Tíðindasavn
Í kanningini, sum Hans Harryson Hansen, undirvísingarleiðari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur gjørt av teimum, sum lósu til lærara árini 2007-2011, kemur fram, at starvslæran - sambært teimum lesandi - ikki var nóg góð. Hetta kemur ikki óvart á Hans Harryson Hansen.
- Eg havi ongantíð tosað við ein lærara á nøkrum læraraskúla aðrastaðni, ið heldur, at teirra starvslæra er nóg góð. Og orsøkin er tann, at fólk hava ov stóra væntan til starvslæruna. Sum byrjanarstøði kann ein siga, at praktikk og praksiss er hvør sítt, og tað fer tað altíð at vera. Onkur pedagogiskur granskari hevur valt at rópa starvslæruna fyri ”ein læntan veruleika” ella ”imagineran veruleika”. Og hetta er eftir mínum tykki púra rætt. Á læraraskúlum aðrastaðni hevur ein eitt støðugt orðaskifti um, hvussu hesin lænti veruleikin skal skipast, soleiðis at hann kemur at líkjast veruligum læraralívi so nógv sum gjørligt. Og hvørja ferð læraraútbúgvingar verða broyttar aðrastaðni, so verður starvslæruskipanin endurskoðað. Tað minnir mest um eitt pendul. Mannagongdir, ið vóru vrakaðar fyri nógvum árum síðan, koma fram aftur nøkur ár seinni í nýggjum hami.
Sambært kunngerðini um læraraútbúgvingina skulu tey læraralesandi vera eitt ávíst tímatal í starvslæru tey fýra lestrarárini. Tá ið svargevarnir í kanningini hjá Hans H. Hansen vórðu bidnir at eftirmeta starvslæruna, kom m.a. fram: At teir saknaðu eitt ítøkiligt og útgreinað endamál við starvslæruni. At teir undirvístu ov fáar tímar. At teir undirvístu ov lítið einsamallir. At teir nýttu ov nógv alternativar undirvísingargongdir og ov lítið vanliga floksundirvísing.
- Hetta eru alt viðurskifti, ið ein kann bøta um framyvir, sigur Hans H. Hansen.
Tey, ið tóku lut í kanningini hjá Hans H. Hansen, vóru eisini spurd um læraraútbúgvingina. Har kom fram, at nógvir nýútbúnir lærarar meta, at nógv, sum lært verður í læraraútbúgvingini, er óviðkomandi. Hvørjar tankar hevur Hans H. Hansen um hetta:)
- Fyri at svara hesum spurningi er ein noyddur at vísa til enska hugtakið ”transfer”. Í øllum læraraútbúgvingum vísir tað seg at vera trupult at skapa eina nóg sterka leinkju millum útbúgvingarstað og framtíðaryrki. Og mín kanning vísir, at soleiðis hevur eisini verið í Føroyum. Útbúgvingargranskarar vísa í dag á, at tað, ið eyðkennir eina góða læraraútbúgving, er, at ein hevur greið mál um, hvat ið tann lesandi skal læra í lestrartíðini, og at innihaldið í útbúgvingini skal í sera stóran mun taka støði í lærarayrkinum. Lærarar skulu ikki vera serfrøðingar í einum ella nøkrum lærugreinum. Nei, teir skulu vera serfrøðingar í undirvísing og í øllum tí, ið hongur uppi í undirvísingaruppgávuni. Og tað er hesin serkunnleikin, ið svargevarnir kundu hugsað sær varð styrktur í lestrartíðini.