Tíðindi

Tað snýr seg um at dyrka teir smáu sigrarnar

Tað sigur lærarin Rubek S. Lilaa, sum hevur góðar royndir við at undirvísa børnum við ADHD.

29.04.2025

– Eingi børn eru líka. Heldur ikki børn við ADHD.

Soleiðis sigur Rubek S. Lilaa, sum er lærari í Gulaskúla í Havn. Guliskúli er ein skúli, har næmingar, ið av ymsum orsøkum ikki megna tann vanliga fólkaskúlan, kunnu ganga.

Eitt, sum lærararnir duga serliga væl her, er at handfara næmingar við ADHD. Og tað er tað, vit hava spurt Rubek um her, nú hann svarar, at eingi børn eru líka.

– Vit í starvsfólkahópinum hava altíð havt eina reflekterandi tilgongd í okkara arbeiði við næmingunum. Tað hevur ført til ein hugburð, sum vit stýra eftir, tá tað snýr seg um at rúma teimum børnum, sum hava tað trupult, greiðir Rubek frá og vísir víðari á hendan felags hugburðin.

– Børn við ADHD hava bara eitt órógv. Men eitt órógv kann eisini síggja ymiskt út. Og av tí at børn við ADHD eru so ymisk, júst eins og onnur børn eru, so er tað ringt at brúka ein standardfrymlar til øll. Tað er tí sera umráðandi, at mann skilir avbjóðingina hjá einstaka barninum og tillagar undirvísingina eftir henni. Tað er tað, vit royna at gera í Gulaskúla.

At undirvísingin er tillagað sæst millum annað aftur í, at tímatalvan hjá næmingunum er øðrvísi enn tímatalvan hjá næmingum í vanliga fólkaskúlanum. Dentur verður í størri mun lagdur á rørslu, náttúru og kreativitet – alt við tí endamáli at fáa børnini at trívast betur sosialt, og so tey eisini megna betur at fylgja við í undirvísingini.

Børnini kunnu til dømis velja, hvørji fak tey hava seinnapart á degnum sum til dømis smíð, okkurt aktivt uttandura ella okkurt kreativt.

– Tað gevur góða meining, tí ofta orka tey ikki meiri, tá vit eru komin út á seinnapartin. Av tí at tey ikki megna ein heilan skúladag, má mann bróta dagin av, og tað, síggja vit, riggar væl, sigur Rubek S. Lilaa.

– Børnini skulu nokk læra tað fakliga, tá tey eru før fyri tí. Men meðan tey eru smá, royna vit ikki at júka tey við tí og geva teimum eina negativa kenslu av at lesa, skriva og rokna.

Børnini skulu í staðin fáa eina positiva uppliving av at ganga í skúla.

– Um tey orka at skriva og lesa eitt lítið sindur, so er tað í lagi. Tað snýr seg um at taka menningina í smáum bitum og dyrka teir smáu sigrarnar, sigur hann.

– Í vanliga fólkaskúlanum snýr tað seg nógv um alla tíðina at byggja uppá og læra meira. Men tað er ikki so lætt hjá børnum við ADHD. Tí royna vit at taka tað stig fyri stig og tryggja, at børnini fáa succesupplivingar, sum blíva drívmegin hjá børnunum.

– Vit hava millum annað lagt dent á at arbeiða meira við sansunum og síggja tað, sum er rundan um tey. Tí fellur eitt fak sum til dømis landalæra teimum lætt, tí har kann mann í størri mun visualisera ting.

Les alla greinina, sum Pætur Hjalmar Evensson hevur skrivað, í Skúlablað nr 2, 2025.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni