Tíðindi
Burtur við landsroyndunum
Landsroyndirnar í fjórða og sætta flokki í fólkaskúlanum tæna ikki sínum endamáli.
Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
– Upprunaliga var ætlanin við landsroyndunum at eftirmeta næmingarnar og fakligu førleikarnar. Men ístaðin fyri at nýta landsroyndirnar sum eftirmeting og grundarlag fyri víðari læring og menning, gjørdist talan um eina kapping, eitt føroyameistaraskap millum skúlar, um at standa seg best, og tað var ikki endamáli, sigur Jóhannis Joensen.
Hann heldur tað tí vera skilabest at fara burtur frá landsroyndunum og ístaðin at skipa fyri innanhýsis royndum, sum skúlarnir hvør í sínum lagi skulu standa fyri og eftirmeta.
– Tað ger mær ilt, tá ið skilagóð skúlafólk og myndugleikar grundgeva fyri landsroyndunum, tí tað ber væl til snikka smidligar loysnir saman, so hvør skúli sær heldur eina innanhýsis roynd og metir um fakligu førleikarnir hjá næmingunum, sigur hann.
Jóhannis Joensen er sjálvur útbúgvin lærari, hann hevur drúgvar royndir í fólkaskúlanum og hevur eitt skifti verið skúlastjóri í skúlanum í Sørvági. Hann hevur í síni tíð skrivað ritgerð um landsroyndirnar, og tá var greiða niðurstøðan, at úrslitini av landsroyndunum verða als ikki brúkt sum ætlað, men enda sum oftast í eini skuffu og verða ongantíð tikin framaftur. Og tað er ikki nøktandi, heldur hann.
– At halda royndir bara fyri at halda royndir gevur onga meining, sigur Jóhannis Joensen.
PISA hóskar seg illa
Hann er heldur ikki so heitur talsmaður fyri PISA-kanningunum, sum føroyskir fólkaskúlanæmingar seinastu árini hevur luttikið í og verið partur av.
– PISA er bara enn ein kapping, eitt evropa- ella heimsmeistaraskap millum lond. Eg haldi ikki, at tað gevur meining at samanbera føroyskar næmingar við næmingar úr fjarskotnum londum, sum hava púra øðrvísi mentan og skúlaskipan enn okkara. Um vit yvirhøvur skulu samanbera úrslitini, má minsta krav vera, at vit samanbera við næmingar úr øðrum Norðurlondum, sigur Jóhannis Joensen.
Hann vísir á, at spurningarnir í PISA-kanningunum ikki eru lagaðir til føroysk viðuskifti, og hann undrast á, hví tað yvirhøvur skal vera neyðugt við PISA-kanningum í Føroyum.
– Føroyskir skúlanæmingar standa seg sum oftast væl, eisini seinni á yrkisleiðini og uttanlands. Og fleiri venda aftur til Føroya sum væl útbúnir akademikarar og summi sum professarar, sigur hann.
Spontaniteturin hvørvur
Tankarnir hjá Jóhannisi Joensen hava fingið tinglimir úr øðrum flokkum at hugsa nærri um royndirnar í fólkaskúlanum.
Magnus Rasmussen, tinglimur fyri Sambandsflokkin, heldur, at royndir av onkrum slagi mugu vera í fólkaskúlanum. Men tær mugu ikki vera ov nógvar, heldur hann, tí vandin er, at spontaniteturin í skúlanum hvørvur.
– Lærarin má ikki vera so upptikin av royndum og úrslitum, at hann ikki megnar at lofta tí, sum av sær sjálvum uppstendur í undirvísingini, sigur hann.
Magnus Rasmussen vísir ikki uppskotinum hjá Jóhannisi Joensen frá sær og heldur, at landsstýrismaðurin við skúlamálum eigur at kanna møguleikarnar og, um tað ber til, við rundskrivi at boða skúlaleiðslunum frá nýggjum mannagongdum um innanhýsis royndir.
Bárður á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur serliga heft seg við sjónarmiðini hjá tingmanni Javnaðarfloksins um PISA-kanningarnar.
Bárður á Lakjuni vísir á, at tá ið Føroyar av fyrstan tíð fóru upp í PISA-samstarvi, var tað við teirri sannroynd í huga, at føroyskir skúlanæmingar sum heild stóðu seg illa í ávísum lærugreinum. Tí máttu stig av onkrum slagi takast, og politiskt varð avgjørt at fara upp í PISA-samstarvið.
Um tann avgerðin var røtt ella ei, vil Báður á Lakjuni ikki gera viðmerkingar til og letur onnur um tað. Orsøkin er, at landsstýrismaðurin, sum hevði skúlamál um hendi, tá ið avgerðin varð tikin, var Jógvan á Lakjuni, sum er pápi Bárð.
Hinvegin heldur Bárður á Lakjuni, at PISA-kanningarnar ikki altíð hava verið tiknar í nóg stórum álvara í Føroyum.
Hesum sjónarmiði taka Jóhannis Joensen og Magnus Rasmussen fult undir við og halda, at hvørki lærarar ella næmingar av álvara hava tikið PISA-kanningarnar til sín.
Tekstur og mynd: Jákup Bogi Joensen
Onnur tíðindi
-
16.01.2026Fimti hvør næmingur meiri enn 10 prosent fráveru
-
15.01.2026Námsætlanirnar ikki nóg væl kjølfestar í skúlaskipanini
-
13.01.2026Útlúgvandi ikki at vita, um tú hevur starv
-
12.01.2026Sálarliga hart at vera í tíðaravmarkaðum starvi
-
09.01.2026Støðuroyndir heldur enn landsroyndir
-
08.01.2026Tú kanst ikki motivera við at kontrollera