Tíðindasavn
Treyðugt so, so meta nógvir lærarar, at teir ikki megna at røkka øllum næmingum, sama hvussu nógv teir royna. Tað kemur fram í kanningini Aftursvar, sum Hans Harryson Hansen, undirvísingarleiðari, hevur gjørt millum lærarar, sum tóku prógv árini 2007-2011. Í kanningini verða lærarar bidnir at lýsa nútíðarnæmingin. Vit spyrja Hans H. Hansen, um læraraútbúgvingin í nóg stóran mun leggur upp fyri, hvat næmingar duga væl og minni væl.
- Her verður ikki bara tosað um, at ein lærari skal hava holla vitan um, hvat tann einstaki næmingurin dugir og ikki dugir. Her verður eisini tosað um, at lærarin skal duga at fáa eyga á tann modernaða næmingin. Hvussu sær veruleikin út hjá børnum í dag, hvussu liva tey sítt lív, hvat eyðkennir teirra samveru- og samskiftishættir, hvat upptekur tey, hvat hevur týdning í teirra lívi. Og so framvegis. Kanningin hjá mær sigur, at næmingar í dag eru á nógvum økjum øðrvísi enn næmingar vóru fyrr. Teir eru ikki óuppdrignir, men teir hava fingið eitt uppdragilsi heima við hús, á stovni og í skúla, ið ger, at teir sum heild eru fríari enn næmingar vóru fyri nøkrum árum síðan. At næmingar eru ósmædnir, prátingarsamir og vandnir verður uppfatað sum ein spennandi pedagogisk avbjóðing hjá nógvum svargevum. Men tað eru eisini svargevar, ið boða frá, at børn og ung í dag ikki hava nóg stóra virðing fyri skúlanum og lærarum teirra. Og hetta ger lærarastarvið sera krevjandi. Samfelagsbroytingin hevur somuleiðis givið nútíðarnæminginum nakrar førleikar, ið næmingar ikki høvdu fyrr. Eg kann m.a. nevna KT-førleikan, førleikan at nýta enska málið, evnini at søkja sær vitan á alnótini, og tilvitanina um síni rættindi, sigur Hans H. Hansen.
At næmingaprofilurin er broyttur seinnu árini sær út til at koma óvart á nakrar nýútbúnar lærarar.
- Tí kann ein kanska siga, at í gomlu læraraútbúgvingini átti ein kanska at havt lagt størri dent á at allýst tann modernaða næmingin. Kendi týski didaktikarin Wolfgang Klafki mælir til, at tað fyrsta, ið læraralesandi eiga at gera, tá ið teir fara undir útbúgving, er at fara út á skúlar at eygleiða og at hava nágreinilig viðtal við nútíðarnæmingin. Hetta er kanska ein gongd leið.