Tíðindasavn


11.02.2013 Lærarar ikki eftirspurdir

Tað er ikki sjálvsagt, at tú verður eftirspurdur, tá ið tú hevur fingið lærarastarv, og tímatalvan skal leggjast. Bara 43 % av lærarunum, sum fingu prógv frá 2007 til 2011, vórðu eftirspurdir, tá ið tímatalvan var løgd.

 

- Hetta er ikki nóg gott; tað er sjálvsagt, at allar skúlaleiðslur eiga at leggja tímatalvuna saman við læraranum, hóast tað ongantíð er soleiðis, at lærarin fær øll síni ynski eftirlíkað. At skúlaleiðslan ikki kann eftirlíka øll ynski, frítekur tær ikki at tosa við allar lærarar um, hvørji ynski teir hava. Tá ið tú als ikki verður tikin upp á ráð, vísir tað, at tað als ikki verður tosað saman, og tað er drepandi.

 

Stóra kanningin hjá Hans Harryson Hansen Aftursvar, sum er kanning av lærarum, ið tóku prógv frá 2007 til 2011, vísir, at heldur ikki allar skúlaleiðslur geva sær nóg stórt far um, hvørjar linjugreinir lærarar hava, og tí kemur javnan fyri, at lærarar, sum ikki hava týðandi lærugreinir sum linjugrein, undirvísa í hesum nógvar tímar um vikuna.
- Eg dugi ikki at siga, hví so er; tað kann hugsast, at tað í teimum smærru skúlunum bara í ávísan mun ber til at seta lærarar at undirvísa í linjugreinum sínum. Hinvegin síggja vit, at nógvir lærarar undirvísa rættiliga nógvar tímar í sínum linjugreinum, og spurningurin er, hvussu spennandi tað er. Vit vita tó, at tað er umráðandi fyri úrtøkuna hjá næminginum og eldhugan hjá læraranum, at lærarin kennir seg heima í lærugreinini, hann undirvísir í. Tað smittar á næmingarnar, sum fáa meiri burturúr. Útlendsk kanning um lesing staðfestir, at lærari við hollari útbúgving í byrjanarlesing fær betri úrslit við næmingum sínum, og hetta kunnu vit føra yvir á allar lærugreinir.

 

Formaður Føroya Lærarafelags heldur at niðurstøðuna í kanningini, at mannligir lærarar undirvísa meiri í sínum vallærugreinum og verða tiknir meiri upp á ráð samanborið við kvinnuligu starvsfelagar teirra, helst skyldast, at talið av mannligum lærarum í fólkaskúlanum er støðugt fallandi.
- Mannligir lærarar hava mangan vallærugreinir, sum skúlar sóknast eftir og vanta lærarar til, til dømis smíð og alis- og evnafrøði, har stórt trot er á lærarum. Og so eru hesir menninir rættiliga fáir í tali. Skúlar vilja fegnir hava mannligar lærarar at søkja størvini, sum eru leys, tí menninir fækkast í tali í lærarahópinum. Vit hava tó onga ábending um, at mannligir lærarar verða tiknir framum, tí teir eru menn.

 

   Lærarar ikki eftirspurdir Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni