Tíðindasavn


01.05.2013 Persónligheitin mest at siga fyri læraraatferðina

Persónsmenskan hjá læraranum hevur størstu ávirkan á hansara læraraatferð, og hvussu hann undirvísir í dag. Tað kemur fram í kanningini Aftursvar

 

Í kanningini Aftursvar, sum Hans Harryson Hansen, undirvísingarleiðari, hevur gjørt av teimum, sum lósu til lærara árini 2007-2011, vóru lærararnir spurdir, hvat hevur størstu ávirkanina á teirra læraraatferð, og hvussu teir undirvísa. Har kemur fram, at ikki færri enn gott 83 % halda, at tað er persónligheitin, sum hevur mest at siga, og á øðrum plássi starvsfelagarnir teir hava havt, síðan teir gjørdust lærarar. Bara sætti hvør svargevi sigur, at ávikavist lærararnir, ið teir høvdu á læraraskúlanum, og tað, teir lærdu á læraraskúlanum, hevur ávirkan á læraraatferðina.

 

Tað eigur ikki at vera serliga hugaligur lesnaður hjá teimum, ið varða av læraraútbúgvingini, at fáa at vita, at 83,8% av svargevunum halda, at persónsmenskan hjá lærararanum hevur størstu ávirkan á hansara læraraatferð, og hvussu hann undirvísir í dag. Persónsmenskan, ið sigst verða myndað áðrenn 18 ára aldur, er lutvíst lívfrøðiliga disponerað og lutvíst eitt úrslit av teimum relatiónum, ið einstaklingurin hevur verið partur av. Serliga fyrstu relatiónirnar sigast hava serligan týdning. Persónsmenskan er tí liðugt ment, tá ið svargevarnir byrjaðu á læraraskúla.
- Tá ið vit tosa um læraraatferð (tað er nakað annað enn faklig vitan og fakligir førleikar), so hevur tað, ið ein hevur lisið og terpað á læraraskúlanum, og undivísingarhátturin hjá lærarunum á læraraskúlanum ikki serliga stóra ávirkan. Orsøkin er tann, at fólkaskúlin er ein serligur diskursur í samfelagnum. Og tú kanst bara finna tín leiklut (annaðhvørt læraraleiklut ella næmingaleiklut) í hesum diskursinum, tá ið tú ert innskrivaður og hevur tína dagdligu gongd innan skúla. Á læraraskúlanum kanst tú læra at reflektera um læraraatferð ella medferð. Tú kanst lesa um skúlan sum organisatión og síggja teg sjálvan fyri tær í hesi organisatiónini. Tú kanst lesa um floksleiðslu og viðurkennandi samskifti. Tú kanst hava raddarvenjing og læra at nýta handakeipur osfr. Men tað er ikki fyrr enn tú stendur einsamallur inni í flokshølinum, og tú hevur 24 ymiskar næmingar frammanfyri tær, at tú verður noyddur at ”agera” og at ”reagera” og at velja, um tú skalt uppføra teg á ein hátt ella á ein annan hátt. Og tá ið tú velur, so standa teir lærarar, ið tú hevur sæð í aktión í fólkaskúlanum, fremst fyri. Pedagogiskir granskarar tosa í hesum sambandi um annaðhvørt situeraða læru, meistaralæru ella vikarierandi læru, sigur Hans Harryson Hansen.

 

39,2% av svargevunum siga, at teir starvsfelagar, ið ein hevur havt, síðan ein gjørdist lærari, hava havt størstu ávirkan á teirra læraraatferð, og hvussu teir undirvísa í dag. Ein svargevi skrivar: “Vit kunnu ikki læra at vera lærarar. Ein lærari er føddur sum lærari. Tað er ein eginleiki. Við tí fylgir nógv ymiskt. Eitt nú, at lærarin dugir at vera ein leiðari í flokkinum, dugir at vísa, hvar ið mørk eru.” Ein annar svargevi skrivar: “Bæði góðir og ringir fólkaskúlalærarar hava ávirkað meg. Teir góðu hava víst mær, hvussu eg skal gera, teir ringu, hvussu eg ikki skal gera”.


24,3% siga, at teir lærarar, ið ein hevði í barna- ella miðnámsskúla, hava havt størstu ávirkan á teirra læraraatferð.


Um vit hyggja at starvsaldri og samanbera tey, ið tóku prógv í 2007 við tey, ið tóku prógv í 2011, so sæst:


At ein lutfalsliga stórur partur av teimum, ið tóku prógv í 2007, siga, at starvsfelagarnir hava havt størstu ávirkan á teirra læraraatferð í dag.


At ein lutfalsliga stórur partur av teimum, ið tóku prógv í 2011, siga, at teir lærarar, ein hevði í barna- ella miðnámsskúla hava havt størstu ávirkan á teirra læraraatferð í dag.


Við øðrum orðum ber til at siga, at jú styttri ein hevur verið lærari, tess meiri nýtir ein gamlar barnaskúla- og miðnámsskúlalærarar sum fyrimynd, og tess longur ein hevur verið lærari, tess meiri verður ein ávirkaður av starvsfeløgunum og nýtir teir sum fyrimynd.
- At so fáir svargevar siga, at tað, tey lærdu á læraraskúlanum og teir lærarar, teir høvdu á læraraskúlanum hevur verið við til at myndað teirra læraraatferð í dag, er óivað tekin um, at tað er alstórur munur á “at undirvísa vaksnum fólki á Føroya læraraskúla” og “at undirvísa børnum í fólkaskúlanum”. Hesin munur ger, at undirvísingin á Føroya læraraskúla ikki er fyrimyndarlig ella eksemplarisk, tá ið tað snýr seg um, hvussu ein kann fara til verka og bera seg at í einum 1. flokki, einum 5. flokki ella einum 9. flokki, sigur Hans Harryson Hansen

 

   Persónligheitin mest at siga fyri læraraatferðina Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni