamáls at kveikja áhugan millum lærarar, so tað er vón fyri, at allir skúlar kunnu hava kvæðaáhugaðar lærarar. Eitt annað hugskot er, at Nám hevur ráðgeva í føroyskum dansi og kvæðaundirvísing øllum førum tað tíðarskeiðið, dansað verður. Sum ritgerðin, Eingin skal hjá ungum alvi bragdarhugin forða, vísir, eru fleiri, sum ikki vita um námsætlanina. Eg ivist ikki í, at ein ráðgevi hevði munað, í øllum førum hesa fyrstu tíðina, meðan námsætlanin verður sett í verk.
Síðstu árini er nógv gjørt við at styrkja føroyska dansin og kvæðaundirvísingina í fólkaskúlanum, og tí er Elin Maria Ó. Olsen bjartskygd um støðuna hjá føroyska dansinum.
- Tað hava verið skeið í Námi í sambandi við, at námsætlanin var sett í gildi, og skúlar hava eisini havt høvi at bílagt kvæðakøn at koma út í skúlarnar at leggja lag á og lyfta undirvísingina. Nógvir hava tikið av, og eg haldi, at tað hevur munað væl. Kvæðahugnin fyri lærarum og kvæðastevnurnar fyri næmingum muna eisini sera væl; kvæðastevnan verður betur umtókt á hvørjum ári. Vit byrjaðu við 400 næmingum, og í ár hava 1600 verið. Lærarar lata sera væl at og síggja, at hon ger mun. Hjálparfólk, sum eru virkin í føroyskum dansi, siga eisini, at teir hava sæð eina menning; næmingarnir duga væl betur í dag samanborið við, tá fyrsta kvæðastevnan var. Og hetta er alt takkað lærarunum, sum undirvísa.
Les meiri um evnið í Skúlablað nr 1, 2026. Myndin er av kvæðastevnuni fyri næmingar í ár.
Onnur tíðindi
-
08.05.2026Tá skúlin verður til ein bý
-
07.05.2026Kanning munadygt leiðsluamboð
-
06.05.2026Lærarafelagið aðalfund leygardagin
-
06.05.2026Royndarverkætlan økt rørsluvirkni í skúlatíð í Suðuroy
-
04.05.2026Rørsla týðandi partur í skúladegnum
-
04.05.2026Veronika Petersen skúlastjóri á Fossánesi