Tíðindi

Tíðin ein týðandi fortreyt at læra føroyskt

Vantandi tíð kann gera tað sera trupult at røkka tørvinum hjá næminginum at læra føroyskt, og hetta kann vera við til at ávirka, hvat næmingurin lærir og fær burtur úr undirvísingini. Tað sigur Sissal M. Rasmussen, ph.d., adjunktur á Føroyamálsdeildini, ið er ein av undirvísarunum á útbúgvingini í føroyskum sum annaðmál.

01.07.2024

Námsætlanin sigur í endamálsorðingini fyri undirvísingina í føroyskt sum annaðmál, at næmingarnir við støði í egnum málsligum førningi skulu ogna sær grundleggjandi førleikar at samskifta á føroyskum. Tað er at skilja, tosa, lesa og skriva føroyskt. Samstundis sigur kunngerðin um føroyskt sum annaðmál, at næmingar kunnu fáa undirvísing í føroyskum sum annaðmál í trý ár. At markið er sett til trý ár er í andsøgn við gransking, sum sigur, at tað tekur fleirmæltum tilflytarabørnum tvey-trý ár at megna tað, sum er neyðugt fyri at kunna samskifta á gerandismáli, og fimm-sjey ár at megna skúlamálið, ið ger tað møguligt at skilja og kjakast í flokshølinum.

- Øll orðini, sum koma fyri í skúlabókum, uppgávum og undirvísingarstøðum, taka tíð at læra. Hesi orðini, sum eru skúlamál ella akademiskt mál, eru øðrvísi enn orð, sum koma fyri í gerandispráti; tey koma ymiskt fyri, og tey taka longri tíð at læra. Men tey eru fortreytin fyri at kunna fylgja við í undirvísingini, at skilja læraran, tá ið hann tosar í fakligum samanhangi og vera við í kjaki í flokshølinum.

Tað er ymiskt, hvussu skúlar skipa undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Lærarin, ið hevur góðar umstøður, er nøgdur. Staðfestast kann við støði í kanningum, ið lærararnir á útbúgvingini í føroyskum sum annaðmál hava gjørt, at karmar hava týdning fyri, hvussu lærarar trívast, og hvat skúlatilboð fleirmæltir næmingar fáa. Júst tíðin at læra er kjarnin, tá ið talan er um góðar karmar og umstøður at læra eitt nýtt mál. Sissal M. Rasmussen heldur, at vantandi tíð kann gera tað sera trupult at røkka næmingatørvinum, og hetta kann vera við til at ávirka, hvat næmingurin lærir og fær burtur úr undirvísingini.

- Umstøðurnar hjá næmingunum kunnu vera sera ymiskar, næmingarnir kunnu vera sera ymiskir. Tá ið mann sigur, at næmingar kunnu fáa undirvísing í trý ár, so verður ikki lagt upp fyri ymsu fortreytunum, sum kunnu vera. Ein næmingur, sum kemur til Føroya í triðja flokki til dømis, hevur ikki ognað sær føroyskt gerandismál og skúlamál eftir trimum árum. Summir næmingar læra skjótt, summir seint, undir øllum umstøðum læra næmingar mál við at fáa so nógv íkast sum til ber, og tá er tíð ein grundleggjandi fortreyt. Gransking sigur, hvussu nógv tíð skal til, og tann tíðarkarmurin er ikki í samsvari við tað, sum kunngerðin leggur upp til.

Les alla samrøðuna við Sissal M. Rasmussen í Skúlablað nr 3, 2024, sum kom í juni.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.

Ein loysn frá Sendistovuni