Tíðindi

Tvílæraraskipan fyribyrgir serundirvísing

31.10.2025
Tá ið skúlin fór undir at hava tveir lærarar í skúlastovuni, minkaði tørvurin á serundirvísing. Talið á næmingum, sum skuldu útgreinast ella metast av sakkønum, minkaði úr 31 í 8 eftir tveimum árum í Austrått skúla í Noregi. – Vit hava flutt orkuna av skriviborðinum til næmingarnar, sigur Kjetil Gjerdevik, skúlastjóri.

Norskt er á skránni hjá fimta flokki í Austrått skúla í Sandnesi. Lærararnir Ann Helen Larsen og Emilie Lothe býta næmingarnar sundur í bólkar. Larsen klappar í hondunum, næmingarnir gera tað sama. So verður kvirt. 

– Nú koma eini boð. Lesið tekstin á síðu 54 og 55 í bókini Fabel. Á skíggjanum síggja tit nakrar spurningar, sum tit kunnu svara. Verða tit skjótt liðug, kunnu tit loysa stjørnuspurningarnar, sigur Larsen. 

Næmingarnir fara í gongd. Summir rætta hondina upp, lærararnir flyta seg runt millum øll borðini, og fleiri børn tosa um, hvussu tey skulu svara. Øll tosa spakuliga, friður eyðkennir skúlastovuna. Ein genta vil í gongd við fyrsta stjørnuspurningin og hevur brúk fyri hjálp.

– Er tað nakað í tekstinum, sum sigur, at August er einsamallur? spyr Lothe. 

– Tølini fóru til himmals

Austrått skúli fór undir tvílæraraskipan í 2023 av teirri orsøk, at talið á næmingum, sum fingu næmingalagaða undirvísing ein til ein ella við øðrum orðum serundirvísing, var nógv økt.

– Næmingasamansetingin var í broyting. Tað snúði seg eitt nú um fleirmæltar næmingar og sosioøkonomi. Tað hevði við sær fleiri sernámsfrøðilig átøk enn nakrantíð og ein stóran tørv á tilrættalegging. Tølini fóru til himmans. Vit høvdu meiri serundirvísing enn vanliga undirvísing. Okkurt mátti gerast, sigur Kjetil Gjerdevik, skúlastjóri. 

Tá ið hann tók við sum stjóri í Austrått skúla í 2017, var Universitetið í Stavanger í ferð við at leggja síðstu hond á eina verkætlan, har granskarar kannaðu, hvønn týdning tvílæraraskipan kann hava.

– Vit vóru við sum kontrollbólkur. Verkætlanin endaði. Í 2022 tóku vit dustið av kanningini og gjørdu av at fara undir eitt skipað átak, sigur Gjerdevik. 

Tvílæraraskipanin mennir fyrst og fremst kjarnulærugreinirnar norskt, støddfrøði og enskt, og eftir gott og væl tvey ár hevur átakið givið úrslit. Skúlaárið 2022-2023 skuldu 31 næmingar útgreinast ella og vigast av sakkønum; í dag er talið átta næmingar.

– Tað hevur týdning at leggja dent á, at næmingabólkurin er tann sami, men at vit arbeiða øðrvísi. Vit hava flutt orku frá skriviborðinum nærri næmingunum. Færri átøk merkir, at vit hava leysgivið orku, sigur Gjerdevik. 

Hann heldur, at tilgongdin í dag er meiri inkluderandi. Tann vanliga undirvísingin er styrkt, samstarvið og samskiftið millum lærararnar og millum lærararnar og onnur starvsfólk er betri. Tvílæraraskipanin gevur teimum orku, soleiðis at øll fáa tað, teimum tørvar í felagsskapinum. 

Máttu læra at deila

Málið hjá skúlanum er at hava dygdargóða undirvísing og læring við serligum denti á vanligu undirvísingina. Tað eru enn sernámsfrøðiligar tillagingar í skúlanum, men vanliga undirvísingin við tveimum lærarum stuðlar og lagar seg til, soleiðis at uppfylgingin fer fram í felagsskapinum. Tankin er, at tveir lærarar saman hugsa breiðari og finna fleiri loysnir.

– Skúlin hevði ein afturlítandi máta at skipa seg við einum lærara í skúlastovuni. Stuðlarnir, sum gingu kring um og hjálptu næmingarnar, fóru úr flokki í flokk. Talið á sernámsfrøðiligum átøkum vaks, og vit fingu fleiri stuðlar inn. Relatiónin til næmingarnar versnaði so hvørt, sigur Gjerdevik. 

Lærararnir í fimta, Ann Helen Larsen, Emilie Lothe og starvsfelagarnir, sum undirvísa triðja flokki, Jofrid Høie og Elisabeth Thodal, eru sera fegnir um nýggja gerandisdagin.

– Fleiri lærarar geva betri møguleika at stuðla einstøku næmingunum og geva betri uppfylging. Fyrr máttu vit bróta undirvísingina av fyri at taka okkum av ófriði. Tað sleppa vit frá, nú vit eru tveir, sigur Larsen.

Høie heldur, at tað er nógv friðarligari í skúlastovuni enn fyrr: – Eg haldi, at vit hava eina betri undirvísing. Vit kunnu eisini stuttleika okkum meiri saman við næmingunum, tá vit eru fleiri lærarar. Tað er lættari at fara til viks við næmingum, og tað er tryggari at fara túr, sigur hon.

– Tað gevur okkum eitt annað margfeldi í tímunum, tí vit duga ymiskt, sigur Lothe. 

Ikki mín, men okkara

Næstan uttan undantak arbeiða starvsfólkini í Austrått skúla bara á einum floksstigi. Tað hevur við sær, at allar avbjóðingarnar verða loystar millum lærararnar, sum arbeiða á sama floksstigi. Næmingar, sum tørvar serundirvísing ella eru serliga sárbarir, verða ikki tiknir úr skúlastovuni.

Við at skipa skúlan soleiðis, at lærarar undirvísa bara á einum floksstigi og at hava tvílæraraskipan, brúkar skúlin ikki vikarar uttanífrá. Er lærari burturstaddur, traðkar annar lærari á sama floksstigi til.

– Undirvísingarætlanin er broytt. Fyrr legði hvør einstakur lærari undirvísingina til rættis á sín hátt. Tað eitur ikki longur tín ella mín undirvísingarætlan, men okkara. Ætlanirnar tryggja, at øll eru innan fyri karmarnar, og at øll arbeiða innan fyri sama bygnað, sigur Gjerdevik. 

Ætlanin tryggjar, at allir lærarar og stuðlar hava atgongd til alt og skjótt kunnu stíga til. Ætlanirnar liggja savnaðar á einum stað. Verður sett inn í einum flokki við stutt skotbrái, vita øll, hvar tey kunnu finna undirvísingaruppleggið. Øll undirvísing skal verða løgd til rættis hósdagin í vikuna frammanundan.

– Vit í leiðsluni kunnu lættliga fylgja við og góðskutryggja tað, sum fer fram, sigur skúlastjórin.

– Hvussu hava lærararnir tikið ímóti nýggja bygnaðinum og leistinum?

– Førleikarnir, sum vit hava brúk fyri, eru evnini at samstarva og samskifta. Tað hevur víst seg at vera truplari enn vit hildu, viðurkennir Gjerdevik. 

At fara frá at vera í skúlastovuni við afturlatnari hurð og egnu ætlanum fyri undirvísingini til opna tilrættislegging og tvílæraraskipan hevur verið trupul hjá nógvum. Harumframt mugu lærarar geva seg undir at skipa alt saman við øðrum og samstarva og geva og taka.

– Starvsfólkini hava verið noydd at fara frá individualismu til samstarv og venja seg við at vera góðir starvsfelagar. Vit loyva okkum at vera ósamd og kjakast, vit virða hvønn annan og eru forvitin og áhugað í, hvat hvør einstakur kemur við, og vit mugu læra at taka ímóti og melda aftur, sigur Gjerdevik. 

Bengt Wik, deildarleiðari, sigur, at ein fortreyt er, at lærararnir eru sinnaðir at samstarva.

– Tað er munur á at vera einalærari og tvílærari. Vit kjakast alla tíðina um, hvat tað vil siga at arbeiða saman um undirvísingina. Allir lærarar mugu hava so stóran lut í tilrættisleggingini, at teir kunnu yvirtaka flokkin og undirvísingina. Tað ideella er, at teir tosa saman og kjakast um fakið soleiðis, at tað ikki verður mítt fak men okkara fak, okkara næmingar og felagsskapurin, sigur Wik. 

– Skal hetta eydnast, royna vit at seta góð toymi saman. Vit eru ymisk, tað fer altíð at vera ein avbjóðing. Øll arbeiða fyri at gerast betri.

Lærararnir játta, at tað hevur verið ein avbjóðing at fara til tvílæraraskipan.

– Vit hava verið noydd at finna ein máta at arbeiða uppá. Vit mugu læra okkum at vera saman um alt, og tað er ikki lætt hjá øllum. Nú duga vit betri, sigur Jofrid Høie. 

