Tíðindi
03.06.2022
Øystein Gilje, professari við Universitetið í Oslo, fekk prógv sum lærari í 1993, og Kristine Østbye, lektari í enskum, fekk prógv í 2013. Hetta tíðarskeiðið frá 1993 til 2013 og fram til dagin í dag hevur skúlastovan verið ígjøgnum eina sanna kollvelting, frá teirri siðbundnu skúlastovuni, sum vit kendu hana, til at vera ein talgild stova. Øystein Gilje arbeiðir við nú við at gera eina eftirmeting av talgildingini av grundskúlanum í Noregi.
Kristin Østbye hevur eina greiða fatan av, hvønn týdning teldilin hevur fyri læring og undirvísing.
– Tað hevur ongantíð verið stuttligari at verið lærari, sigur hon.
Tey bæði hava eitt nú kannað, hvat gransking sigur um fatanina hjá næmingum av teldlum sum amboð at brúka í undirvísing og læring í grundskúlanum, tað er fyrstu árini í fólkaskúlanum.
Talgildiskollvelting
Sum lærari í Bærum hevur Kristine Østbye verið við í tilgongdini at taka teldilin í nýtslu í undirvísingini í skúlanum og sum talgildur vegleiðari í øðrum skúlum. Tilgongdina at taka teldilin í nýtslu lýsir hon sum ein gongd í fleiri stigum.
– Í byrjanini snúði tað seg meiri um at læra tøknina at kenna, men nú snýr tað seg um at skapa og menna nýggjar undirvísingarhættir.
Hon dylir ikki fyri, at tað av og á hevur verið ruðuleikakent, og at støðan er ymisk frá skúla til skúla og skúlastovu til skúlastovu.
Østbye greiðir frá, at tey hava fingið meiri tíð til sjálva læringina eftir, at teldilin er tikin í nýtslu í undirvísingini. Øll tíðin, sum áður var brúkt til at taka telduna fram, finna løðara, rita inn og so framvegis, er minkað nógv í einum taki.
– Vit kunnu fara í gongd við at arbeiða alt fyri eitt og vera í gongd nógv longri. Nógvir av tíðartjóvunum eru knappliga burtur, sigur hon.
Møguleikarnir, vit hava við teldlinum at taka ljóð upp og somuleiðis myndir, tekur Østbye fram sum týdningarmikið fyri læringina.
– Í enskum kunnu næmingar eitt nú gera eina framløgu ella lesa hart við at gera eina upptøku í tryggum og róligum umhvørvi. Á henda hátt sleppa nógv fleiri næmingar framat at vísa, hvat teir í grundini duga, sigur hon.
Stórur eftirspurningur eftir granskingargrundaðari vitan
Gilje hevur í sínum arbeiði fylgt talgilda skiftinum í ymiskum granskingarverkætlum og ígjøgnum starv sítt sum fakligur leiðari í FIKS, sum er ein deild við Universitetið í Oslo, sum arbeiðir við granskingargrundaðari innovasjón og førleikamenning í skúlanum.
– Tey seinastu árini hava nógvar kommunur gjørt stórar íløgur í teldlar, teldu ella Chromebook til allar sínar næmingar. Í samstarvi okkara við skúlarnar er eftispurningurin eftir granskingargrundaðari vitan fyri at møta talgilda gerandisdegnum verið stórur, sigur Gilje.
Í 2021 almannakunngjørdu granskararnir FIKS frágreiðingina, Gode eksempler på praksis, https://www.uv.uio.no/forskning/satsinger/fiks/kunnskapsbase/digitalisering-i-skolen/gepp-rapport--undervisning-i-en-til-en-klasseromme/sum sum vísir, hvat eyðkennir tað, sum verður gjørt í skúlastovunum í miðnámsskúlum, har allir næmingar hava sína egnu teldu ella teldil.
Yvirlit yvir talgildingina
Eftirmetingin, sum Gilje samstarvar við aðrar granskarar um, er ein partur av eini størri verkætlan, sum norska undirvísingarstýrið hevur biðið um. Verkætlanin eitur Digitaliseringen av grunnopplæringen, og tað er ein deild á universitetinum í Stavanger, sum stendur fyri henni í samstarvi við Høgskulen í Volda og Universitetið í Oslo.
Endamálið er at gera eitt yvirlit yvir tað, vit nú vita um talgilding í skúlanum.
– Ein av avbjóðingunum hjá kommunum hevur verið, at tað er lítið gjøgnumskygni í granskingini á hesum økinum. Tað hevur verið trupult hjá lærarum, skúlaleiðarum og øðrum, ið taka avgerðir, at finna leiðreglur fyri nýtslu av talgildum amboðum, sigur Gilje.
Endamálið við verkætlanini er júst at geva skúlaverkinum eitt greitt og neyvt vitanargrundarlag fyri talgildingini í skúlanum.
