Tíðindi

116 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi

26.11.2025
14,3 prosent av lærarunum í fólkaskúlanum eru í tíðaravmarkaðum starvi. - Skipanin við nógvu tíðaravmarkaðum størvunum er óvirðilig bæði mótvegis lærarunum, men sanniliga mótvegis næmingunum og skúlunum, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.

Ljós hevur í mong ár verið varpað á sera keðiligu støðuna við mongu tíðaravmarkaðu lærarastørvunum, men kortini stendur støðan við og er lítið broytt samanborið við undanfarnu ár. Í november vóru 804 í starvi sum lærari í fólkaskúlanum. Av teimum eru 142 tíðaravmarkað størv; í hesum talinum eru 15 ófaklærdir vikarar íroknaðir umframt 11 eftirløntir lærarar, sum eru í einum tíðaravmarkaðun starvi. Tá ið talan er um útbúnar lærarar, er talið 116 ella 14,3 prosent. Leggja vit øll tíðaravmarkaðu størvini saman, er talan um 17,5 prosent av samlaða hópinum.

Føroya Lærarafelag hevur í nógv ár víst á, at vit mugu burtur frá stóra talinum á tíðaravmarkaðum størvum. Landsstýrismaðurin við barna- og útbúgvingarmálum hevur í viðtali við Skúlablaðið nýliga sagt, at hann hevur roynt at loyst málið, men at tað er trupult at finna loysnir, sum skúlaleiðslurnar taka undir við. Formaðurin í Lærarafelagnum, Jacob Eli S. Olsen, heldur, at ein stórur partur av loysnini at sleppa undan nógvu tíðaravmarkaðu størvunum, er at fara burtur frá sjálvum mátanum, ið skúlarnir fáa sína at játtan.

- Skúlarnir fáa eina játtan í maimánað grundað á næmingatalið, sum teir leggja alt komandi skúlaárið til rættis eftir. Henda játtanin verður síðan tillagað í september sambært næmingatalinum, sum kann verða broytt nakað síðan mai. Tann óhepna fylgjan av hesum er, at missir ein skúli nakrar fáar næmingar, kann skúlin missa játtanina til ein heilan flokk og harvið grundarlagið fyri fleiri størvum, og má tí lækka setanarbrotið hjá nøkrum lærarum ella siga lærarar úr starvi. Dømi í hesum skúlaárinum vísir, at ein skúli í mai fekk játtan til tríggjar 8. flokkar, men tá ið avtornaði 1. september, vóru nakriv fáir næmingar í 8. flokki fluttir úr kommununi, so at næmingatalið nú var farið niður um 53, sum er markið til tríggjar flokkar, og nú vísti roknistykkið, at tað bara skuldu vera næmingar til tveir flokkar. Avleiðingin av tí var, at tvey lærarastørv máttu skerast burtur 1. september, nakrir lærarar máttu niður í tíð, og ein lærari var sagdur úr starvi. Hetta er ein sera óhaldbar og óvirðilig støða, sum vit mugu koma frá.

Henda óvissan, sum verður stýrd av, um næmingatalið broytist upp ella niður við fáum næmingum, er alt ov tyngjandi fyri eina skúlaskipan, har tað hevur so stóran týdning, at karmarnir eru tryggir og góðir, bæði fyri næmingar og lærarar, heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag.

- Játtanin, sum skúlarnir fáa í mai, og skipa komandi skúlaár út frá, má skúlin kunna rokna við. Játtanin byggir á næmingatalið, men tað kann ikki vera so, at fáir næmingar skulu hava so stóra ávirkan á játtanina. Gaman í kann næmingatalið svinga frá ári til ár, men hendir tað, at næmingatalið fer so mikið nógv niður, at undirvísingartímar ikki eru til fult starv til allar lærarar eftir útrokningini, so er einki ting í vegin at bjóða lærarum fulltíðar starv allíkaval, tí tað er altíð nokk at gera í skúlanum. Hvørt skúlaár fara lærarar til dømis sjúkrafarloyvi ella barnsburðarfarloyvi, og skúlin tá má søkja eftir lærarum í úrtíð. Tá hevði verið gott, um skúlin frammanundan hevur ein lærara í starvi, sum kann taka yvir, har tað er brúk fyri tí, tí hann ikki er so bundin í undirvísingini í einum flokki. Tað er altíð tørvur á lærarum í skúlanum til at lesa vikartímar, og so eru tað eisini tvílæraraskipanir, sum altíð tørvar lærarar. Tað eru altíð uppgávur í einum skúla til ein lærara, tí kunnu skúlar gott við skúlaársbyrjan seta ein lærara í tíðaravmarkað starv fulla tíð, tí sum skúlaárið líður, so verður tað brúk fyri læraranum at taka yvir fyri ein, sum fellir frá.

Hvønn einasta mánað søkja skúlar eftir lærarum, tí lærarar av ymsum orsøkum fella frá; bara í oktober vóru umsóknir eftir seks lærarum vegna barnsburðarfarloyvi o.a.

- Tað eru ikki nógvar umsóknir til tíðaravmarkaðu størvini í oktober. Um skúlin harafturímóti hevði sett fleiri lærarar við skúlaársbyrjan, so var ein lærari í skúlanum, sum eisini kendi skúlan, at taka yvir, og tað hevði verið ein tryggari loysn fyri lærararnar og næmingarnar.

Øll tey, sum varða av skúlaverkinum, umframt Fíggjarmálaráðið og politiska skipanin, kenna støðuna hjá Føroya Lærarafelag til spurningin um tíðaravmarkaðu størvini.

- Vit mugu finna eina loysn sum skjótast. Spurningurin verður enn einaferð tikin upp undir sáttmálasamráðingunum. Tá ið talan er um sálarliga arbeiðsumhvørvið, er nógvu tíðaravmarkaðu størvini størsti syndarin, tí lærarar, sum eru settir í tíðaravmarkað starv, tora ikki at tala at, tá ið umstøðurnar ikki eru góðar. Hesir nógvu lærararnir arbeiða hvønn dag undir stórum trýsti, og tá við koma í maimánað, hava nógv av hesum ilt í búkinum, tí tey vita ikki, um tey hava starv eftir summarfrítíðina.

Støðan í nógvum skúlum varð munandi broytt 1. september í ár samanborið við í vár, tí næmingatalið minkaði. Í onkrum skúla minkaði talið so nógv, at skúlin misti tvey lærarastørv.