Tíðindi

Teir flestu lærararnir nøgdir við arbeiðið

Eg føli meg at vera hetjan hjá næmingunum. Tað sigur 32 ára gamli Halvor, sum hevur arbeitt sum lærari í sjey ár. Nýggj tøl vísa, at flestu lærararnir í Noregi hava tað sum hann.

04.05.2023

– Tá ið eg komi til arbeiðis um morgunin, tysja næmingar úr øllum heraðshornum í skúlagarðinum yvir til mín og vilja geva mær eitt klemm. Tú verður eitt sindur forkelaður. Eg hugsi ikki um, hvussu gott og deiligt tað í grundini er at vera lærari, sigur Halvor Sell Mosæther, lærari á Kirkekretsen skúla.

Enskt stendur á tímatalvuni fyrsta tíman á degnum. Tað verður sungið og tosað um djór. Tey smáu taka upp eftir Halvor: «My favorite animal is a …»

Eldhugin at siga frá yndisdjórinum er stórur.

– Eg føli, at eg eri sjálvstøðugur, og at eg kann vera kreativur. Eg kann sjálvur gera av, hvussu arbeiðsdagurin verður. Tað at vera lærari gevur mær nógv frælsi við ábyrgd, sigur lærarin.

Um lærarayrkið er so gott, sum Halvor sigur, hví eru tað ikki fleiri, sum vilja vera lærari?

Sagt at vera kreppa

Umsóknartalið til læraraútbúgvingina í Noregi er minkað munandi kring alt landið og hevur ikki verið so lágt í meiri enn tíggju ár. Burtursæð teimum stóru býunum er talan um 40 prosent afturgongd í trý ár. Og afturgongdin heldur fram í ár. Tað verður sagt, at talan er um eina kreppu. Nógv hava roynt at finna út av, hví afturgongdin er so stór. Víst verður á lønar- og arbeiðsviðurskifti. At tað eru ov nógvar negativar søgur um tað at vera lærari. At tað er vorðið ov krevjandi at megna avbjóðingarnar í skúlastovuni. At tað er ov nógvur tørvur, sum skal eftirlíkast.

Læraraverkfallið, sum var í fjør og sum endaði við, at eitt lønarráð var sett, hevur ikki gjørt støðuna betri. Tað hevur í øllum førum ikki fingið ung fólk at søkja um upptøku á læraraútbúgvingini.

Herferð at broyta gongdina

Um alt Noreg verður arbeitt við at broyta gongdina og rákið. Ein herferð er sett í verk, sum hevur til endamáls at fáa fleiri at søkja inn á læraraútbúgvingarnar. Herferðin sigur eitt nú, at byrjanarlønin er 560.000 krónur um árið, at tað ber til at fáa strikað 100.000 krónur í lestrarláninum, tá ið tú ert liðugur sum lærari, og at tú eftir fimm ár hevur masterheiti og lektaraheiti at vísa á.

Er tað veruliga so trupult at vera lærari, sum søgur benda á?

Tølini eru greið

– Nei, sigur Thomas Nordahl. Hann er professari í námsfrøði og týðandi í kjaki um skúlan í Noregi. Hann og starvsfelagar hansara á læraraútbúgvingini í Hamar hava kannað, hvussu lærarar trívast, og hvussu teir halda, at teir megna arbeiðið. Millum 800 og 2.000 lærarar eru spurdir beinleiðis um hesi viðurskiftini fýra ferðir. Í 2016, 2018, 2020 og 2022. Lærarar hava tikið støðu til ítøkiligar útsagnir um nøgdsemi, trivnað og meistring í einum skala frá eitt til fýra, har fýra er best. Og tølini tosa týðiliga.

Lærarar skora høgt í nøgdsemi

Í miðal skora lærararnir, sum hava tikið lut í kanningini, meiri enn trý fyri øll árini. Sjey av tíggju lærarum svara, at útsagnirnir passa væl ella ógvuliga væl við støðu teirra sum lærari. Hóast tað er lítil afturgongd í tølunum fyri 2022, er tað framhaldandi væl oman fyri trý hóast verkfall, koronu og annað.

– Vit kunnu tí gera ta niðurstøðuna, at meirilutin av lærarum framhaldandi hevur álit á sær sjálvum sum lærari. Teir eru eldhugaðir og hugaðir, og teir halda, at tað er gott at arbeiða sum lærari, sigur Nordahl.

Svarini, sum verða endurgivin, eru ikki í samsvari við myndina, sum verður málað, sum sigur, at tað er trupult og strævið at vera lærari.

Myndin svarar ikki til gerandisdagin

Tað er matarsteðgur við søguupplestri á Kirkekretsen skúla.

Halvor lesur um Jakob og Neikob – tveir góðar vinir, sum búgva saman. Teir eru ógvuliga ymiskir, tí Jakob sigur ja til alt, og Neikob nei til alt.

Halvor er sjálvandi tilvitaður um avbjóðingarnar av at vera lærari. Stórt arbeiðstrýst og lítið av tíð. At takkla tvístøður. Nógv pappírsarbeiði. Nógv, sum skal skjalprógvast, fyrisitast og skrivstovuveldi. Ov lítil orka.

Men hann er samdur við Nordahl í, at myndin, sum verður málað uttan fyri skúlan, í stóran mun er negativ. Myndin svarar ikki til gerandisdagin hjá honum.

– Eg haldi ikki, at tað eru so nógvar røddir, sum koma fram og siga greitt, at tey trívast. Eg kenni nógv, sum hava tað eins og eg, og sum halda, at tað er gott arbeiði at vera lærari, sigur hann.

Starvsfólkahópurin

Tað sjóðar av røddum, góðum huglagi og látri á lærarastovuni á Kirkekretsen skúla. Halvor sigur, at starvsfelagarnir hava nógv at siga fyri trivnaðin í skúlanum. Tað er nógv fokus í skúlanum á, at tú hjálpir øðrum, og um onkur uppgáva er trupul, at fleiri vilja veita eina hjálpandi hond. Soleiðis hevur eisini verið á øðrum skúlum, har Halvor hevur arbeitt. Tá mann arbeiðir sum lærari, arbeiðir mann við tí, sum er best fyri barnið. Tú merkir, at starvsfelagarnir saman arbeiða til frama til tí, sum er best.

Rákið má vendast

Leiðarin fyri lærarahópin á Kirkekretsen skole er Marion Robsahm, skúlastjóri. Hon kennir seg væl aftur í tølunum hjá Thomas Nordahl. Kanningar, sum hon hevur gjørt av arbeiðsumhvørvinum á hennara skúla, vísa sama úrslit.

Hennara varhugi er tí, at lærararnir trívast.

– Vit síggja tað á eldhuganum, at lærarar ganga høgt upp í næmingarnar, at teimum dámar at koma til arbeiðis, og at látur og smíl eru á lærarastovuni. Útbúgving hevur kanska ongantíð verið meiri umráðndi fyri tey, sum vaksa upp, enn hon er í dag. Tí er tørvur á góðum lærarum í árunum, sum koma. Og tí mugu vit taka lógvatak saman og umrøða lærarastarvið og læraraútbúgvingina positivari enn vit gera í dag. Rákið eigur at verða vent, sigur hon.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni