Tíðindi

Áttu at raðfest øðrvísi

05.11.2025
- Tilmælini eru góð, men tey áttu at verið raðfest øðrvísi og framd eftir einum øðrum leisti, so tað fekk størri ávirkan beinanvegin, sigur løgtingsmaður.

Ein arbeiðsbólkur handaði í mai 2023 Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í skúlamálum, eitt tilmæli um broytingar í fólkaskúlanum. Tilsamans vóru uppskotini um broytingar 18 í tali.

Eitt av tilmælunum var at áseta eitt hámark fyri, hvussu nógvir næmingar kunnu vera í hvørjum flokki. Arbeiðsbólkurin skeyt upp, at markið skuldi vera 20 næmingar og ikki 24, sum lógin ásetti. Men undir viðgerðini í Mentanarnevndini varð hetta broytt, so endaliga talið gjørdist ein loysn á miðjuni við 22 næmingum í hvørjum flokki. Løgtingið tók undir við broytingini hjá mentanarnevndini.

– Eg haldi, at tilmælini eru góð, men tey áttu at verið raðfest øðrvísi og framd eftir einum øðrum leisti, so tað fekk størri ávirkan beinanvegin, sigur Jóhannis Joensen.

Hann heldur, at tað hevði gagnað fólkaskúlanum betur at styrkt um tvílæraraskipanina fyrst, heldur enn at lækka næmingatalið ella floksstøddina, sum arbeiðsbólkurin mælti til.

Verandi tvílæraraskipan er skrúvað soleiðis saman, at frá næmingi nummar 18 fær skúlin játan til tveir lærarar í flokkinum nakrar fáar tímar um vikuna. Men Jóhannis Joensen heldur, at varð hetta talið lækkað, og byrjað varð at telja frá 12. næmingi, hevði talan verið um eina automatiska tvílæraraskipan, sum kom øllum skúlum í landinum til góðar.

– At lækka næmingatalið kemur bara teimum stóru skúlunum við stórum flokkum til góðar og ikki teimum smærru, og tað haldi eg vera ómetaliga órættvíst, sigur Jóhannis Joensen.

Hann vísir á, at semja var um tað sama í mentanarnevndini. Tí mælti mentanarnevndin til at hækka talið av tímum, sum skúlarnir kunnu fáa eyka at ráða yvir, antin til at stytta um skúladagin ella at býta lærugreinir um við kreativar lærugreinir.

Talið var hækkað úr tveimum upp í fimm tímar. Hetta hevur økt um rásarúmið hjá skúlunum um landið at leggja dagin og undirvísingina til rættis. Broytingin var ikki við í upprunaliga uppskotinum, sum landsstýrismaðurin bar løgtinginum, men varð samtykt eftir tilmæli frá mentanarnevndini, sum viðgjørdi uppskotið.

Jóhannis Joensen heldur, at hetta er tann størsta ítøkiliga broytingin, sum er framd higartil, og tað hevur víst seg, sigur hann, at fleiri skúlar hava stytt skúladagin ella gjørt broytingar á tímatalvuni og kortini varðveitt tvílæraraskipanina.

Og tað er ein fyrimunur, heldur hann, tí talan er um eina automatiska tvílæraraskipan, sum einki hevur kostað eyka sammett við broytingina at lækka næmingatalið ella floksstøddina sum tað fyrsta.

Magnus Rasmussen heldur tað tó vera gott, at næmingatalið er lækkað, um enn ikki so nógv, sum arbeiðsbólkurin mælti til, og at skottið er sett við 22 næmingar.

Bárður á Lakjuni er hinvegin ikki so avgjørdur í spurninginum um næmingatalið og vísir á, at tilmælið frá arbeiðsbólkinum um 20 næmingar í hvørjum flokki er ikki tikið úr leysum lofti, tí grundgevingarnar byggja á vitan frá gransking. Hann er tó ikki ímóti og tekur undir við broytingini. Men hann hevði eisini kunnað livað við 24 næmingum í hvørjum flokki, tó við teirri treyt, at tað altíð eru tveir lærarar um hvønn flokk.

– Tann tíðin er farin, tá ein lærari einsamallur megnar at standa fyri undirvísingini og røkka øllum næmingum. Tað er utopi, siga teir tríggir lærararnir og løgtingslimirnir.

Arbeiðsbólkurin mælti annars til fleiri grundleggjandi broytingar. Men tilsamans kosta uppskotini so nógvar milliónir krónur, at neyðugt er at raðfesta átøkini, og stóri spurningurin er, um løgtingið í síðsta enda er sinnað at játta fleiri pengar til fólkaskúlan.