Tíðindasavn


25.04.2013 PISA-kanningin einki at siga

Tað er undranarvert, at ein so nógvir lærarar, ið fyrr ella seinni skulu undirvísa næmingum, sum skulu PISA-kannast, halda so lítið um kanningina, sigur Hans H. Hansen, undirvísingarleiðari


Nærum tríggir fjórðingar av teimum, sum taka lut í kanningini hjá Hans Harryson Hansen, Aftursvar, halda ikki, at PISA-kanningin og føroysku PISA-úrslitini kunnu nýtast sum ein forsøgn, ið sigur, hvussu føroyska samfelagið fer at standa seg í altjóða kappingini í framtíðini. Í kanningini sigur Hans Harryson Hansen, at tað at knýta nútíð og framtíð saman er ein grundtanki í PISA-uppkastinum.
- Hetta er sjálvt grundstøðið, ið PISA-kanningin byggir á. Í einum altjóðagjørdum heimi, har tøkniligir førleikar gerast støðugt týdningameiri, verða hollur lesiførleiki, hollur førleiki í støddfrøði og hollur førleiki í náttúru og tøkni modulásin í samfelagsbúskapinum. Tí verður førleikin í hesum trimum lærugreinunum mettur.


Eftir seinastu PISA-kanning vóru umboð fyri OECD frammi og vístu á vantaða sambandið millum PISA-úrslitið í einum landi í dag og bruttotjóðarúrtøkuna í sama landi um nøkur ár. Hesi forsøgn trúgva 70,7% av svargevarunum í kanningini hjá Hans Harryson Hansen ikki.
- Kanningin, eg havi gjørt, tekur ikki støðu til, um PISA-uppkastið er eftirfarandi ella ikki, men tað er enn einaferð undranarvert, at ein so stórur partur av svargevunum, ið fyrr ella seinni skulu undirvísa næmingum, sum skulu PISA-kannast, halda so lítið um kanningina. Her er ikki samhangur millum politikk og pedagogikk.


Í kanningini aftursvar svara lærarar, sum tóku prógv á Føroya Læraraskúla í árunum 2007-2011, spurningum um lestrartíð, fyrstu árini sum lærari, eftirútbúgving og annað.

 

Lesið greinina í fullum líki í seinasta Skúlablaði, nr. 2, 2013 

   PISA-kanningin einki at siga Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni