Tíðindi

Bara tveir lærarar við týskum sum linjulærugrein útbúnir í 16 ár

21.10.2025
Týskt er boðið út sum linjulærugrein á Námsvísindadeildini nærum á hvørjum ári síðan 2008, tá ið læraraútbúgvingin gjørdist partur av Fróðskaparsetrinum. Hetta tíðarskeiðið síðan hevur bara ein flokkur við læraralesandi verið, sum hava havt týskt sum linjulærugrein, og bara tveir lærarar eru útbúnir við týskum sum linjulærugrein.

Tá ið linjulærugreinaflokkurin var stovnaður í 2010, vóru fimm læraralesandi, hóast vit siga, at minstamarkið er átta; undantak varð gjørt, tí tørvurin á týsklærarum er so stórur. Tíverri fullu trý lesandi frá, siga Kalpana Vijayavarathan-R, dekanur, og Hans Harryson, varadekanur.

Undirtøkan av týskum sum linjulærugrein síðan skúlaárið 2019/2020 fram til í ár hevur verið, at millum tvey og seks lesandi hava valt týskt undantikið í ár, tá 14 valdu hana. Orsakað av sparingum var linjulærugreinaflokkur kortini ikki stovnaður.

Í 2012 gjørdi Hans Harryson eina stóra kanning við støði í øllum fólkaskúlanum. Tá var fólkaskúlin væl fyri, tá ið talan var um lærarar í týskum. Hvussu væl ella illa fyri lærugreinin er í fólkaskúlanum kann hava ávirkan á, hvussu títt lærugreinin verður boðin út sum linjulærugrein; og tað kann áhugin hjá lesandi eisini hava.

- Linjulærugreinar á Námsvísindadeildini verða bodnar út eftir einum serligum leisti. Tær lærugreinar, ið fylla nógv í tímatalvu fólkaskúlans, verða oftari bodnar út og upprættaðar, enn lærugreinar, ið fylla minni á tímatalvuni. Sær leiðslan á Námsvísindadeildini, at áhugin fyri eini linjulærugrein hevur verið lítil í fleiri ár, so kýtir ein seg fyri at gera lærugreinina sjónliga millum tey lesandi og at lýsa fyri linjugreinaøkinum. Eitt dømi er linjulærugreinin danskt, ið hevði lítlan áhuga millum tey lesandi fyri 10-15 árum síðan, men sum í dag er ein linjulærugrein, ið savnar nógv lesandi.

Um læraralesandi vísa serligan áhuga fyri onkrari ávísari lærugrein, og tey duga væl at sannføra leiðsluna um at bjóða lærugreinina út, so hendir tað seg meiri enn so, at lærugreinin verður boðin út. Tað, sum tó vísir seg oftast, er, at er lærugreinin illa fyri, so gera vit eitt serlig átøk.

- Í 2020-unum hevur nógv orka verið løgd í at gera tey lesandi varug við, at danskt er tann triðstørsta lærugreinin í fólkaskúlanum. Vit gjørdu nógv við at fáa læraralesandi at velja danskt og tosa væl fyri lærugreinini, og tað hevur eydnast. Hóast danskt onkuntíð hevur verið betur fyri, so er støðan ikki so ring, sum hon var fyri fáum árum síðan. Í fleiri ár hava vit havt stórar flokkar við lesandi, sum hava valt danskt. Vit eru ógviliga tilvitað um ikki at enda sum í Íslandi í sínari tíð, har danskt nærum hvarv í íslendska skúlanum; støðan kom í, tí nærum eingi læraralesandi valdu danskt sum linjulærugrein.

Námsvísindadeildin varðar av 20 lærugreinum; summar eru stórar, summar lítlar. Av tí at tað onkuntíð kann vera rúm tíð ímillum, at tær verða bodnar út, eru tey, sum undirvísa í smáu lærugreinunum, ikki í føstum starvi. Vanliga er rúm fyri nøkrum leysalærarum í fíggjarætlanini hjá Námsvísindadeildini, men orsakað av at Fróðskaparsetrið fyrr í ár fekk boð um at spara, er pláss fyri leysalærara avmarkað hetta skúlaárið.

Sum er hevur Námsvísindadeildin ongan undirvísara í týskum, men Kalpana Vijayavarathan-R og Hans Harryson rokna við, at tað ber til at fáa lærara í miðnámi at taka á seg at undirvísa í týskum.