Bloggur

Tú fært ikki sungið, tá ið tú ert óður

Katrin Dagbjartsdóttir, lærari í Skúlanum á Fløtum, bloggar

05.06.2024

Sangur er farin at fylla meir og meir í teimum flokkunum, sum eg havi verið flokslærari í. Síðstu 6 árini er hvør tími á morgni byrjaður við minst einum sangi. Havi altíð hugsað, at næmingarnir skulu duga nakrar góðar og virðismiklar sangir, sum eru ein partur av mentanararvi okkara. Væl vitandi um, at tað er sera ymiskt, hvussu nógv verður sungið í ymsu heimunum, so hugsi eg, at vit sum lærarar kunnu átaka okkum ein part av hesum.

Sangur er savnandi: Tá ið vit byrja við einum sangi í flokkinum, eru børnini saman um sangin. At syngja. Tá ið sangurin er sungin, so eru tey klár til at fara til arbeiðis. Hetta er sostatt ein góður máti at byrja dagin, við felags uppmerksemi í sanginum. Sjáldan hava vit kent tørvin á felagsskapi størri, enn tá ið koronufarsóttin herjaði. Ikki gingu nógvir dagar, so funnu fólk saman í sanginum. Vit sungu saman – hvør sær. Nógvir vakrir sangir liggja úti á netinum frá hesi sundurskiljandi, køldu tíð. Minnist eisini, at útvarpið skipaði fyri einum tiltaki. Haldi, at vit øll sungu “Fagra blóma”. Tað vakti felagskenslu og gleði kring alt landið.

Samfelagsfrøðingurin Anette Prehn, sum m.a. hevur skrivað bókina Hjernesmarte børn, hevur eisini skrivað: “Det syngende menneske – nye veje til forbundethed.” Her viðger hon, hvønn týdning sangur hevur, og hvussu sangur kann binda okkum saman og geva okkum styrki, vón, gleði í øllum lívsins viðurskiftum. Hetta er sanniliga nakað, sum vit eiga at hugsa um í skúlanum. Ikki tí, nógv gera tað longu. Flestu skúlar hava morgunsangin sum ein fastan tátt hvønn morgun. Í skúlanum, har eg starvist nú, syngja vit fyrst ein sálm (sama sálm í eina viku, so tey læra hann), so er bøn, føðingardagssangur, og so enda vit við onkrum sangi. At læra sálmar og ymisk sløg av sangum hevur ómetaligan týdning fyri okkum, eisini á ellisárum, tá ið eygu, oyru ella kanska minnið er farið at bila. Tá er gott at duga sangirnar uttanat.

Vit hava nógvar sera vakrar sangir av ymsum slag: Sangir, sum hoyra til árstíðina – til dømis  “Vaknaður vársins songur”,  sum ber boð um ljósari tíðir. Móti vári verður hesin yndisligi sangurin spældur í útvarpinum – og eg minnist, hvussu mamma altíð skrúvaði frá og stemmaði í. Várkenslan birtist saman við gleðini um, at nú fór sólin at vinna á kuldanum.

Vit eiga at geva okkum far um, hvørjar sangir vit halda, at næmingarnir skulu læra. “Gakk tú tryggur fram við góðum treysti” og “Bimm-bamm-bussa eg eri ein halatussa” eru púra hvør sítt slag av sangi, og tí haldi eg tað vera umráðandi at skyna millum. Tað er ikki líkamikið, hvat vit syngja við børnunum, men um vit syngja hvønn dag – umframt morgunsangin, so kunnu vit fevna breitt. Ein, sum okkara børn altíð stemma í, er: “Eitt sunnukvøld í plantaguni.” Fátt er sum syngjandi og glaðar barnarøddir.

Sangur bindur ættarlið saman – og vit fáa kensluna av at vera partur av eini størri heild: “Øldirnar fara, øldir munnu koma – ætt eftir ætt søkkur undir mold.” Hetta syngja vit um jólahátíðina, har siðbundnir vanar halda okkum í tryggum taki. Einasta brot í sálminum, sum snýr seg um hin einstaka er: “Friður á foldum, menniskja frø teg, tær føddur frelsari er í dag.”

Síðstu ferð vit í 3. flokki sungu “Lítli beiggi, tú mást ikki gráta” hildu tey tað vera serliga stuttligt at syngja: “Mangt er undarligt, tað sigur abbi, ongan veit eg klókari enn hann. Veitst tú hvat, hann sá ein nakin krabbi, høli sær í eini goggu fann.” Vit tosaðu bæði um krabbagoggur ella goggukrabbar, og um hví tað ikki stendur: Hann sá ein naknan krabba. Nógvir sangir hava stórt orðfeingi, og tað er gott, tá ið børnini sjálvi spyrja um orð og orðingar í sangunum. Sum í so mongum sangum hjá Hans Andriasi Djurhuus verða omman og abbin nevnd. Sangirnir binda ættarliðini saman.

Í eini tíð, har “eg” er farið at fylla so nógv, og “vit” so lítíð, so eiga vit at venda eygunum móti tí, sum savnar. Vit eiga at styrkja felagskensluna hjá børnunum. Tað kunnu vit við sanginum. Vit eru eitt syngjandi fólk, og um onkur flokslærari ikki heldur seg duga nóg væl at syngja, kann onkur í toyminum um flokkin kanska átaka sær ta uppgávuna. Annars skulu vit royna at leggja í børnini, at øll kunnu syngja. Eisini tey, sum ikki syngja reint.

Nám hevur givið eina sangbók út við 70 ymsum sangum til frama fyri málmenningina hjá smáum børnum. Sangirnir eru eisini at finna á netinum. Soleiðis ber eisini til at læra flokkin ymsar sangir.

Í føroyska dansinum merkja vit felagskensluna. Í kvæðunum, í stevinum, í eygnasambandinum. Vit eru saman. Uttan skerm. Uttan møguleika fyri at kanna, hvussu nógvsr tumlar vit hava fingið á FB.

Ella til árligu nýggjárskonsertina hjá Symfoniorkestrinum, tá ið øll syngja rungandi: Kom og dansa, hjartanskæri skattur mín. Tá eru vit veruliga á sanganna veingjum.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni