Tíðindi
11.07.2025
Hvat ungfólk hugsa um arbeiði, meðan tey eru tannáringar, hevur sera stóran týdning fyri lívið sum vaksin. Tað vísir stór kanning, sum eitur Ung i Norge, har granskarar hava fylgt fleiri enn 2000 fólkum í einum tíðarskeiði á 28 ár.
– Hetta er fyrsta kanningin í altjóða høpi, sum vísir, at arbeiðsvirði í stóran mun forma avgerðirnar hjá ungfólki á øllum týðandi lívsøkjum, ikki bara tá ið talan er um arbeiði ella útbúgving, sigur Michal Kozák, granskari við OsloMet.
– Higartil hava vit ikki verið so tilvitað um, at tað, sum ungdómurin hugsar um arbeiði, hongur saman við ætlanum teirra at fara úr barnaheiminum ella sannlíkindunum fyri at enda við at fáa almannaveiting, sigur hann.
Saman við Tilmann von Soest, granskara við Universitetið í Oslo og OsloMet, hevur Kozák granskað í hesum evninum. Tey hava kannað sambandið millum fýra ymisk arbeiðsvirði hjá ungfólki, og hvussu hesi hanga saman við týdningarmiklar síður av vaksnamannalívinum so sum inntøka, samlív og at fáa børn.
Tey fýra arbeiðsvirðini eru: innara motivatión, ytri motivatión, ósjálvsøkin virði og avbjóðingaraftran.
Ósjálvsøkin virði merkir at seta tørvin hjá øðrum fram um síni egnu uttan at vænta at fáa nakað afturfyri.
Fýra arbeiðsvirði og lívið sum vaksin
– Ung, sum virðismeta meining, kreativitet og sjálvsmenning í arbeiði, flyta fyrr heimanífrá, men høvdu minni inntøku, tá ið tey vóru vaksin, sigur Kozák.
Tey, sum í ungdómsárunum virðismettu arbeiði, har tey kundu hjálpa øðrum, giftu seg sannlíkt og fingu børn. Tey við ytri motivatión – so sum høga løn og status – forvunnu mest sum vaksin.
Tann minst hepni bólkurin vóru tey, sum tóku á seg arbeiði, ið fá krøv vóru til, og sum høvdu nógva frítíð. Hesi høvdu bæði lægri útbúgving og verri tilknýti til arbeiðsmarknaðin.
– Metingarnar hjá okkum vísa, at vísir tú í tannáringaárunum avbjóðingaraftran, ert tú í tvífaldum vanda at fáa almannaveiting sum vaksin, sigur von Soest.
Hann sigur, at slík aftran samstundis minkar um møguleikarnar at nema sær hægri útbúgving og eisini hevur við sær væl lægri árliga inntøku.
Ungfólk í Noregi virðismeta innara lív hægst
Kanningin vísir greitt mynstur í, hvat ungfólk virðismeta mest í arbeiðslívinum. Ovast á virðisstiganum finna vit “innari virði” – tað vil siga gleði, persónliga menning og meiningsfult samband á arbeiðsplássinum.
Síðan kemur altruisma ella ósjálvsøkni, sum snýr seg um at hjálpa øðrum og geva til felagsskapin gjøgnum arbeiðið.
«Ytri virði » so sum løn, status og materiell ting koma ikki fyrr enn á triðja plássi. At enda kemur «avbjóðingaraftran» – eitt slag av mótvilja ímóti váða og broyting í arbeiðinum.
Hóast ungdómur um allan heimin vanliga ikki stigmetir ikki-materiell viðurskifti viðvíkjandi arbeiðinum hægri enn materiell viðurskifti, vístu ungfólk í Noregi í kanningini minni ambisjónir hesum viðvíkjandi samanborið við ungfólk í amerikonskum kanningum.
Kozák heldur, at tað er sannlíkt, at lágu ambisjónirnar hava samband við samfelagsskipanina í Noregi, sum er eyðkend av javnrættindum.
– Í Noregi eru javnrættindini og felagsskapur grundleggjandi virði, og tað at stíga fram við óvanliga høgum málum kann vera fatað sum tað øvuta av at vera inkluderandi. Tá ið øll verða biðin um at geva til felagsskapin á sín hátt, verður minni ljós varpað á vald og status hjá einstaklinginum, sigur hann.
Starvsvegleiðing tíðliga umráðandi
– Tað, sum vit hava funnið út av í kanningini, undirstrikar tørvin at veita góða starvsvegleiðing í skúlunum so tíðliga sum til ber, heldur Kozák.
Positiv ávirkan frá foreldrunum hevur eisini nógv at siga, tí virði, ið arbeiði eru mett at hava, føra foreldur víðari til børn síni. Ávirkanin frá foreldrunum í meiningum, virksemi og vegleiðing tongt til arbeiðið hevur sannlíkt størri týdning, tá ið talan er um at gera sær mynd av, hvørja yrkisleið ein vil hava, vísir kanningin.
Kanningin er almannakunngjørd í Journal of Education and Work.
Fýra bólkar av arbeiðsvirði millum ungfólk
Innara virði: snýr seg um meining og sjálvsmenning. Ung við innari arbeiðsvirði vilja hava arbeiði, sum geva persónliga menning, kreativitet og kennast at hava meining – hægri enn løn og status.
Ytri virði: snýr seg um pengar, status og tign. Tey, sum hava ytri motivatión, virðismeta høga løn, trygg arbeiði og sosiala status. Tey vilja “klatra” upp eftir stiganum og forvinna væl.
Ósjálvsøkin ella altruistisk virði: snýr seg um at hjálpa øðrum. Ung við hesum virðunum vilja geva aftur til samfelagið og arbeiða við og fyri menniskjum, til dømis innan heilsu, umsorgan og undirvísing.
Avbjóðingaraftran: snýr seg um at sleppa undan strongd og krevjandi arbeiði. Hesi ungfólkini royna at sleppa undan strongd, hava stuttar arbeiðsdagar og nógva frítíð. Tey frávelja arbeiði, sum krevja, at tú kýtir seg og nógva læring.
Um kanningina
Kanningin Ung i Norge hevur verið gjørd síðan 1992. Granskarar hava síðan tá fylgt fleiri enn túsund fólkum, sum vóru tannáringar fyrst í 1990-unum, fram til dagin í dag. Teir hava sett hugburð hjá ungfólkunum í sambandi við arbeiði við, hvussu lívið hjá teimum hevur verið – tá ið talan er um útbúgving, inntøku, familju og bústað.
Les meiri um kanningina her.