Tíðindasavn
Nógv áhugavert kemur fram í stóru kanningini, Aftursvar, ið Hans Harryson Hansen hevur gjørt. Endamálið við kanningini er at gera eina yrkisliga mynd av teimum seinastu lærarunum, ið hava tikið prógv eftir gomlu læraraútbúgvingini. Hans Harryson Hansen vildi kanna, hvar lærararnir, sum tóku prógv hetta tíðarskeiðið, eru, hvat teir halda um læraraútbúgvingina, teir tóku, hvussu útbúgvingin roynist teimum, hvussu teir skipa undirvísingina, hvussu teir síggja og fata nútíðarnæmingin, hvørjar linjulærugreinir teir tóku, og hvørjum teir undirvísa í, hvørjar avbjóðingar teir stríðast við dag og dagliga, hvønn eftirútbúgvingartørv teir hava og so framvegis.
Kanningin er gjørd sum spurnablaðskanning við 200 spurningum, 81 av 106 lærarum svaraðu, og tað svarar til 76,4 prosent, sum má metast at vera sera gott. Eitt, ið kemur óvart á Hans Hansen, er, at lærarar kenna seg illa ílatnar, tá ið tað snýr seg um tað alment didaktiska.
- Kanningin vísir, at nýútbúnir lærarar sum heild kenna seg fakliga væl fyri. Men tá ið eg spyrji um almenn didaktisk viðurskifti og grundleggjandi tættir í lærarastarvinum, so er verri statt. Eg kann til dømis nevna, at ein rættiliga stórur prosentpartur av svargevunum helt, at læraraútbúgvingin ikki fyrireikaði teir nóg væl at gera ársætlan, at nýta fjølbroyttar undirvísingarhættir, at finna hóskandi undirvísingartilfar, at eftirmeta undirvísingarúrtøkuna hjá einstaka næminginum, at eftirmeta egna undirvísin og so framvegis. Hesar førleikar vóru nýtútbúnu lærararnir noyddir at læra seg sjálvar, eftir at teir vóru settir í starv.
Hyggja vit ígjøgnum øll svarini, so er tað næmingar við serligum avbjóðingum, sum fylla allarmest hjá lærarum í dag.
- Kanningin vísir, at næmingar, ið hava serligan tørv, fylla nógv í gerandisdegnum í skúlanum, í kjakinum á lærarastovum og í tilvitskuni hjá nýútbúnum lærarum. Svargevarnir eru samdir um, at øll læraralesandi eiga at arbeiða við sernámsfrøðiligum evnum og avbjóðingum í lestrartíðini. Spurningurin er bara, hvar hesin serlestur skal fáa pláss í útbúgvingini. Fyrr hava vit á Læraraskúlanum ikki havt eina linju í sernámsfrøði ella eitt fak, sum eitur sernámsfrøði. Á nýggju útbúgvingini er sernámsfrøði ein linja, men tað, sum svargevarnir í kanningini siga, er, at sernámsfrøði eigur ikki at vera ein linja ella eitt fak, men nakað, sum øll lesandi á læraraútbúgvingini skulu ígjøgnum og fáa undirvísing í, tí allir lærarar, sama hvørja vallærugrein teir hava, møta næmingum við serligum tørvi. Mær dámar væl tankan, at øll lesandi eiga at hava eina grundleggjandi vitan um sernámsfrøðiligar avbjóðingar og háttaløg.
Kanningin Aftursvar er fyrst og fremst eitt innanhýsis skjal, ið er ætlað leiðsluni á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, tað sum áður æt Føroya Læraraskúli.
- Kanningin skal vera við til at skapa eina útbúgving, sum knýtir lestrarlívið á Frælsinum og veruligt læraralív tættari saman. Fyri at hetta skal hepnast, so má ein ikki gloyma at tosa við lærarar, ið hava staðið prógv á læraraskúlanum fyri kortum og vita, um tann útbúgvingin, sum teir hava tikið, stendur mát ella samsvarar við tær avbjóðingar, sum eru í føroyska fólkaskúlanum í 21. øld.
Tá ið nýggj útbúgving verður skipað, er viðkomandi at spyrja, um tann nýggja útbúgvingin er betri enn tann gamla.
- Hesin spurningur kann ikki svarast eintýðugt, tí allar útbúgvingarskipanir hava bæði sterkar og veikar síður. Tað, sum er endamálið við hesi kanningini, er, at tey, ið varða av læraraútbúgvingini, gerast tilvitað um, hvørjar sterkar síður og hvørjar veikar síður gamla læraraútbúgvingin hevði. Tær sterku síðurnar eiga tínæst at verða tiknar við inn í nýggju útbúgvingina, og tær veikaru síðurnar eiga at verða vrakaðar. Hvussu hetta fer at hepnast, fer tíðin at vísa.
Í kanningini eru spurningarnir býttir út á fleiri evni. Tað eru 80 tey seinastu, sum hava tikið útbúgving eftir teirri gomlu læraraútbúgvingini, sum svara.
- Svargevarnir fáa møguleika at meta um sín læraraførleika fyrsta undirvísingarárið og sín læraraførleika í dag. Um 2 ár verða somu spurningar settir teimum, ið hava tikið prógv eftir nýggju BEd-skipanini í 2011 og 2012. Og so verða svarini samanborin. Tað, sum hevur mín serliga áhuga, er, tann almenn didaktiski parturin og spurningurin, hvussu nógv av tí, ið ein arbeiðir við á læraraskúlanum, er viðkomandi fyri framtíðaryrkið sum lærari.