– Tað, sum vit eru komin longst við, er at vísa, hvat vit vita frá altjóða gransking um at geva hvørjum einstøkum næmingi ein teldil, og hvat næmingarnir halda um hetta. Heilt einfalt kunnu úrslitini býtast sundur í positivar og negativar fatanir av at brúka teldil í læring, sigur Gilje.
Flestu næmingum dámar teldilin sum amboð
Eftirmetingin vísir eitt nú, at næmingum dámar væl teldilin sum amboð í undirvísingini; teir halda, at hann er lættur at brúka, serliga til lesing, at samskifta við og at senda tilfar víðari og taka ímóti tilfari umframt at skipa tilfar. Hóast nógvir næmingar lata væl at, eru tað eisini næmingar, sum siga tað øvuta. Hesir næmingarnir siga, at teldilin er verri enn teldan ella pappír og blýantur til at skriva uppgávur við, sum er drúgvar at skriva.
– Hetta eru eisini mínar royndir. Sum heild haldi eg, at næmingum dámar framløgur, har teldilin verður brúktur, men til uppgávur, sum eru drúgvar í síðutali, er eksternt tastatur best, og tað hevur teldilin ikki, sigur Østbye.
Talgild distraksjón
Hóast teir flestu næmingarnir halda, at teldilin er góður at brúka í undirvísingini, so siga nakrir næmingar, at teldilin ikki hjálpir teimum í tilgongdini at læra ella gera undirvísingina áhugaverdari. Summir halda, at teldilin er ein distraksjón.
– Eg veit, at tað eru avbjóðingarnar, og hjá summum næmingum er teldilin ikki altíð besta amboðið. Men, tað eg síggi mest av, er fysiskar plágur, so sum høvuðpínu, troytt eygu og pínu í nakka og økslum. Her er uppgávan at minna næmingarnar á góðar arbeiðsstøður, sigur Østbye.
Hóast tað eru nakrar avbjóðingar, er lærarin og granskarin sannførdur um teir nógvu møguleikarnar við teldlinum.
– Tað er nógv einfaldari at gera undirvísingina fjølbroytta og at geva næmingum fleiri møguleikar og uppgávur. Mínar royndir eru, at kenna næmingarnir, at teir hava hava ognarskap yvir tí, teir gera, so økist motivasjónin, og úrslitið verður betri. Samanborið við telduna er teldilin meiri brúkiligur, heldur Østbye.
– Fatanin hjá næmingum við teldlinum er við til at gera av, hvussu vit brúka hann og harvið eisini virðið av teldli í læringini. Hetta er umráðandi at fáa fram, sigur granskarin.
Ráð til stúrin foreldur
Tað eru nógvar greiðar meiningar um at nýta teldil í skúlanum. Foreldur og nógvir lærarar eru javnan í orðaskifti og kjaki á teimum sosialu miðlunum um júst hesi viðurskiftini.
– Tað er gott at kjakast um hesi viðurskifti, tí vit halda, at talgildi miðilin, sum næmingar brúka, ávirka námsfrøðina. Tøknifrøðin er ikki uttanveltað, sigur Gilje.
Nógv foreldur eru stúrin um tíðina, børn teirra sita við skíggjanum. Kristine Østbye heldur, at tíðin, næmingarnir sita við skíggja, hevur eina týdningarmikla funksjón.
– Tá ið skúlin tekur upp á seg at læra næmingar at gerast góðir talgildir borgarar, tekur hann samstundis upp á seg eina samfelagsábyrgd.
Gilje hevur nøkur góð ráð til stúrin foreldur:
– Tað, vit hava sæð, er, at lærarar, sum megna at gera undirvísingina fjølbroytta við bæði samrøðu, uppgávum, sum næmingar samstarva um og gera sum einstaklingar – við ella uttan teldil, ger, at næmingarnir verða meiri motiveraðir at læra. Eg haldi, at talgildingin hevur givið okkum henda møguleikan, men tað merkir samstundis eisini, at næmingarnir eisini mugu leggja skíggjan frá sær av og á, sigur hann.
Hvussu talgilda námsfrøðin fer at síggja út um tíggju ár, er ringt at spáa, men granskarin hevur kortini nakrar tankar um, hvat hann heldur er umráðandi at hava fyri eyga.
– Tað, vit hava verið upptikin av leingi, er skilnaður millum, hvat menniskju gera, og hvat maskinur kunnu gera fyri okkum. Hetta fer at geva okkum avbjóðingar – og møguleikar. Hvat kann tøknin í grundini hjálpa næminginum við, og hvønn leiklut skal lærarin hava? Vit eiga at tosa nógv meiri um eftirgjørdan intelligens og læring, sigur Gilje.
Kelda: forskning.no