Tíðindi
Methøgt tal av lærarum tikið masterskeið
Nýggj masterskeið byrja í jan./feb. 2026, og enn eru tøk pláss á nøkrum skeiðum. Talan er um:
Inkluderandi sernámsfrøði. Samskifti, relatión og trivnaður: Børn í kreppu, sorg og trauma.
Høvuðsritgerð - Diplomútbúgving á bachelorstigi í inkluderandi sernámsfrøði. Frida Poulsen, námslektari, undirvísir á báðum skeiðunum.
Læritøkni og talgildar lærutilgongdir.
Relatiónsførleiki og floksleiðsluførleiki. Hans Harryson, námslektari, undirvísir á báðum skeiðunum.
Útinámsfrøði og útiskúli – útiskúlin sum náttúruvísindaligur læringsdepil. Erla Olsen, námslektari, undirvísir.
Konflikthandfaring í námsfrøðiliga arbeiðnum við børnum og ungum. Annika Anthoniussen, námslektari, undirvísir.
Tað ber til at lesa um ymsu skeiðini her.
Hvørt skeiðið telur 10 ECTS-stig – burtursæð diplomútbúgving á bachelorstigi í inkluderandi sernámsfrøði, sum telur 15 ECTS-stig. Umsóknarfreistin er 12. desember.
Upptøkutreytirnar eru, at umsøkjarar hava bachelorútbúgving í undirvísing og/ella námsfrøði - ella eina sambæriliga útbúgving. Haraftrat skal umsøkjari hava tvey ára viðkomandi starvsroyndir.
Umsøkjarar, sum hava spurningar um skeiðini og ætlaðu masterútbúgvingina, kunnu seta seg í samband við Fridu Poulsen, varadekan á Námsvísindadeildini á 299417, FridaP@setur.fo, ella Hans Harryson, varadekan á Námsvísindadeildini á 299424, HansH@setur.fo.
Onnur tíðindi
-
21.04.2026Knýt undirvísingina í alis- og evnafrøði til gerandisdagin
-
17.04.2026Lærarin er lykilin til ein góðan fólkaskúla
-
16.04.2026Akkerslærarar í føroyskum dansi muna væl
-
15.04.2026Lærarum tørvar hjálp at undirvísa í føroyskum dansi
-
15.04.2026Tvey vilja vera skúlastjóri á Fossánesi
-
13.04.2026Breið semja um at raðfesta fólkaskúlan