Tíðindi
Eftirútbúgvingarnar sera góða undirtøku
Stórur áhugi hevur verið millum lærarar at sleppa undir eftirútbúgving. Eftirútbúgvingarleisturin, sum Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum fór undir tíðliga í heyst, hevur fimm skeið á skránni hesa heysthálvuna.
Tey eru:
· flokslærarin og samstarv
· konfliktfatan í námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og ungum
· lívfrøði og náttúrulærufrøði
· mál-, lesi- og skrivimenning
· tøknifatan og talgildisútbúgving
Øll skeiðini eru væl umtókt; tað skeiðið, sum flest lærarar hava meldað seg til, er skeiðið um mál-, lesi- og skrivimenning.
- At áhugin er so stórur, bendir á, at tørvurin er stórur á førleikamenning innan hetta økið. Tí má skeiðið bjóðast út aftur skjótt, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Stakskeið, ið verða boðin út á vári 2026, eru hesi:
· Kt-amboð og talgildar lærugongdir
· Relatiónsførleiki og floksleiðsluførleiki
· Náttúrufaksdidaktikkur – Útinámsfrøði
· Inkluderandi sernámsfrøði: Lesi- og skriviavbjóðingar og dysleksi
· Inkluderandi sernámsfrøði: Samskifti, relatión og trivnaður – Børn í kreppu, sorg og trauma
Øll stakskeið telja 10 ECTS. Skeiðini, ið verða boðin út skúlaárið 2025/2026, eru øll partur av eini skeiðsrøð, sum leiða til nýggju masterútbúgvingini í námsfrøði á Námsvísindadeildini. Stakskeiðini halda fram skúlaárið 2026/2027. T.v.s., at um ein skeiðsluttakari fær hug at fáa størri vitan um eitt skeiðsøki, so kann hann halda fram og velja eitt nýtt skeið í røðini árið eftir, og tá ein hevur trý stakskeið, kann viðkomandi fara í holtur við masterútbugvingina í námsfrøði.
Onnur tíðindi
-
09.10.2026Mátin tú rørir teg, tá tú lesur, týdning fyri, hvussu tú lærir
-
08.10.2026SSP-lærarar nógvar fráboðanir
-
07.10.2026Útbúgvingarstigið framvegis nógv at siga fyri úrtøkuna hjá barninum
-
06.10.2026Lyklaorðini eru tíð og umstøður
-
05.10.2026Í dag er altjóða læraradagur
-
02.10.2026Raðfestið upplestur í barnagarðinum