– Eg haldi, at tað er kveikjandi at arbeiða so tætt saman við øðrum. Eg hyggi at, hvussu onnur undirvísa og havi fingið nógv hugskot um, hvussu eg sjálv kann undirvísa. Eg haldi, at alt hongur betur saman, tá ið vit eru samd um uppleggið. Vit eru samansjóðað á annan hátt enn fyrr, sigur Elisabeth Thodal. 

Gjerdevik, skúlastjóri, viðurgongur samstundis, at umskipanin kann hava havt við sær, at onkur hevur sagt seg úr starvi, tí at leisturin ikki hóskar teimum. Øll, sum hava søkt um arbeiði í Austrått skúla, fáa góða kunning um, hvussu skúlin arbeiðir.

– Og summi hava søkt til okkara júst tí, at vit arbeiða sum vit gera, sigur Gjerdevik. 

– Dýr loysn 

Hann heldur eisini, at negativu reaktiónir í byrjanini so gott sum eru burtur nú. Fleiri er farin frá at hugsa “eg geri sum eg sjálv vil”, til at dáma sera væl at samstarva, sambært skúlastjóranum.

– Nú eru lærararnir mest upptiknir av, hvussu vit koma víðari. Men alt er ikki komið upp á pláss. Í tíðarskeiðum við nógvum ófriði og nógvum at gera er lætt at fara aftur til gamlar vanar. Tað hendir tó sjáldnari og sjáldnari. Í byrjanini komu lærararnir mangan ein og ein til leiðsluna, um trupulleikar vóru at samstarva.

– Nú tora teir at bjóða hvørjum øðrum av og seta spurningar fyri at finna bestu loysnirnar. Tað hendir enn, at vit mugu hjálpa, men lærararnir klára vanliga sjálvir at loysa trupulleikarnar, sum koma.

– Hvussu fíggja tit átakið?

– Loysnin er kostnaðarmikil, og vit eru í samskifti við myndugleikarnar, men gongdin, sum var, við einum stórum tali av metingum av næmingum av einum og øðrum slagi, máttu vit burtur frá. Her hava vit fingið sera góða hjálp frá sernámsfrøðiligu-sálarfrøðiligu tænastuni og ráðgevingini. Í einum tíðarskeiði brúktu vit meiri orku enn okkum var tillutað. Tí vórðu vit noydd at hugsa meiri strategiskt, hvussu vit brúka orkua. Vit hava eina væntan og vón um, at vit fara at klára tað fíggjarliga.  

Fleiri lærarar og raðfestingin av tvílæraraskipan kann hava við sær, at orka verður tikin av øðrum økjum, eitt nú við at seta starvsfólkatalið annars niður. Í 2022 vóru úrslitini av landsroyndunum vánalig, happingartølini høg og fleiri kanningar vístu, at næmingarnir høvdu lítlan hug at læra. Gongdin var eisini, at lesiførleikarnir versnaðu.

– Kanska megna vit ikki at venda gongdini beinanvegin, men næmingarnir eru vorðnir partur av samfelagnum. Felagsskapur, inkludering og vinalag geva gott grundarlag. Eg hugsi, at hetta er framtíðin. Kunnu vit halda fram við hesum, fara vit at ala samfelagsborgarar, sum klára seg betri og hava tað betri, sigur Gjerdevik. 

Hvat sigur gransking um tvílæraraskipan? 

Tvílæraraskipan er tá tveir ella fleiri skikkaðir lærarar eru saman um at leggja til rættis og hava undirvísingina og somuleiðis fylgja upp upp á tað, sum fer fram í undirvísingini í sama flokki/tíma. Lesisentrið við Universitetið í Stavanger (UIS) er í ferð við eina kanning av slíkari undirvísing í verkætlanini Two teachers. Tann kanningin fatar um 5750 næmingar og 150 skúlar. 

Fyribils vísir granskingin, at tað at seta ein eyka lærara inn er ikki nóg mikið til, at næmingarnir læra meiri. Tað er bara í teimum flokkunum, har lærararnir hava fingið førleikamenning, at næmingarnir lærdu meiri. Serliga dreingir við vánaligum lesiførleikum kláraðu seg betur.

Skal tvílæraraskipan føra til meiri læring, er ein fortreyt, at lærararnir samstarva væl og hugsa avgerðirnar, sum hava við skipan og innihaldið av undirvísingini, væl ígjøgnum. Tvílæraraskipan riggar best, tá lærararnir leggja til rættis, undirvísa og eftirmeta saman, og tá allir lærararnir eru líka virknir í øllum.

Kelda: utdanning.no

Kelda: Lesesenteret/UIS