Tíðindasavn


08.01.2015 Starvslærulæraraútbúgving ongantíð ov skjótt

Ein aðaltáttur í læraraútbúgvingini má vera starvslæran, og umráðandi er í hvønn mun tað eydnast at knýta starvslæruna at lesnaðinum annars. Sum heild eru læraralesandi samd um, at starvslæran er ov stutt og ov lítið skipað. Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, skrivar


Í seinasta Skúlablaðnum nr.6/2014 er áhugaverd samrøða við Elsu Birgittu Petersen, sum í oktobur í fjør fór frá sum skúlastjóri í Hvalbiar skúla. Elsa Birgitta hevur javnan gjørt vart við seg í skúlakjaki sum lærari, skúlastjóri og ikki minst í lærarafelagshøpi. Í greinini fílist hon m.a. á, at Læraraskúlin ikki brynjar komandi lærarar nóg væl til dagsins skúla. Serliga hugstoytt er at lesa, at hon metir, at ungu lærararnir ikki longur vísa á nýggjar leiðir. Eitt álvarsamt uppáhald, sum tó ikki er tikið úr leysum lofti. Eitt nú vísir kanningin hjá Hans Harryson Hansen, Aftursvar frá 2012, at nýútbúnir lærarar meta seg ikki at vera nóg væl brynjaðar til lærarastarvi, serliga tá tað kemur til tann meira verkliga partin av starvinum, t.d. foreldrasamstarv, floksleiðslu, at gera ársætlanir o.a.
 

Ein aðaltáttur í læraraútbúgvingini má vera starvslæran, og umráðandi er í hvønn mun tað eydnast at knýta starvslæruna at lesnaðinum annars. Sum heild eru læraralesandi samd um, at starvslæran er ov stutt og ov lítið skipað.
 

Í verandi skipan er tað so, at tey lesandi skulu í starvslæru øll fýra lestrarárini. Talan er um 30 tímar um árið, ella samanlagt 120 tímar. Til samanberingar kann nevnast, at í kunngerð frá 1991 var starvslæran sett til 470 tímar. Í øllum føri er talan um eina ógvusliga lækking. Samanbera vit við grannalondini, so er ymiskt hvussu starvslæran er skipað har. T.d. hvussu stórur partur starvslæran er av samlaða lestrinum og nær í lestrartilgongdini starvslæran liggur. Í tímatali er starvslæran hjá okkum millum tær lægstu. Tað eigur at verða umhugsað at leingja starvslærutíðina.
 

Longdin av starvslæruni er tó ikki einasta mát fyri, hvussu munagóð starvslæran er. Nøkur læraralesandi hava frammanundan royndir í fólkaskúlanum ella lesa tímar í fólkaskúlanum í lestrartíðini. Tey hava ikki í sama mun tørv á starvslæru, sum tey ið lítlar ella ongar royndir hava, men hinvegin eru kanska serliga tey meira tilvitað um innihaldið í starvslæruni.
 

Tað er einki at ivast í, at starvslærulærarar eru ymiskir. Og tað kann vera tilvildarligt, hvør lærari fær lesandi í starvslæru. So at skilja, at tað er ikki víst, at starvslæra er tað ið lærarin leggur størstu orku í. Tey flestu lesandi siga seg tó at verða væl móttikin, og at starvslæran er gevandi. Men tey sakna ein greiðan leist fyri starvslæruni og grundaðar og viðkomandi afturmeldingar. Tað ber til at bøta um hesi viðurskifti. Fyrst og fremst er stórur tørvur á at útbúgva lærarar at taka ímóti læraralesandi í starvslæru. Soleiðis verður og hevur verið gjørt í grannalondunum leingi, har starvslæru-æraraútbúgvingar eru skipaðar. Útbúgvingin hevur til endamáls at førleikamenna lærarar at vegleiða, læra og eftirmeta lesandi í starvslæruni. Eftirmetingar millum lesandi í grannalondunum vísa greitt, at góðskan í starvslæruni kennist munandi hægri um starvslærulærarin hevur útbúgving innan økið.
 

Starvslærulæraraútbúgvingin hevur eisini onnur positiv árin, t.d. er útbúgvingin sera mennandi fyri læraran sjálvan. Lærarin gerst í nógv størri mun førur fyri at reflektera um egnu undirvísing, og kann tí eisini virka sum vegleiðari og mentor hjá starvsfeløgum.
 

Ein starvslærulæraraútbúgving hevði verið eitt stórt íkast í okkara læraraútbúgving. Tí eigur Mentamálaráðið, ongantíð ov skjótt, at skipa soleiðis fyri, at Fróðskaparsetri fær neyðuga tilfeingið at fara undir hesa neyðugu útbúgving.

   Starvslærulæraraútbúgving ongantíð ov skjótt Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni