Tíðindi
27.05.2025
Fyri viku síðan var síðsti skúladagur hjá 9. og 10. flokkunum runt landið. Hetta er ein dagur, sum skal vera hugnaligur og góður hjá lærarum og næmingum.
Tað er ymiskt, hvussu dagurin verður skipaður. Tað er í nógvum førum næmingarnir sjálvir, ið seta eina skránna saman og stýra degnum.
Í okkara skúla verður leikluturin sum lærarar eitt sindur parkeraður henda dagin, tí tað eru næmingarnir, sum átaka sær læraraleiklutin og stýra degnum. Tey hava fyrireikað morgunsang, morgunmat, undirhald, fótbóltsdyst, vatnkríggj og annað.
Vit eru eygleiðarar og skulu tryggja okkum, at øll hava ein góðan dag, so øll hava okkurt gott at minnast aftur á.
Vit minnast aftur á árini, sum eru flogin avstað, gleðast um tað, vit hava upplivað saman og sita í spenningi og bíða eftir, at próvtøkulærugreinirnar verða kunngjørdar.
Tað er okkara ábyrgd sum lærarar at tryggja, at dagurin er góður fyri øll.
Eitt, sum hevur vundið upp á seg seinastu árini, er, at næmingar gera eitt filmsbrot, har teir herma eftir lærarum, sum tey hava.
Tað er stuttligt at síggja, hvussu væl næmingarnir hava eygleitt lærararnar, og hvussu væl tey duga at herma eftir lærarunum.
Tó so, at tað allar oftast er ein stuttligur filmur, so er tað komið fyri, at næmingarnir fara út um mark. Vit lærarar mugu, saman við næmingunum og leiðslunum, tryggja okkum, at eingin lærari verður illa viðfarin í hesum filmsbrotunum.
Næmingarnir gera filmin, men áðrenn tey byrja, verður prátað nógv við tey um mørk, hvat er hóskandi, og at filmurin skal vera stuttligur – bæði fyri næmingar og lærarar.
Tá filmurin er liðugur, skal leiðslan góðtaka hann. Um eitthvørt er, sum leiðslan metir fer út um mark ella ikki er hóskandi, verður filmurin ikki vístur. Hetta hevur riggað væl.
Vit lærarar fáa tíverri ikki stýrt tí, ið gongur fyri seg uttan fyri skúlan og skúlatíðina.
Tað einasta, vit kunnu gera hesum viðvíkjandi, er at hava eitt gott og tætt samstarv við foreldrini og práta við næmingarnar.
SSP-samstarvið í Tórshavnar Kommunu hevur gjørt eitt megnar arbeiði, tá tað kemur til endaveitsluna hjá næmingunum. Allir skúlar hava ein felags leist.
Næmingarnir verða, saman við lærarunum, bodnir til døgurða í skúlanum.
Skúlin syrgir fyri mati, undirhaldi, felagssangi og einum hugnaligum umhvørvi.
Henda veitslan er heilt serstøk. Næmingarnir gera nógv burturúr, so tey eru pyntað henda seinasta dagin.
Hetta er ein sera góður leistur, serliga tí, at næmingarnir vita, at allir skúlar gera á sama hátt; tá er lætt at tryggja sær, at veitslan verður góð fyri allar partar, og øll fara væl nøgd hvør til sítt, tá veitslan er liðug.
Tað er eingin ivi um, at vit framhaldandi mugu upplýsa og práta um atburð, mørk og ábyrgd. Við góðum samskifti millum næmingar, foreldur, lærarar og skúlan ber til at tryggja, at síðsti skúladagur verður ein dagur, øll kunnu gleðast um og minnast aftur við smíli.