Tíðindi
Fyrireikingar til tvey eykaspor á Argjahamri og Fløtum
Tórshavnar kommuna hevur játtað 10 milliónir krónur til eyka undirvísingarhøli í Skúlanum á Argjahamri og Skúlanum á Fløtum; hølini skulu vera klár komandi skúlaár. Í miðstaðarøkinum í kommununi eru seks fólkaskúlar, og tá ið fleiri næmingar eru í økinum, enn pláss er fyri í skúlunum í nánd, har næmingarnir búgva, játtar landið ikki eyka tímar, um pláss er fyri næmingunum í øðrum skúlum. Í kommunum, har bara ein skúli er, játtar landið tímar til eykaflokk, tá næmingatalið fer upp um 22 næmingar.
Næmingatalið í skúlunum í Tórshavnar kommunu er sum heild høgt.
Í umsóknini frá Tórshavnar kommunu verður víst á, at fólkaskúlalógin leggur upp fyri, at skúlatilboð verður veitt næmingum í nærumhvørvinum, men at hetta ikki altíð er galdandi fyri næmingar í miðstaðarøkinum í Tórshavnar kommunu. Verður fígging veitt til eykaflokkar í Tórshavnar kommunu, verður næmingatalið í flokkunum í høvuðsstaðarkommununi framvegis millum hægstu í landinum, 20,2 næmingar í hvørjum fyrsta flokki.
Onnur tíðindi
-
16.01.2026Fimti hvør næmingur meiri enn 10 prosent fráveru
-
15.01.2026Námsætlanirnar ikki nóg væl kjølfestar í skúlaskipanini
-
13.01.2026Útlúgvandi ikki at vita, um tú hevur starv
-
12.01.2026Sálarliga hart at vera í tíðaravmarkaðum starvi
-
09.01.2026Støðuroyndir heldur enn landsroyndir
-
08.01.2026Tú kanst ikki motivera við at kontrollera