Tíðindi
Hvønn leiklut eigur týskt at hava í skúlaskipanini í framtíðini?
Politiski myndugleikin eigur at taka støðu til, hvat rúm og hvønn leiklut týskt skal hava í skúlaskipanini í framtíðini. Tað halda Kalpana Vijayavarathan-R, dekanur á Námsvísindadeildini, og Hans Harryson, varadekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum.
- Nýggjasta trivnaðarkanningin fyri føroyska fólkaskúlan frá 2022 vísti, at næmingar í hádeildini skýra týskt at vera bæði tað minst stuttligu og minst týdningarmiklu lærugreinina í fólkaskúlanum. Ein orsøk til hetta skotsmálið kann vera, at ung í dag ikki duga at skilja, hví tey skulu læra týskt í einum elektroniskum heimi, ið gerst meiri og meiri enskmæltur. Ein onnur orsøk kann vera, at týskt sum vallærugrein í fólkaskúlanum ofta verður lisin sjeynda og áttanda tíma á degnum, tá ið næmingarnir eru troyttir og heldur vilja sleppa til hús. Tað nyttar lítið, at eldhugaðir týsklærarar vísa á týska mentanararvin og á sambandið millum føroyska og týska mállæru. Vit mugu fáa ungfólk at síggja týdningin í lærugreinini og at taka hana til sín.
Tað stendur í fólkaskúlalógini, at allir næmingar í hádeild fólkaskúlans skulu hava høvi at velja týskt sum vallærugrein, og í upptøkukrøvunum til miðnám stendur, at um ein næmingur ætlar at søkja inn á hugbreyt, so er tað ein treyt, at hann hevur havt týskt í fólkaskúlanum. Fólkaskúlin og miðnám eru sostatt tvær skúlaskipanir, ið hanga saman, og tey val, ið ein næmingur tekur, áðrenn hann fer í áttanda flokk, hava ávirkan á, hvørja leið hann kann velja í miðnámsskúlanum, vísa tey á. Í ár vóru tað bara 88 næmingar, ið byrjaði á hugbreyt á miðnámi, meðan 207 byrjaðu á náttúrubreyt, 171 og búskaparbreyt og 176 fóru undir yrkisútbúgvingar.
- Ein orsøk til, at so fá søktu inn á hugbreyt, er ivaleyst hon, at tey ikki hava havt týskt í fólkaskúlanum. Tað er okkurt, ið bendir á, at ikki øll foreldur eru tilvitað um, at eitt frával av týskum í fólkaskúlanum hevur hesa avleiðing seinni í útbúgvingarskipanini. Um vit hyggja til grannalondini, so síggja vit eisini, at áhugin fyri týskum er minkaður bæði í fólkaskúlanum, á miðnámi, í seturshøpi og millum lesandi á læraraútbúgvingum. Skúlagranskarar staðfesta aftur og aftur ein minkandi áhuga fyri týskum, men teir hava torført við at seta orð á, hvat skal til fyri at venda skútuni. Vit kunnu ikki tvinga fólk at velja týskt. Tey mugu gera tað av áhuga, og tí lærugreinin kennist áhugaverd og týdningarmikil.
Ein loysn kundi verið at gera tað, sum summir skúlar eru farnir undir, nevniliga at hava týskt sum kravda lærugrein í sjeynda flokki. Á henda hátt fáa allir næmingar varhuga av, hvat týskt er, áðrenn teir skulu velja vallærugreinir í áttanda og níggjunda flokki, og eru tí betur førir at raðfesta, tá ið teir fara víðari í skúlaskipanini, halda Kalpana Vijayavarathan-R og Hans Harryson.
- Hetta er eitt skilagott og áhugavert tiltak, sum verður spennandi at fylgja næstu árini.
Týskt var ikki stovnað sum linjulærugrein á Námsvísindadeildini í summar, hóast nóg nógv læraralesandi høvdu víst lærugreinini áhuga. Hetta faktum hevur fingið nógva umrøðu á sosialu miðlunum. Og tað er gott, at fólk rakna við, halda Kalpana Vijayavarathan-R og Hans Harryson.
- Tað er samstundis týdningarmikið at undirstrika, at linjugreinalestur á Námsvísindadeildini fer ikki einsamalt at bjarga týskum í skúlaskipanini. Ungfólk í Føroyum hava sum heild lítlan áhuga fyri týskum, og tí má skúlamyndugleikin endurskoða lærugreinina og leggja eina veruliga bjargingarætlan. Um tað er tað, ein vil. Á Námsvísindadeildini kunnu vit bara mæla læraralesandi til at velja týskt sum linjulærugrein; vit kunnu ikki tvinga tey. Gongst væl, so kunnu vit útbúgva nakrar fáar týsklærarar fimta hvørt ár. Men vit vita ikki, um hesir nýútbúnu lærararnir søkja størv í skúlum, ið mangla lærarar í týskum.
Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2025.
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum