Tíðindi
Hálv milliard til bókakeyp
Ein hálv milliard krónur er sett av til sokallaðu «bókagávuna», sum hevur til endamáls at geva øllum skúlabørnum í Danmark atgongd til nýggjar, góðar bøkur. Hóast endamálið er gott, hevur stríð og orðadráttur tikið seg upp um, hvussu stórur partur av hálvu milliardini fer til annað enn bøkur. Tí hevur Barna- og undirvísingarmálaráðið nú gjørt ein leist, sum áleggur, at nógv tann størsti parturin av hesi stóru upphæddini skal fara til at keypa bøkur; ein fimtingur fer til at flyta bøkur til skúlar, sum kunnu læna tær.
“Tá ið vit geva eina hálva milliard krónur til bøkur, so er ikki ætlanin, at pengarnir skulu fara til samskifti, messur og alt møguligt annað. Nógv tann størsti parturin av pengunum skal fara til at keypa pappírsbøkur,” sigur Mattias Tesfaye, barna- og undirvísingarmálaráðharri, í einum tíðindaskrivi.
Í skrivinum vísir hann á, at 70,2 prosent av teimum 540 milllón krónunum fara til beinleiðis bókakeyp, 19,3 prosent fara til at flyta bøkurnar út á skúlar, soleiðis at hvør einasta bók kann verða lisin av sjey næmingum hvørt ár. Harumframt fara 8,9 prosent til uppgávur, sum hava samband við innkeypið, til dømis at velja bøkur út og samráðast vit forløg. Restin – 1,6 prosent – fer til heimasíðuna hjá CFU, har lærarar læna bøkur til undirvísing.
Tað var eftir, at ein grein í Berlingske avdúkaði, at bara 42 prosent av játtanini í ár fer til bókakeyp, at barna- og undirvísingarmálaráðharrin í opnum samráð fyri stuttum kom við eini loysn, soleiðis at ein nógv størri partur fer til bókakeyp. Hann undirstrikar í tíðindaskrivinum, at var henda hálva milliardin latin øllum skúlunum beinleiðis, høvdu næmingar og lærarar havt færri bøkur í at velja. Tí fær CFU, sum er miðstøð fyri lán av undirvísingartilfari, upphæddina at umsita.
Kelda: folkeskolen.dk
Mynd: Ólavur Frederiksen
Onnur tíðindi
-
21.04.2026Knýt undirvísingina í alis- og evnafrøði til gerandisdagin
-
17.04.2026Lærarin er lykilin til ein góðan fólkaskúla
-
16.04.2026Akkerslærarar í føroyskum dansi muna væl
-
15.04.2026Lærarum tørvar hjálp at undirvísa í føroyskum dansi
-
15.04.2026Tvey vilja vera skúlastjóri á Fossánesi
-
13.04.2026Breið semja um at raðfesta fólkaskúlan