Tíðindi
Mín uppgáva at lurta, vegleiða og stuðla nýggja læraranum
Í avtaluni um arbeiðstíð hjá fólkaskúlalærarum frá 2016 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag um akkerslærara stendur, at fyri at stuðla og vegleiða nýútbúnar lærarar fyrsta starvsárið verður skipan við akkerslærara gjørd. Víðari stendur millum annað, at fyri hvønn nýútbúnan lærara verða fyrsta starvsárið avsettir 40 klokkutímar til akkerslærara. Hesir tímar eru ætlaðir til vegleiðing, fakliga og fyrisitingarliga hjálp og stuðul.
- Sum tað stendur í avtaluni um arbeiðstíð, so eru tað leiðslan, akkerslærarin og nýsetti lærarin, sum skipa sjálva tilgongdina, og tímajáttanin til akkerslæraran er til samlaðu uppgávuna við fyrireiking og øðrum, sum er viðkomandi fyri nýsetta læraran. Tímarnir kunnu verða býttir ímillum tveir lærarar, ið røkja akkersuppgávuna, men í okkara føri eri eg sett sum akkerslærari hjá Rannvá, sigur Sigrid Arge.
Sjálv sigur Sigrid Arge, at tá ið hon byrjaði sum lærari, saknaði hon akkerslærara. Sjálvt um øll vóru bæði blíð og hjálpsom, so føldi hon seg órógva starvsfólkini við aftur og aftur at spyrja um sovorðið, sum hon ivaðist í ella leitaði eftir.
- Nú eg sjálv eri vorðin akkerslærari, so síggi eg týdning í at upplýsa, vegleiða og tosa um tað, sum eg sjálv saknaði, tá ið eg byrjaði. Uttan akkerslærara sum nýútbúgvin spurdi eg onkran, og so hugsaði eg, at seinast spurdi eg handan, so nú mátti eg spyrja onkran annan. Eg vildi ikki møða starvsfelagar við mínum spurningum. Ikki tað, øll vóru líka hjálpsom, men tað er bara hetta, at eg ivaðist í, um eg kundi blíva við at spyrja, sigur Sigrid Arge.
Hóast Sigrid Arge dámdi væl frá fyrsta degi sum lærari, so kendi hon uppgávuna sera avbjóðandi og samansetta.
- Og øll hesi praktisku tingini. Tað er so nógv, sum nýggir lærarar ikki hugsa um. Alt er nýtt, og ivamálini eru rættiliga mong.
Báðar eru tær, Sigrid Arge og Rannvá Benjaminsen, á einum máli um, at skipanin við akkerslærara er ein góð og neyðug skipan, sum vit eiga at verja og menna.
- Síðani vit fingu at vita, at eg var akkerslærari hjá Rannvá, hava vit tosað saman, og hon veit, at hon altíð kann venda sær til mín, tí tað er mín uppgáva at lurta, vegleiða og stuðla henni í nýggja starvinum sum lærari. Tað geri eg gleðiliga, og um eg hugsi um okkurt, sum Rannvá átti at vitað ella hugsað um, so práta vit saman. Tað er gott, at Rannvá sjálv er opin, forvitin og veit, hvat hon vil, soleiðis at eg kann hava álit á, at hon kemur at spyrja, um okkurt er. Hetta er jú bara byrjanin av skúlaárinum, og eg veit, at sum skúlaárið líður, verður tað annað, sum eg skal siga og vegleiða í. Tí her á Skúlatrøð hendir altíð okkurt, og sum nýggj, so er alt jú fyri fyrstu ferð.
Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 5, 2025.
Onnur tíðindi
-
16.01.2026Fimti hvør næmingur meiri enn 10 prosent fráveru
-
15.01.2026Námsætlanirnar ikki nóg væl kjølfestar í skúlaskipanini
-
13.01.2026Útlúgvandi ikki at vita, um tú hevur starv
-
12.01.2026Sálarliga hart at vera í tíðaravmarkaðum starvi
-
09.01.2026Støðuroyndir heldur enn landsroyndir
-
08.01.2026Tú kanst ikki motivera við at kontrollera