Tíðindi

Alt eigur at verða gjørt fyri, at týskt verður linjulærugrein komandi skúlaár

16.10.2025
Eingin umbering er fyri ikki at stovna linjulærugreinaflokk í týskum á Námsvísindadeildini komandi ár. Tað sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Lærugreinin týskt er fyri hóttafalli, og átøk eiga at verða gjørd. Formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur, at alt eigur at verða gjørt fyri at fáa læraralesandi á Námsvísindadeildini at velja týskt sum linjulærugrein og síðan at stovna flokkin komandi skúlaár. Undirtøkan millum læraralesandi á Námsvísindadeildini at velja týskt sum linjulærugrein var óvanliga stór í vár at byrja hetta skúlaárið, men sparingar høvdu við sær, at flokkurin var av ongum.

At linjulærugreinaflokkurin í týskum hjá læraralesandi varð tikin av skránni, tí Námsvísindadeildin í sparingartiltøkum skuldi taka ein námsfrøðiflokk inn heldur enn tveir, er ikki nóg gott og hongur als ikki saman. Stórtaparin í sparingunum á Setrinum gjørdist lærugreinin týskt og fólkaskúlin, sum hevur brúk fyri nógvum lærarum, sum hava týskt á linju. Hetta er púra burturvið, ikki minst í ljósinum av, at undirtøkan millum tey læraralesandi at velja týskt var so stórur sum ongantíð fyrr.

Tað líkist ongum, heldur formaðurin í Lærarafelagnum, at ein linjulærugrein, sum so stórum tørvur er á, verður tikin av skránni í eini sparing. Jacob Eli S. Olsen heldur, at læraraútbúgvingin eigur at hava sína egnu játtan og ikki verða tvinnað saman við námsfrøðiútbúgvingini.

Læraraútbúgvingin og fólkaskúlin eiga ikki at verða revsað, tí sparast skal á námsfrøðingaútbúgvingini ella aðrastaðni á Setrinum; tí eigur læraraútbúgvingin at hava sína egnum játtan, so vit sleppa undan líknandi støðum. Hevði hesin stóri linjulærugreinaflokkurin, sum skuldi verið byrjaður í august, verið veruleiki, høvdu vit verið eitt stórt stig á leiðini nærri at tryggja grundina undir týskum í fólkaskúlanum fleiri ár fram. Nú týsklærugreinin var svikin, er eingin undanførsla ikki at stovna ein flokk við linjulæragreinalesandi í týskum komandi skúlaár. Á Námsvísindadeildini eiga tey at gera alt fyri at fáa læraralesandi at velja týskt, at lýsa við lærugreinini og annað, soleiðis at tað verður ein flokkur komandi skúlaár. Og tey, sum ganga á fyrsta, øðrum og triðja ári nú, eiga sum skjótast at fáa vissu fyri, at týskt verður linjugrein komandi skúlaár.