Tíðindi
26.08.2025
Sálarligt arbeiðsumhvørvi er arbeiðsøkið hjá Sólju í Ólavsstovu, løgfrøðingini í Lærarafelagnum. Lærarar venda sær til Lærarafelagið at fáa løgfrøðiliga og aðra hjálp, mangan tá ið teir hava roynt allar aðrar møguleikar.
- Vit hava enn ein hugburð í Føroyum, sum ger, at vit gera tað, sum verður álagt okkum uttan at seta spurning við boðini. Men tað henda stórar broytingar í hugburðinum, tí ungfólk í dag góðtaka ikki eitt arbeiðspláss, sum ikki raðfestir sálarliga arbeiðsumhvørvið. Gjógvin millum unga starvsfólkið og tær leiðslur, sum ikki raðfesta sálarliga arbeiðsumhvørvið, verður bara størri. Tað fer at standa hart ímóti hørðum, um broytingar ikki koma í.
Lærarar í tíðaravmarkaðum starvi eru í einari viðkvæmari støðu, ikki minst, um teir arbeiða í skúla, sum ikki leggur upp fyri góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi.
- Ert tú í tíðaravmarkaðum starvi, heldur tú kanska út. Tú gremur teg ikki ella kærir um viðurskifti á arbeiðsplássinum, tí tú ert bangin fyri ikki at verða settur í starv næsta skúlaár. At lívsgrundarlagið hjá tær er í vanda, ger, at fólk aftra seg at gera vart við viðurskifti, sum ikki eru góð. At halda út, hóast viðurskiftini ikki eru góð, verður ein vani, og tað er ein vandakós.
Altjóða kanningar vísa, at 38 prosent av teimum, sum í dag verða fyritíðarpensjónerað, fara av arbeiðsmarknaðinum av sálarheilsuávum. Hetta talið sær út til at vera vaksandi. Hóast vit í Føroyum ikki hava hagtøl fyri hesum, eru sannlíkindi fyri, at støðan er tann sama í Føroyum.
- Lærarafelagið hevur eina avtalu um, at lærarar kunnu fáa lækkað tímatal av heilsuávum, og vit hava eisini skipanina við tillagaðum starvi; hesar kunnu vera ein góð loysn, um tú ikki megnar at arbeiða fulla tíð. Vanliga er tað læknin, sum viðmælir hesar skipanir. Er talan um fólk, sum eru strongd, kunnu tey fara í skipanirnar í styttri tíð, ofta eitt ár, og so tá støðan er betri, fara tey upp í tíð aftur. Er strongdin íkomin av sálarliga arbeiðsumhvørvinum í skúlanum, er sera týdningarmikið at hugsa um, hvat lærarin kemur aftur til. Kemur hann aftur til tað sama – sama flokk, somu næmingar, sum elvdu til strongdina – er stórur møguleiki fyri, at hann kemur í somu støðu aftur.
Tað er ein stórur trupulleiki, heldur Sólja í Ólavsstovu, at vit ikki hava hagtøl, sum lýsa støðuna í Føroyum.
- Fleiri sjúkrameldingar eru, størri eru sannlíkindi fyri, at viðurskiftini ikki eru í lagi. Hagtøl kunnu nevniliga kasta ljós á umstøður og viðurskifti og geva gott grundarlag fyri at seta átøk í verk. Hava vit eingi hagtøl, so kunnu vit halda, at alt er gott; vit gita og hava ein varhuga, og tað er á ongan hátt nóg gott.
Les alla samrøðuna við Sólju í Ólavsstovu í Skúlablað nr 4, 2025.