Tíðindi
Samband millum ADHD og málsligar trupulleikar
Umleið átta prosent av næmingunum í norska fólkaskúlanum fáa serundirvísing. Men hvørji eyðkenni hava børnini? Og hvat er sambandið millum mál, atferð og heimaumhvørvi?
Tað vil Louie Lei Wang, granskari við Senter for spesialpedagogisk forskning og inkludering, kanna nærri.
Samband millum uppmerksemi og mál
Granskararnir hava greinað dátur frá stóru Mammu, pápa og barn-kanningini, sum á norskum verður nevnd MoBa. Fleiri enn 36.000 børn í aldrinum átta ár eru partur av tilfarinum, og av teimum fingu 1.424 børn serundirvísing í norskum. Granskararnir kannaðu sambandið millum ymisk viðurskifti, so sum mál, atferð, bakgrundina hjá foreldrunum og foreldrastíl.
Tað, sum kom óvart á Wang, var, hvussu ofta vanlig ADHD-eyðkenni, til dømis vantandi uppmerksemi, hyperaktivitetur og impulsivitetur, var í bólkinum við børnum, sum fáa serundirvísing.
— Tá ið børn fáa eyka hjálp í lærugreinini norskum, hugsa nógv, at trupulleikin fyrst og fremst er málið, men vit sóu, at samskiftistrupulleikar og ADHD-eyðkenni eru tveir av týdningarmestu faktorunum, sigur Wang.
Negativ ringrás
Í størri mun talan var um ADHD-eyðkenni, jú verri vóru samskiftisførleikarnir, sum aftur høvdu týðiligt samband við málsligar trupulleikar. Tað kann sambært Wang vera ein møgulig frágreiðing um, hví summi børn fáa trupulleikar við málinum.
— Børn, sum hava trupulleikar við uppmerkseminum, kunnu hava tað truplari við at samskifta við foreldur og lærarar, og tað er aftur nakað, sum órógvar málsliga umhvørvið, sum er púra avgerandi fyri góða málsliga menning, sigur hann.
Greið boð
Wang heldur, at tað, sum er komið fram í granskingini, er týdningarmikil vitan, ið lærarar og ráðgevar eiga at hava.
— Vit mæla til at kortleggja ADHD-eyðkennini hjá børnum, hóast málsligir trupulleikar eru størsta avbjóðingin. Tá ið málið hjá barninum verður kannað, eiga fyrilit at vera fyri uppmerkseminum hjá barninum; til dømis kunnu uppgávurnar vera styttri, soleiðis at kannaði málsligi førleikin verður sum minst ávirkaður av, hvussu uppmerksemið er, sigur hann.
Dreingir oftar serundirvísing – men ikki tí at teir eru dreingir
Eitt kent fyribrigdi í nógvum skúlum er, at fleiri dreingir enn gentur fáa serundirvísing. Sambært norskum tølum frá útbúgvingarmálaráðnum eru dreingir yvirumboðaðir á øllum floksstigum. Orsøkin til hetta kann sambært granskaranum vera tvey viðurskifti: antin er talan um ein skeivleika í tilgongdini at velja út, soleiðis at dreingir lættari fáa hjálp, tí teir eru dreingir, ella at dreingir í roynd og veru eru í størri vanda at fáa hesar trupulleikarnar.
— Um tað fyrsta er rætt, so eigur tilgongdin at verða eftirkannað. Um tað seinna er rætt, riggar skipanin, sum hon eigur – nevniliga at hjálpin er grundað á trupulleikar, ikki á kyn, sigur Wang.
Tað, sum er komið fram í kanningini, vísir, at tað snýr seg um tað síðsta. Kyn í sjálvum sær hevur onga ávirkan á, hvør fær hjálp.
— At dreingir eru yvirumboðaðir skyldast í størri mun málsligar- og atferðartrupulleikar, ikki at skúlin hevur mett teir øðrvísi. Tað er trygt at vita, at metingarnar síggja út til at vera grundaðar á tørv og ikki kyn, sigur Wang.
Hví hevur hetta týdning?
Nógv serundirvísing er í norska fólkaskúlanum. Sambært útbúgvingarmálaráðnum fingu átta prosent av næmingunum í fólkaskúlanum serundirvísing í 2022, og talið hevur verið støðugt síðstu árini. Til samanberingar er talið í USA fimtan prosent.
Málsligir trupulleikar eins og lesitrupulleikar eru millum størstu vandafaktorarnar fyri at gevast í skúlanum í úrtíð, arbeiðsloysi og sálarheilsutrupulleikar. Tí er tað avgerandi at skilja, hvørji viðurskifti gera seg galdandi, tá ið talan er um hesar avbjóðingarnar. Wang sigur, at kanningin er greið: børn, sum fáa serundirvísing, tørvar heildarátøk, sum taka fevna um mál og atferð og ikki bert annað teirra.
Kelda: forskning.no
Onnur tíðindi
-
16.01.2026Fimti hvør næmingur meiri enn 10 prosent fráveru
-
15.01.2026Námsætlanirnar ikki nóg væl kjølfestar í skúlaskipanini
-
13.01.2026Útlúgvandi ikki at vita, um tú hevur starv
-
12.01.2026Sálarliga hart at vera í tíðaravmarkaðum starvi
-
09.01.2026Støðuroyndir heldur enn landsroyndir
-
08.01.2026Tú kanst ikki motivera við at kontrollera