Tíðindi
23.12.2024
Høvuðsendamálið við hesum lógarbroytingum er at betra um læruúrtøkuna og trivnaðin hjá næmingunum í fólkaskúlanum. Endamálið við broytingunum er samstundis sum heild at tillaga lógina og gera tillagingar, sum bøta um lógina og um samlaðu støðuna í fólkaskúlanum, verður sagt úr Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.
Í 2023 handaði ein arbeiðsbólkur álit um broytingar í Løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 16. mai 2022 (Fólkaskúlalógin), verður sagt í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Fyrrverandi landsstýrismaður, Jenis av Rana, setti arbeiðsbólkin og núverandi landsstýrismaður, Djóni Nolsøe Joensen, valdi at lata arbeiðsbólkin halda fram, tí arbeiðsuppgávurnar, ið arbeiðsbólkurin arbeiddi við, samsvaraði væl við stevnumiðini hjá nývalda landsstýrinum, sum í samgonguskjalinum hevði sett sum mál fyri fólkaskúlan:
· · at stytta skúladagin,
· · at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin,
· · at endurskoða lærugreinabýtið
· · at javnvág skal vera millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru,
· · at kveikja skapandi og verkliga lærihugin hjá børnunum,
· · at raðfesta flokslæraraleiklutin,
· · at styrkja tvílæraraskipanina í grunddeild og
· · at lækka talið av næmingum í hvørjum flokki.
Hetta seinasta punktið um at lækka næmingatalið í hvørjum flokki varð samtykt í lógarbroyting seinastu tingsetu.
Broytingarnar taka støði í omanfyrinevnda áliti, umframt trivnaðarkanning, ið Fróðskaparsetur Føroya gjørdi fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið í 2023 og harumframt inniber broytingin nýggja áseting um inklusjón í fólkaskúlanum, sum skal vera við til, at Føroyar taka týðandi stig fyri at leggja seg eftir politisku visjónini um ein inkluderandi skúla.
Hoyringarfreistin er ásett at verða 24. januar 2025.
Tað ber til at lesa alt uppskotið her