Tíðindasavn


28.11.2012 Hvar eru nýútbúnu lærararnir?

Allahalgannadag handaði Hans Harryson Hansen, lærari á Námsvísindadeildini, Fólkaskúlagrunninum spurnablaðakanningina, ið ber heitið “AFTURSVAR

 

Aftursvar er ein yrkislig mynd av teimum lærarum, ið tóku prógv á Føroya læraraskúla frá 2007 til 2011.

Spurnablaðakanningin, ið er framd á sumri 2012, umfatar 220 spurningar. Kanningin er skipað í 8 sjálvstøðugar og tó samfastar partar.

 



Partarnir eru:
Bakstøðisupplýsingar
Lestrartíðin á Føroya læraraskúla
Fyrsta árið sum lærari
Hvussu trívist tú sum lærari í dag
Undirvísingarsýni og undirvísingarhættir
Nútíðarnæmingurin
PISA-kanningin og landsroyndin
Eftirútbúgvingartørvur

 

Hans Hansen, sum hevur gjørt kanningina við stuðli úr Fólkaskúlagrunninum, vildi vita, hvar nýútbúnu lærarar eru í verðini. Hvat teir halda um ta læraraútbúgving, ið teir hava tikið. Hvussu henda útbúgvingin roynist teimum. Hvussu teir skipa sína undirvísing í dag. Hvussu teir síggja og uppfata nútíðarnæmingin. Hvørji linjufak teir høvdu á Føroya læraraskúla, og hvørjum lærugreinum teir undirvístu í skúlaárið 2011/2012. Hvørjar avbjóðingar teir stríðast við dag og dagliga:) Hvønn eftirútbúgvingartørv teir hava:) Osfr.


Úrslitið av spurnablaðakanningini skal fyrst og fremst nýtast sum íblástur, tá ið nýggja læraraútbúgvingin verður stillað, og tá ið eitt dygdargott eftirútbúgvingartilboð skal mennast komandi árini.


   Hvar eru nýútbúnu lærararnir? Aftur


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni