Tíðindi

Ein góður seinnapartur um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum

07.12.2025
Hósdagin 4. desember skipaði Føroya Lærarafelag fyri einum seinnaparti um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum. Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar.

Á tiltakinum vóru úrslitini fyri lærarar í kanningini “Arbeiðið og tú” løgd fram; lagt var fram um, hvussu arbeiðsplássmetingar og starvsfólkakanningar kunnu nýtast í arbeiðinum fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum. Allir partar vóru bodnir við, ið varða av sálarliga arbeiðsumhvørvinum hjá lærarum, og uppmøtingin var góð.

Lærarar og undirvísarar eru í líknandi støðu sum onnur, sum arbeiða tætt í relatiónum við onnur menniskju, tí tað sálarliga arbeiðsumhvørvið hevur stóran týdning við, at tað serliga er sinnið, ið er í vanda, tá vit eru til arbeiðis. Fyri hesar starvsbólkar var tað kærkomið, at landsstýrisfólkið, ið varðar av arbeiðsumhvørvinum, í mai 2025 lýsti nýggja kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi og árið at 2025-26 at vera arbeiðsumhvørvisár. Tað var við hesum í huga, at Lærarafelagið skipaði fyri seinnapartinum um sálarliga arbeiðsumhvørvið, tí nú er uppgávan at flyta arbeiðið fyri sálarliga arbeiðsumhvørvinum frá orðum til gerð.

Fyrst á skránni var Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og phd á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Hon greiddi frá úrslitum fyri lærarar í psyko-sosiala arbeiðsumhvørvinum í stóru kanningini “Arbeiðið og tú”. Eitt úrslit í kanningini vísir, at kensluligu krøvini í arbeiðinum hjá lærarum eru munandi hægri enn hjá miðal føroyska arbeiðstakaranum, og eisini hægri enn hjá øðrum relatiónsstarvsfólki. Av teimum 238 lærarum, ið hava svarað, hevur áttandi hvør lærari verið útsettur fyri harðskapi í arbeiðinum, og triði hvør lærari er fyri hóttanum í arbeiðinum. Hon tók samanum, at leiðsla, trygdarumboð og álitisfólka hava stóran týdning at seta arbeiðsumhvørvið á skrá og at skipa samstarvið um arbeiðsumhvørvið, fyri m.a. at tryggja “verjandi faktorarnar”, dialog, og at lóggávan verður hildin.

 

Álitisfólkadagur2
Anna A. Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðseftirlitinum.

Næst á skránni var Anna A. Andresen, sálarfrøðingur á Arbeiðseftirlitinum, ið greiddi frá um, hvussu arbeiðsplássmetingar kunnu verða nýttar hjá arbeiðsplássunum. Hon vísti á, at tað út frá lógini er ábyrgdin hjá leiðsluni og trygdarumboðnum, at arbeiðið fyri arbeiðsumhvørvinum er skipað. Eitt amboð at taka fatur á sálarliga arbeiðsumhvørvinum er at gera eina arbeiðsplássmeting ella APM, sum tað eisini verður nevnt. Ein APM snýr seg um at fáa yvirlit yvir arbeiðsumhvørvið á arbeiðsplássinum og finna fram til tey øki, ið treingja til ábøtur; tá ið hetta er gjørt, verður ein ætlan løgd fyri, hvussu arbeiðið at gera hesar ábøturnar skal skipast. Allir luttakararnir royndu at svara spurningunum í eini arbeiðsplássmeting fyri undirvísarar, fyri at fáa eina fatan av, hvat hevur týdning fyri sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum. Hon tók m.a. samanum, at arbeiðsplássmetingar áttu at verið lógarkrav.

Seinast á skránni var Heri Joensen frá Lóður, sum greiddi frá teirra starvsfólkakanningum. Við støði í royndum at gera kanningar av sálarliga arbeiðsumhvørvinum og trivnaði á arbeiðsplássum vísti hann á, hvussu vit á bestan hátt kanna sálarliga arbeiðsumhvørvið og hví hetta skal gerast. Føroysku hagtølini vísa eitt greitt “negativt” samband millum eitt verri sálarligt arbeiðsumhvørvi ella eitt høgt strongdarstig, og fleiri avgerandi markørar – bæði tá tað kemur til trivnað, arbeiðsúrtøku og útreiðslur. Eitt nú er samband ímillum verri trivnað hjá starvsfólki, hægri sjúkrafráveru, lægri motivatión og minni orku til fakligheit. Við greiningini síggja teir ikki bara, um tað eru avbjóðingar, men eisini hvat hevur størstan týdning fyri strongd – og hvar arbeiðspláss kunnu seta inn við størst úrtøku. Samanumtikið vísti hann á, at vit vita í veruleikanum ikki nógv um, hvussu lærarar hava tað. Søgur eru um, at lærarastarvið er krevjandi, men eingin kanning er gjørd síðan 2013. Um tað eru avbjóðingar við strongd, so fer ein kanning at geva okkum neyðuga vitan, tí at strongd er ikki óbroytilig; hon kann ávirkast við røttum raðfestingum og átøkum. Men um vit bara lata standa til, so kostar tað kassan.

Vit í Lærarafelagnum eru fegin um, at tað var stór undirtøka fyri hesum seinnapartinum um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum, og at luttakararnir tóku væl ímóti tiltakinum. Um 90 fólk vóru møtt; tey vóru álitisfólk, skúlaleiðslur og umboð frá Undirvísingarstýrinum, Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Sernámi, Námi og Námsvísindadeildini. Aftrat teimum vóru nevndarlimir og starvsfólk hjá Lærarafelagnum. Vit vita tíverri lítið frá kanningum um støðuna hjá lærarunum í fólkaskúlanum, og vit mangla afturvendandi átøk, ið virka fyri at gera sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarunum betri, sum eitt nú kanningar og arbeiðsplássmetingar. Vit í Lærarafelagnum vóna, at hesin seinnaparturin um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarunum kann vera við til at seta gongd í arbeiðið at kanna, hvussu lærarin hevur tað, og at seta sálarliga arbeiðsumhvørvið á dagsskránna. 

Fólkaskúlin er eitt av týdningarmestu arbeiðsplássunum í landinum, og lærarin er hjartaslátturin í fólkaskúlanum; tí eiga avvarðandi partar at taka sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum í størsta álvara. Arbeiðsgevarin eigur at lurta eftir læraranum og gera metingar og kanningar av, hvussu lærarin hevur tað. Gera vit tað og brúka úrslitini, so koma vit at fáa enn fleiri lærarar, sum hava neyðuga yvirskotið at møta næmingunum og gleða seg til næsta skúladag.

Lærarafelagið takkar øllum fyri luttøkuna á seinnapartinum um sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarunum.