Tíðindi
07.10.2025
Katrin Dagbjartsdóttir er lærari í Skúlanum á Fløtum, har hon er flokslærari í 4. flokki. Í 2010 fekk hon prógv sum serlærari við logopedi sum sergrein. Nú, eftir 30 góð og lærurík ár sum lærari saman við hópin av næmingum tilsamans, er ein av stóru niðurstøðum hennara, at vit eiga at díkja næmingarnar undir í orðum við at vera saman við teimum, at tosa við tey og at lesa saman við teimum.
- Í byrjanini kenna næmingarnir kanska ikki øll orðini, sum tey lesa. Tó fáa tey innihaldið við, tí tey kenna nøkur av hinum orðunum. Og júst við at síggja og lesa ymisk orð aftur og aftur, gerast orðini við tíðini kend. Eg veit, at nøkur fleiri ár seinni uppliva sovorðnar aha-upplivingar, har tey spyrjandi hugsa: ”Á, ja, var tað hatta, orðið merkti.”
Víðari vísir Katrin Dagbjartsdóttir á, at í bókini verða næmingarnir oystir undir í alskyns orðum, so hóast tey ikki kenna øll orðini alt fyri eitt, so rokna tey innihaldið út við at lesa víðari og síggja tað í størra høpinum.
- So, tá ið vit sum lærarar lesa fyri næmingunum, skulu vit vera varin við at umorða ov nógv fyri at gera tað lættari hjá teimum at lurta og skilja. Ja, tað kann vera, at nøkur orð eru torfør, og tó eiga næmingarnir at fáa møguleika at økja um orðfeingið við at hoyra alt slag av orðum og orðingum.
- Í løtuni lesi eg bókina Undur fyri næmingunum. Bøkurnar geva nevniliga ein so avbera góðan møguleika at lesa og tosa saman, og við at lesa og tosa økja vit – samstundis sum vit tosa um hendingarnar og tað, sum annars fangar tey – um orðfeingið hjá næmingunum.
- Eitt er vist, at um lærarar saman við foreldunum fyrstu tíðina venja og aftur venja lesingina, so fara báðir partar at kenna ágóðan seinni. Í byrjanini lesa tey fyri at avkoda, men í 4. flokki lesa tey fyri at nema sær vitan og kunning. Tey skulu tá lesa so raðið, so tey megna at brúka tað í øllum lærugreinum. Eisini torføru orðini, sum tey kanska ikki hava sæð fyrr, sum tey skulu lesa og læra seg.
Sum Katrin Dagbjartsdóttir vísir á, so krevur lesing og harvið at økja um orðfeingið nógva venjing. Samstundis er hon eitt sindur stúrin um, at summi fakfólk vísa á, at tað eru færri og færri børn, sum lesa. Framtíðarútlitini kundu verið frægari, og vit mugu arbeiða miðvíst við at fáa so mong sum gjørligt at lesa. Saman við foreldrunum og avvarðandi. Tíbetur eru ljóðbøkur og hjálparamboð til teirra, ið stríðast ov nógv við lesingina.
- Vit vita, at pappírsbókin gevur okkum nakað serstakt. Tú hevur hana í hondini, tú blaðar, og tað virkar betur enn alt annað, sum annars gevur lesihug. Vit minnast tað, vit lesa, betur, og vit kunnu gera viðmerkingar í bókina, og vit brúka tá sansirnar øðrvísi.
Brot úr samrøðu. Les alla samrøðuna, sum Tóra við Keldu hevur skrivað, í Skúlablað nr 4, 2025.