Tíðindi
Sjóneykan á náttúruvísindaligu lærugreinurnar
Í Eysturskúlanum í Havn hava tey skipað skúlatilboðini í hádeild í trimum rásum. Talan er um eina krea- og tøknirás, eina almenna rás og eina science- og innovatiónsrás.
- Yvirskipað kunnu vit siga, at almenna rásin bjóðar vallærugreinir innan handverk, tónleik og ítrótt. Krea- og tøknirásin er eitt tilboð til teir næmingar, ið hava hug at arbeiða verkligt, umframt at hava innovatión og nýhugsan, og science- og innovatiónsrásin er eitt tilboð til teir næmingarnar, ið hava hug at arbeiða við innovatión, nýhugsan og náttúruvísindi. Hetta gevur aðrar og nýggjar møguleikar at møta næmingunum bæði fakliga og sosialt, sigur Johann Jansson Petersen.
Á borðinum í fundarhølinum liggur ein faldari við 35 ymiskum evnum, sum hádeildin tilsamans skal ígjøgnum hetta skúlaárið. Evnini eru ymisk, og fyri 7. og 8. flokk eru tey til dømis Upplivingar og broyttu heimurin, Náttúran og lívið, Vitan og vitanarsøga og Orka og orkuumgerð.
- Hesi evnini, sum eru eini tólv í tali fyri hvønn árgang, fylla eini 85 % av tí, sum námsætlanin krevur fyri hvørja lærugrein. Til dømis eru vit júst byrjað við evninum Uppfinningar og broytti heimurin í 7. flokki. Her royna vit í mestan mun at arbeiða tvørtur um lærugreinar. Í science liggur náttúruvísindaligi parturin, og í undirvísingini verður hesin parturin so settur í onnur høpi í hinum lærugreinunum. Hetta verður vanliga kallað temagrundað læring. Til dømis kunnu næmingarnir í hesum evninum í málsligu lærugreinunum læra um uppfinningar og nýhugsan, sum komu við prentmaskinuni, sum víðari fekk ovurstóran týdning fyri skrivaða málið frá skaldskapi av mannamunni til tað niðurskrivaða og søguliga fram til tøknina, sum vit kenna hana í dag. Soleiðis skipa vit evnini yvirskipað, so tey síggjast aftur í flestøllum lærugreinum.
Víðari vísir Johann Jansson Petersen á, at skúlagongdin í høvuðsheitum er skipað í tímatalvu við blokkum við tveimum ella fýra skúlatímum í hvørjum, tí hetta gevur størri frælsi at arbeiða øðrvísi. So hóast næmingarnir hava tímatalvu, er skúladagurin ofta merktur av evnisarbeiði og verkætlanararbeiði, sum samstundis krevur eitt annað arbeiðslag og hevur aðra tilgongd til læring enn annars vanliga uppbýtta tímatalvan. Við øðrum orðum verður roynt at flyta fokus frá pensum og førleikamálum, til at menna persónligu og yrkisligu førleikarnar hjá næminginum.
- Næmingarnir eru vanir við uppbýttu tímatalvuna, og tí mugu vit leggja orku í at fáa teir at hugsa tvørfakligt. Hetta kemur ikki av sær sjálvum. So ein av mongu styrkjunum er, at næmingarnir við tíðini fara at hugsa fakliga læring meira flótandi og í størri samanhangi enn vanligt, sum er fyri hvørja lærugrein sær.
- Í fjør gjørdu vit til dømis eina verkætlan við næmingunum í 8. flokki við evninum Kroppur og heilsa við denti á svøvn, kost og rørslu og við støði í náttúruvísindini. Tá skrivaðu næmingarnir í hinum lærugreinunum eitt heilsublað, har læringin, umframt at skriva áhugaverdar og viðkomandi blaðgreinir, millum annað var at skriva faktaboksir, søguligar tekstir og at taka myndir. Her gerst tað tvørfakliga nevniliga sjálvur vinningurin.
Les alla greinina, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 5, 2025
Onnur tíðindi
-
16.01.2026Fimti hvør næmingur meiri enn 10 prosent fráveru
-
15.01.2026Námsætlanirnar ikki nóg væl kjølfestar í skúlaskipanini
-
13.01.2026Útlúgvandi ikki at vita, um tú hevur starv
-
12.01.2026Sálarliga hart at vera í tíðaravmarkaðum starvi
-
09.01.2026Støðuroyndir heldur enn landsroyndir
-
08.01.2026Tú kanst ikki motivera við at kontrollera