Tíðindi

Hvat fer landsstýrismaðurin at gera við fullar skúlastovur?

19.11.2025
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, vil hava landsstýrismannin við barna- og útbúgvingarmálum at siga, um hann er sinnaður at fáa eitt eyka skúlaspor inn í teimum skúlum í Tórshavnar kommunu, har skúlastovurnar eru fullar, og um hann er sinnaður at rinda fyri læraralønirnar, um kommunan tryggjar pláss í skúlunum.

Tingkvinnan vil eisini hoyra, hvat landsstýrismaðurin heldur um, at børn sleppa at fylgjast í skúla við vinfólkum í nærumhvørvinum, og um tað er ætlanin, at foreldur skulu velja forskúla fyri at tryggja sær pláss í skúlanum í nærumhvørvinum.

Í viðmerking til munnliga fyrispurningin, sum er settur í dag eftir grein 52 í tingskipanini, sigur tingkvinnan, at tað er komið fyri í fleiri umførum, at børn í Tórshavnar kommunu og serliga í vestaraparti av kommununi hava verið noydd at skriva seg inn í forskúla fyri at vera vís í, at tey kunnu fáa pláss í tí skúla, sum er í nærumhvørvinum.

- Tað kunnu vera umstøður, sum gera, at tað hevði verið betri fyri barnið at tikið eitt ár aftrat í barnagarðiheldur enn at fara í forskúla, men hetta er ikki longur eitt reelt tilboð, tí um barnið ikki fer í forskúla, kann tað enda við, at hetta barnið verður sáldað frá sínum vinfólkum í nærumhvørvinum, og skal flyta í ein annan skúla, sum liggur longri frá nærumhvørvinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at børn í Tórshavnar kommunu standa í hesum trupulleika, og tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum.

Les: Mál