Tíðindi
Næmingar skulu duga at umseta praktiskan veruleika til støddfrøði
Nám hevur av álvara spílað seg út í royndini at útvega nýtt, fjølbroytt og spennandi tilfar, sum fylgir rákinum í tíðini. Tíðin, tá ið næmingarnir skuldu duga formlar í høvdinum, er farin. Nú er lagt á annan bógv, og tað er ikki minst altjóða PISA-kanningunum fyri at takka.
– Føroyar hava limað seg í PISA, og um vit vilja tað ella ikki, mugu vit fylgja krøvunum og lúka treytirnar, so okkara undirvísing kann vera á javnbjóðis stigi. Tað merkir kollveltandi broytingar í hugburðinum til lærugreinina rokning og støddfrøði, sigur Elin Henriksen.
Hon vísir á, at Føroyar mangan hava staðið seg illa í støddfrøði í PISA-kanningunum. Tað hevur javnan víst seg, at føroyskir næmingar hava megnað ov illa at laga seg til umstøðurnar og háttin at hugsa og umseta praktiskan veruleika til støddfrøði og loysa ítøkiligar uppgávur. Tí verður dentur frameftir lagdur á at skipa undirvísingartilfarið í fólkaskúlanum soleiðis, at veruliga lívið uttan fyri skúlan og støddfrøðin í nógv størri mun ganga hond í hond.
– Hugsanin er, at næmingarnir læra støddfrøði burtur úr egnum royndum. Á tann hátt gerast tey betur før fyri at taka stigið frá praktiskum viðurskiftum og lýsa og loysa ítøkiligar støður og uppgávur støddfrøðiliga, sigur Elin Henriksen.
Tilfarið er eisini gjørt soleiðis, at allir næmingar skulu fáa okkurt burturúr, uttan mun til førleikar og á hvørjum torleikastigi næmingarnir eru.
Elin Henriksen vísir á, at nýggja tilfarið, sum Nám hevur fingið til vega, er ein ógviliga væl skipað heild. Talan er um grundbøkur, uppgávubøkur og lærarabøkur.
Bøkurnar Rokning eru ætlaðar grund- og miðdeildini, frá forskúla og skúlabólki til og við 6. flokk. Bøkurnar undir heitinum Støddfrøði eru til næmingar í hádeildini, frá 7. til og við 9. flokk.
Bøkurnar eru skipaðar eftir leistinum um stigvøkstur. Tað merkir, at tað, sum næmingarnir læra á einum floksstigi, byggir á tað undanfarna. Og tað hevur sínar greiðu fyrimunir, heldur Elin Henriksen.
– Tað merkir, at næmingarnir møta ikki lidnum uppskriftum, men skulu menna egnar framferðarhættir og finna teir bestu hættirnar og tær hentastu loysnirnar, sigur hon.
Tí er tað skilagott, leggur hon aftrat, um lærarar, ið halda seg til nýggja undirvísingartilfarið, síggja tað sum eina heild og ikki leypa summi stig um, tí so missa næmingarnir heildina burtur, og endamálið kámast.
Tað eyðkennir fleiri dømi í nýggju útgávunum, at fleiri møguleikar eru fyri røttum svari. Tað merkir, at næmingarnir ikki einans skulu duga at rokna, men eisini at grundgeva fyri, hví tey velja eina loysn fram um aðra. Næmingarnir skulu við øðrum orðum í størri mun duga at seta orð á, greiða frá og grundgeva fyri sínum valum. Og tann hátturin at rokna og greiða støddfrøðiligar spurningar og uppgávur er í samsvari við endamálið í námsætlanini og við endamálið í PISA-kanningunum.
Tilfarið er ikki føroyskt av uppruna. Hugskotini eru í stóran mun tikin úr norskum og týdd og lagað til føroyskt. Fyrstu bøkurnar, tær til forskúlan og 1. flokk, komu út í 2014. Restin er komin so líðandi.
Les alla greinina, sum Jákup Bogi Joensen hevur skrivað, í Skúlablað nr 5, 2025. Heini Nygaard hevur tikið myndina.
Onnur tíðindi
-
05.12.2025Samband millum ADHD og málsligar trupulleikar
-
04.12.2025Fyrireikingar til tvey eykaspor á Argjahamri og Fløtum
-
04.12.2025Burtur við landsroyndunum
-
02.12.2025Methøgt tal av lærarum tikið masterskeið
-
02.12.2025Eftirútbúgvingarnar sera góða undirtøku
-
28.11.2025Lærarayrkið undir stórum trýsti í fleiri Norðurlondum